[1] Men eftir hvíludagin, tá ið tók at lýsa av fyrsta degi í vikuni, komu Maria Magdalena og hin Maria út at hyggja eftir grøvini.
[2] Og sí, tá varð landskjálvti mikil, tí at eingil Harrans kom niður av himli og steig fram og velti steinin frá og setti seg á hann.
[3] Men útsjón hansara var sum snarljós, og klæði hansara hvít sum fonn.
[4] Men vaktarmenninir skulvu av ræðslu fyri honum og vórðu sum deyðir.
[5] Men eingilin tók til máls og segði við kvinnurnar: «Tit mega ikki ræðast! Tí at eg veit, at tað er eftir Jesusi, hinum krossfesta, tit leita.
[6] Hann er ikki her, tí at hann er risin upp, sum hann hevur sagt. Komið higar og síggið staðin, har sum Harrin lá!
[7] Og skundið tykkum og farið og sigið lærusveinum hansara: «Hann er risin upp frá deyðum; og sí, hann fer undan tykkum til Galileu; har skulu tit síggja hann!» Sí, eg havi sagt tykkum tað.»
[8] Og tær fóru í skundi burtur frá grøvini við ótta og miklari gleði, og tær runnu at bera lærusveinum hansara boð um hetta.
[9] Og sí, Jesus kom ímóti teimum og segði: «Heilar og sælar!» Men tær fóru til hansara og fevndu um føtur hansara og tilbóðu hann.
[10] Tá segði Jesus við tær: «Tit mega ikki ræðast! Farið og boðið brøðrum mínum, at teir skulu fara avstað til Galileu, og har skulu teir síggja meg.»
[11] Men meðan tær vóru á leiðini hagar, sí, tá komu nakrir av vaktarmonnunum inn í staðin og søgdu høvuðsprestunum frá øllum tí, ið til hevði borist.
[12] Og tá ið teir vóru komnir á fund saman við hinum elstu, hildu teir ráð saman, og teir góvu hermonnunum væl av peningi
[13] og søgdu: «Sigið: «Lærusveinar hansara komu á náttartíð og stjólu hann, meðan vit svóvu.»
[14] Og um so verður, at landshøvdingin fær hetta at frætta, so skulu vit tala hann til sættis og halda tykkum sakleysar.»
[15] Men teir tóku peningarnar og gjørdu sum teir vóru lærdir. Og hesi tíðindi eru komin út millum Jødanna líka til dagin í dag.
[16] Men teir ellivu lærusveinarnir fóru til Galileu, til tað fjallið, har sum Jesus hevði sett teimum stevnu.
[17] Og tá ið teir sóu hann, tilbóðu teir hann; men summir ivaðust.
[18] Og Jesus steig fram og talaði til teirra og segði: «Mær er fingið alt valdið í himli og á jørð.
[19] Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda,
[20] og við tað at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum. Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda.»