[1] Men tá ið morgunin var komin, hildu allir høvuðsprestarnir og hinir elstu fólksins samráð saman ímóti Jesusi at fáa hann tiknan av lívi.
[2] Og teir bundu hann og fóru avstað við honum og góvu hann upp til Pilatus landshøvdingan.
[3] Tá ið Judas, sum sveik hann, sá, at hann var dømdur sekur, tá iðraði hann seg eftir tí og fór við teimum tríati silvurdálunum aftur til høvuðsprestarnar og hinar elstu og segði:
[4] «Eg havi syndað, við tað at eg sveik sakleyst blóð.» Men teir søgdu: «Hvat liggur okkum á tí? Tað fert tú sjálvur at síggja til!»
[5] Og hann kastaði silvurpeningarnar inn í templið og gekk sín veg; og hann fór burtur og hongdi seg.
[6] Men høvuðsprestarnir tóku silvurpeningarnar og søgdu: «Tað er ikki beint at leggja teir í tempulkistuna; tí at hetta eru blóðpeningar.»
[7] Og tá ið teir høvdu lagt ráð saman, keyptu teir fyri teir pottamakara-jørðina at hava til grevstur fyri útlendingar.
[8] Tí hevur henda jørðin verið kallað blóðjørðin til dagin í dag.
[9] Tá gekk tað orðið út, ið er talað av Jeremia profeti, tá ið hann sigur: «Og teir tóku teir tríati silvurdálarnar; virðið, ið hann var mettur til, hann, ið teir mettu fyri Ísraels børn;
[10] og teir lótu teir fyri pottamakara-jørðina, soleiðis sum Harrin mær beyð.»
[11] Men Jesus stóð framman fyri landshøvdinganum. Og landshøvdingin spurdi hann og segði: «Ert tú kongur Jødanna?» Men Jesus segði: «Tú sigur tað sjálvur.»
[12] Og meðan hann varð klagaður av høvuðsprestunum og hinum elstu, svaraði hann einki.
[13] Tá sigur Pilatus við hann: «Hoyrir tú ikki, hvussu nógv teir vitna ímóti tær?»
[14] Og hann svaraði honum ikki aftur, ikki upp á eitt einasta orð, so at landshøvdingin undraðist stórliga.
[15] Men um hátíðina var landshøvdingin vanur at sleppa fólkinum einum fanga leysum, sum tey sjálv vildu.
[16] Og ta ferðina høvdu tey ein tiltiknan fanga, nevndan Barabbas.
[17] Tá ið tey nú vóru saman komin, segði Pilatus við tey: «Hvønn vilja tit, at eg skal geva tykkum leysan, Barabbas ella Jesus, ið kallast Kristus?»
[18] Tí at hann visti, at tað var av øvund, at teir høvdu givið hann upp til hansara.
[19] Men meðan hann sat í dómarastólinum, sendi kona hansara boð til hansara og segði við hann: «Fást tú ikki við henda rættvísa mannin, tí at eg havi útstaðið nógv í dag í einum dreymi fyri hansara skuld.»
[20] Men høvuðsprestarnir og hinir elstu elvdu mannamúgvuni til, at tey skuldu biðja um Barabbas og um, at Jesus skuldi verða tikin av lívi.
[21] Men landshøvdingin tók til orða og segði við tey: «Hvønn av hesum báðum vilja tit, at eg skal geva tykkum leysan!» Men tey søgdu: «Barabbas!»
[22] Pilatus sigur við tey: «Hvat skal eg tá gera við Jesus, sum er kallaður Kristus?» Tey siga øll: «Lat hann verða krossfestan!»
[23] Men hann segði: «Hvat ilt hevur hann tá gjørt?» Men tey rópaðu bert hvaðna harðari og søgdu: «Lat hann verða krossfestan!»
[24] Men tá ið Pilatus sá, at hann einki maktaði, men at ófriðurin heldur tók til, tók hann vatn og vaskaði sær um hendurnar, so mannamúgvan sá, og segði: «Eg eri ósekur í blóðinum á hesum rættvísa manni. Síggið tit til tað!»
[25] Og alt fólkið svaraði og segði: «Blóð hansara komi yvir okkum og yvir børn okkara!»
[26] Tá slepti hann teimum Barabbasi leysum, men Jesus læt hann húðfleingja og gav hann upp til teirra at verða krossfestan.
[27] Tá tóku hermenn landshøvdingans Jesus við sær inn í borgina og savnaðu alla manningina uttan um hann.
[28] Og teir lótu hann úr og hongdu eina skarlaksskikkju upp á hann;
[29] og teir flættaðu eina krúnu av tornum og settu honum á høvdið og góvu honum ein sevlegg í høgru hondina; og teir fullu á knæ framman fyri honum og hildu hann fyri háð og søgdu: «Heilur og sælur, tú, Jøda kongur!»
[30] Og teir spýttu á hann, og tóku sevleggin og slógu hann í høvdið á honum.
[31] Og tá ið teir høvdu spottað hann, lótu teir hann úr aftur skikkjuni og lótu hann í hansara egnu klæði; og teir fóru avstað við honum at krossfesta hann.
[32] Men á veginum út hittu teir ein mann frá Kýrene, sum æt Símun. Hann noyddu teir til at bera kross hansara.
[33] Og tá ið teir komu út til ein stað, ið nevnist Golgata, tað merkir: ennistaður,
[34] góvu teir honum vín blandað við galli at drekka; og tá ið hann hevði smakkað tað, vildi hann ikki drekka.
[35] Men tá ið teir høvdu krossfest hann, býttu teir klæði hansara sundur ímillum sín og lutaðu um tey, [fyri at tað skuldi ganga út, ið talað er av profetinum: «Klæði míni býttu teir sín ámillum, og um kyrtil mín kastaðu teir lut.»].
[36] Og teir sótu har og hildu vakt yvir honum.
[37] Og uppi yvir høvdi hansara settu teir sakarmál hansara, soleiðis skrivað: Hetta er Jesus, kongur Jødanna.
[38] Síðan vórðu krossfestir saman við honum tveir ránsmenn, annar høgrumegin og annar vinstrumegin.
[39] Men tey, ið gingu tvørturvið, spottaðu hann og ristu við høvdinum og søgdu:
[40] «Tú, sum brýtur templið niður og byggir tað upp aftur eftir trimum døgum, bjarga nú tær sjálvum! Um tú ert sonur Guðs, tá stíg niður av krossinum!»
[41] Somuleiðis háðaðu høvuðsprestarnir hann í felagi við hinum skriftlærdu og hinum elstu og søgdu:
[42] «Øðrum hevur hann hjálpt, men sær sjálvum er hann ikki mentur at hjálpa! Hann er kongur Ísraels! Lat hann nú stíga niður av krossinum, so skulu vit trúgva á hann!
[43] Hann leit á Guð. Hann bjargi honum nú, um hann leggur nakað í hann! Tí at hann hevur sagt: «Eg eri sonur Guðs.»»
[44] Á sama hátt spottaðu eisini ránsmenninir hann, sum vóru krossfestir saman við honum.
[45] Men frá sætta tíma kom myrkur um alt landið líka til níggjunda tíma.
[46] Men um níggjunda tíma rópaði Jesus við harðari rødd og segði: «Eli, eli, lama sabaktani?» Tað er: «Guð mín, Guð mín, hví fórt tú frá mær?»
[47] Men nakrir av teimum, ið har stóðu, søgdu, tá ið teir hoyrdu hetta: «Hann rópar eftir Elia.»
[48] Og við tað sama leyp ein teirra til og tók ein svamp og fylti hann við ediki og setti hann á ein rørstav og gav honum at drekka.
[49] Men hinir søgdu: «Bíða, lat okkum síggja, um Elia kemur at bjarga honum.»
[50] Men Jesus rópaði aftur við harðari rødd og gav upp andan.
[51] Og sí, forhangið í templinum skrædnaði í tvey úr erva og líka niður ígjøgnum, og jørðin skalv og fjøllini klovnaðu,
[52] og gravirnar opnaðust, og mong likam av teimum heilagu, sum farin vóru til hvílu, risu upp;
[53] og tey gingu út úr grøvunum aftan á uppreisn hansara og fóru inn í hin heilaga staðin og sýndu seg fyri mongum.
[54] Men tá ið høvuðsmaðurin og teir, sum saman við honum hildu vakt yvir Jesusi, sóu landskjálvtan og tað, ið til barst, vórðu teir ógvuliga ræddir og søgdu: «Sanniliga var hesin sonur Guðs!»
[55] Men har vóru mangar kvinnur, sum stóðu burtur frá og hugdu at, tær, sum høvdu fylgt Jesusi úr Galileu og høvdu tænt honum.
[56] Teirra millum var Maria Magdalena og Maria, móðir teirra Jákups og Jósefs, og móðirin at Sebedeusarsonunum.
[57] Men tá ið komið var at kvøldi, kom ein ríkur maður úr Arimateu, Jósef nevndur at navni, sum eisini sjálvur var vorðin ein lærusveinur hjá Jesusi.
[58] Hann fór til Pilatus og bað um likamið av Jesusi. Pilatus beyð tá, at teir skuldu lata hann fáa tað.
[59] Og Jósef tók likamið og sveipaði tað inn í reint línklæði,
[60] og legði tað í ta nýggju grøv sína, sum hann hevði høgt inn í klettin; og hann velti ein stóran stein fyri gravarmunnan og fór avstað.
[61] Men har vóru Maria Magdalena og hin Maria; tær sótu beint yvir av grøvini.
[62] Men dagin eftir, sum er dagurin aftan á atfangadagin, komu høvuðsprestarnir og Fariseararnir saman hjá Pilatusi
[63] og søgdu: «Harri, okkum rennur í hug, at hesin svikarin segði í livandi lívi: «Um tríggjar dagar rísi eg upp.»
[64] Gev tí boð um, at væl verður hildið vakt yvir grøvini líka til hin triðja dagin, fyri at ikki lærusveinar hansara skulu koma og stjala hann og siga fyri fólki: «Hann er risin upp frá deyðum;» og tá munnu hini seinnu svikini verða verri enn hini fyrru.»
[65] Pilatus segði við teir: «Her hava tit vaktarmenn; farið avstað og haldið so væl vakt, sum tit vita best.»
[66] Og teir fóru avstað og settu góða vakt við grøvina við vaktarmonnunum; aftan á at teir høvdu sett innsigli á steinin.