[1] Um hetta mundið frætti Heródes fjórðingshøvdingin tíðindini um Jesus;
[2] og hann segði við sveinar sínar: «Hatta er Jóhannes doyparin; hann er risin upp frá deyðum, og tí virka krefturnar í honum.»
[3] Tí at Heródes hevði tikið Jóhannes og bundið hann og sett hann fastan í fangahús vegna Heródiasar, konu Filippusar, bróður hansara.
[4] Tí at Jóhannes segði við hann: «Tað er tær ikki loyvt at eiga hana.»
[5] Og hann hevði størsta hugin til at drepa hann; men hann óttaðist fyri fólki, tí at tey hildu hann fyri ein profet.
[6] Men tá ið Heródes helt føðingardag sín, dansaði dóttir Heródiasar fyri teimum, og Heródesi líktist væl á hana;
[7] og hann svór henni tí dýran eið, at hann vildi geva henni, hvat hon so hevði hugin á.
[8] Og eggjað av móður síni sigur hon: «Gev mær higar høvd Jóhannesar doyparans á einum fati.»
[9] Og kongurin varð illa við, men fyri eiða sína og gestanna skuld beyð hann, at tað skuldi verða fingið henni.
[10] Og hann sendi boð og læt hálshøgga Jóhannes í fangahúsinum.
[11] Og varð komið við høvdi hansara á einum fati, og tað varð fingið gentuni, og hon bar móður síni tað.
[12] Og lærusveinar hansara komu og tóku líkið og jarðaðu tað; og teir komu og søgdu Jesusi frá.
[13] Men tá ið Jesus hoyrdi tað, fór hann við báti burtur haðani í ein oyðistað fyri seg sjálvan; men tá ið mannamúgvurnar fingu at vita av hesum, fóru tær aftan á hann til gongu úr bygdunum.
[14] Og tá ið hann steig upp á land, sá hann eina stóra mannfjøld, og honum tókti hjartaliga synd í teimum, og hann grøddi tey av teimum, ið sjúk vóru.
[15] Men tá ið dagur var komin at kvøldi, komu lærusveinarnir til hansara og søgdu: «Staðurin er oyðin, og tað er longu væl fram; lat nú mannamúgvurnar fara, at tey kunnu koma til bygda og keypa sær mat.»
[16] Men Jesus segði við teir: «Teimum nýtist ikki at fara avstað. Gevið tit teimum at eta.»
[17] Men teir siga við hann: «Vit hava einki her uttan fimm breyð og tveir fiskar.»
[18] Men hann segði: «Fáið mær tað higar.»
[19] Og hann bað mannamúgvurnar seta seg niður í grasið, og hann tók tey fimm breyðini og báðar fiskarnar og leit upp til himmals og vælsignaði; og hann breyt breyðini sundur og gav lærusveinunum tey, og lærusveinarnir góvu fólkunum tey.
[20] Og tey fingu sær øll at eta og vórðu mett, og teir fyltu upp í tólv fullar tægur av molum, ið vóru til avlops.
[21] Men tey, ið etið høvdu, vóru um fimm túsund menn, umframt konur og børn.
[22] Og við tað sama noyddi hann lærusveinarnar at fara í bátin og fara undan honum yvir um hinumegin, meðan hann læt mannamúgvurnar fara avstað.
[23] Og tá ið hann hevði latið mannamúgvurnar fara, fór hann fyri seg sjálvan niðan á fjallið at halda bøn; og tá ið seint var vorðið, var hann har einsamallur í einingi.
[24] Men báturin var longu mitt úti á vatninum, og var illa staddur av aldunum, tí at teir høvdu andróður.
[25] Og í fjórðu náttarvøku kom hann til teirra gangandi eftir vatninum.
[26] Men tá ið lærusveinarnir sóu hann koma gangandi eftir vatninum, kom ræðsla á teir, og teir søgdu: «Hatta er eitt spøkilsi.» Og teir rópaðu av ræðslu.
[27] Men í somu stund talaði Jesus til teirra og segði: «Havið gott treyst! Tað eri eg! Óttist ikki!»
[28] Men Pætur svaraði honum og segði: «Harri, er tað tú, so bið meg koma til tín eftir vatninum.»
[29] Men hann segði: «Kom!» Og Pætur steig út úr bátinum og gekk eftir vatninum fyri at koma yvir at Jesusi.
[30] Men tá ið hann sá illveðrið, óttaðist hann; og tá ið hann tók at søkka, rópaði hann og segði: «Harri, bjarga mær!»
[31] Í tí sama rætti Jesus hondina út og tók í hann og sigur við hann: «Fátrúni maður, hví ivaðist tú?»
[32] Og tá ið teir vóru komnir inn í bátin, makaði vindurin.
[33] Men teir, ið vóru á bátinum, fullu niður á knæ fyri honum og søgdu: «Sanniliga ert tú sonur Guðs!»
[34] Og tá ið teir høvdu róð yvirum, komu teir at landi í Genesaret.
[35] Og av tí at fólk har á staðnum kendu hann, sendu tey boð allar staðir har um vegir, og tey førdu til hansara øll tey, ið høvdu ilt.
[36] Og tey bóðu hann um, at tey máttu nema eina við faldin á klæðum hansara; og øll tey, ið nomu við hann, vórðu frísk.