[1] Ættarbók Jesu Krists, Dávids sonar, Ábrahams sonar.
[2] Ábraham átti Ísak; og Ísakur átti Jákup; og Jákup átti Júda og brøður hansara;
[3] og Júda átti Peres og Sera við Támar; og Peres átti Hesron; og Hesron átti Rám;
[4] og Rám átti Amminadab; og Amminadab átti Náhson; og Náhson átti Salmon;
[5] og Salmon átti Bóas við Ráhab; og Bóas átti Óbed við Rut; og Óbed átti Ísai;
[6] og Ísai átti Dávid kong; og Dávid kongur átti Sálomon við konu Uriasar;
[7] og Sálomon átti Róboam; og Róboam átti Ábia; og Ábia átti Ása;
[8] og Ása átti Jósafat; og Jósafat átti Jóram; og Jóram átti Ussia;
[9] og Ussia átti Jótam; og Jótam átti Ákas; og Ákas átti Esekia;
[10] og Esekia átti Manasse; og Manasse átti Ámon; og Ámon átti Jósia;
[11] og Jósia átti Jekonja og brøður hansara um tað mundið, tá ið fólkið fór í útlegd til Bábylon.
[12] Men eftir útlegdina í Bábylon átti Jekonja Sealtiel; og Sealtiel átti Serubábel;
[13] og Serubábel átti Ábiud; og Ábiud átti Eljakim; og Eljakim átti Ásor;
[14] og Ásor átti Sádok; og Sádok átti Ákim; og Ákim átti Eluid;
[15] og Eliud átti Eleasar; og Eleasar átti Mattan; og Mattan átti Jákup;
[16] og Jákup átti Jósef, mann Mariu; og av henni varð Jesus, ið nevnist Kristus, borin í heim.
[17] Soleiðis eru allir ættarliðirnir frá Ábrahami til Dávids fjúrtan ættarliðir; og frá Dávidi til útlegdina í Bábylon fjúrtan ættarliðir, og frá útlegdini í Bábylon til Krists fjúrtan ættarliðir.
[18] Men við føðing Jesu Krists gekk tað soleiðis til: Tá ið Maria, móðir hansara, var trúlovað Jósefi, so kendist tað á henni, áðrenn tey komu saman, at hon var við barn av hinum heilaga anda.
[19] Men við tað at Jósef, maður hennara, var ein rættvísur maður og ikki vildi gera hana opinberliga til skammar, ætlaði hann í loyndum at skilja seg frá henni.
[20] Men meðan hann hugsaði um hetta, sí, tá sýndi eingil Harrans seg í dreymi fyri honum og segði: «Jósef, sonur Dávids! Óttast ikki fyri at taka Mariu, konu tína, til tín; tí at tað, sum hon ber undir belti, er av hinum heilaga anda.
[21] Og hon skal føða ein son, og Jesus skalt tú kalla navn hansara, tí at hann skal frelsa fólk sítt frá syndum teirra.»
[22] Men hetta hendi alt samalt, fyri at tað skuldi ganga út, ið talað var av Harranum við profetinum, ið sigur:
[23] «Sí, moyggin skal verða við barn og eiga son, og á navni skulu tey nevna hann Immanuel»; tað merkir: «Guð við okkum.»
[24] Men tá ið Jósef vaknaði upp úr svøvni, gjørdi hann, soleiðis sum eingil Harrans hevði boðið honum, og tók konu sína til sín.
[25] Men hann kom henni ikki nær, fyrr enn hon hevði átt son, og hann kallaði navn hansara Jesus.