Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 7:30

[1] Tá skal himmiríkið verða líknað við tíggju moyggjar, sum tóku lampur sínar og fóru út at møta brúðgóminum.

[2] Men fimm teirra vóru óhygnar og fimm hygnar.

[3] Tí at hinar óhygnu tóku lampur sínar, men tóku onga olju við sær;

[4] men hinar hygnu tóku olju við í konnum sínum aftrat lompum sínum.

[5] Men við tað at brúðgómurin dvøldi við at koma, kom tyngd á tær allar, og tær sovnaðu.

[6] Men um midnátt kom róp í: «Sí, nú kemur brúðgómurin! Farið út at møta honum!»

[7] Tá vaknaðu allar hesar moyggjarnar og fóru at gera lampur sínar til.

[8] Men hinar óhygnu søgdu við hinar hygnu: «Latið okkum fáa eitt sindur av olju frá tykkum, tí at lampur okkara slokna.»

[9] Men hinar hygnu svaraðu og søgdu: «Nei, tað fer ikki at røkka til hjá okkum og hjá tykkum við. Farið tit heldur til teirra, ið selja, og keypið tykkum sjálvum.»

[10] Meðan tær nú fóru avstað at keypa, kom brúðgómurin; og tær, ið búnar vóru, fóru við honum inn til brúdleyps; og dyrnar vórðu latnar aftur.

[11] Men seinni komu eisini hinar moyggjarnar og søgdu: «Harri, harri, lat okkum upp!»

[12] Men hann svaraði og segði: «Sanniliga sigi eg tykkum, eg kenni tykkum ikki.»

[13] Vakið tí, tí at tit vita hvørki dagin ella tíman!

[14] Tí at tað er rætt sum ein maður, sum ætlaði sær út av landinum at ferðast og kallaði húskallar sínar til sín og gav teimum tað, ið hann átti, upp í hendur;

[15] og einum gav hann fimm talentir, øðrum tvær og hinum triðja eina, hvørjum eftir sínum førimuni, og so fór hann av landinum.

[16] Men við tað sama fór tann, sum fingið hevði hinar fimm talentirnar, og handlaði við teimum og vann aðrar fimm talentir.

[17] Somuleiðis vann eisini tann, sum fingið hevði tvær, aðrar tvær.

[18] Men tann, sum fingið hevði hina einu, fór og gróv eitt hol í jørðina og fjaldi pengarnar hjá húsbónda sínum.

[19] Men tá ið long tíð var umliðin, kemur húsbóndin hjá hesum húskøllum aftur og ger upp roknskapin við teir.

[20] Og tann, sum fingið hevði hinar fimm talentirnar, kom fram og hevði aðrar fimm talentir við sær og segði: «Harri, tú fekst mær fimm talentir; sí, aðrar fimm talentir havi eg vunnið.»

[21] Húsbóndi hansara segði við hann: «Tað var væl gjørt, tú góði og trúgvi húskallur! Tú vart trúgvur yvir lítlum, eg vil seta teg yvir nógvum. Far inn til gleði harra tíns!»

[22] Tá kom eisini tann fram, sum fingið hevði hinar tvær talentirnar, og segði: «Harri, tú fekst mær tvær talentir; sí, aðrar tvær talentir havi eg vunnið.»

[23] Húsbóndi hansara segði við hann: «Tað var væl gjørt, tú góði og trúgvi húskallur! Tú vart trúgvur yvir lítlum, eg vil seta teg yvir nógvum. Far inn til gleði harra tíns!»

[24] Síðan kom eisini tann fram, sum fingið hevði hina einu talentina, og segði: «Harri, eg kendi teg, at tú ert ein harður maður, ið heystar inn, har sum tú ikki sáaði, og savnar saman, har sum tú ikki stroyddi;

[25] og eg óttaðist og fór tí burtur og fjaldi talent tína í jørðini. Sí, her hevur tú títt!»

[26] Men húsbóndi hansara svaraði og segði við hann: «Tú illi og lati húskallur! Tú visti, at eg heysti inn, har sum eg ikki sáaði, og savni saman, har sum eg ikki stroyddi!

[27] Tú átti tí at hava sett peningar mínar inn hjá peningavekslarunum; so hevði eg, tá ið eg kom heim, kunnað fingið mítt aftur við rentu.

[28] Takið tí talentina frá honum og latið tann, sum hevur hinar tíggju talentirnar, fáa hana.

[29] Tí at einum og hvørjum, sum hevur, skal verða givið, og hann skal hava í yvirflóð; men tann, sum einki hevur, frá honum skal verða tikið eisini tað, sum hann hevur.

[30] Og kastið hin ódugna húskallin út í myrkrið fyri uttan; har skal verða grátur og tannagrísl!»

[31] Men tá ið menniskjusonurin kemur í dýrd síni og allir einglarnir við honum, tá skal hann sita í dýrdarhásæti sínum.

[32] Og øll fólkasløgini skulu koma saman framman fyri honum; og hann skal skilja tey hvørt frá øðrum, eins og hirðin skilir seyðirnar frá geitunum,

[33] og seyðirnar skal hann seta høgrumegin við seg, og geitirnar vinstrumegin.

[34] Tá skal kongurin siga við tey, sum eru høgrumegin við hann: «Komið higar, tit hini vælsignaðu hjá faðir mínum, og fáið ríkið tað í arv, sum tykkum hevur verið lagað, frá tí at verøldin var grundað!

[35] Tí at eg var svangur, og tit góvu mær at eta; eg var tystur, og tit góvu mær at drekka; eg var ókunnigur, og tit hýstu mær;

[36] eg var nakin, og tit klæddu meg; eg var sjúkur, og tit vitjaðu meg; eg sat í fangahúsi, og tit komu at finna meg.»

[37] Tá munnu hini rættvísu svara honum og siga: «Harri, nær sóu vit teg svangan og góvu tær at eta, ella tystan og góvu tær at drekka?

[38] Nær sóu vit teg ókunnigan og hýstu tær, ella naknan og klæddu teg?

[39] Nær sóu vit teg sjúkan ella í fangahúsi og komu at finna teg?»

[40] Og kongurin skal svara og siga við tey: «Sanniliga sigi eg tykkum, so satt sum tit hava gjørt hetta móti einum av hesum minstu brøðrum mínum, tá hava tit gjørt tað móti mær.»

[41] Tá skal hann eisini siga við tey vinstrumegin: «Farið burtur frá mær, bannaðu tit, í hin æviliga eldin, sum er ætlaður djevulinum og einglum hansara!

[42] Tí at eg var svangur, og tit góvu mær ikki at eta; eg var tystur, og tit góvu mær ikki at drekka;

[43] eg var ókunnigur, og tit hýstu mær ikki; eg var nakin, og tit klæddu meg ikki; eg var sjúkur og í fangahúsi, og tit vitjaðu meg ikki.»

[44] Tá munnu eisini tey svara og siga: «Harri, nær sóu vit teg svangan ella tystan ella ókunnigan, ella naknan ella sjúkan ella í fangahúsi, og tæntu tær ikki?»

[45] Tá skal hann svara teimum og siga: «Sanniliga sigi eg tykkum, so satt sum tit ikki hava gjørt hetta móti einum av hesum minstu, tá hava tit heldur ikki gjørt tað móti mær.»

[46] Og hesi skulu fara burtur til æviga revsing, men hini rættvísu til ævigt lív.»

Evangeliið eftir Matteus — Chapters