[1] Men í teimum døgum stígur Jóhannes doyparin fram og prædikar í oyðimørkini í Júdeu,
[2] og hann sigur: «Vendið um, tí at himmiríkið er í nánd.»
[3] Tí at hann er tann, ið talað er um av Jesaja profeti, tá ið hann sigur: «Ein rødd á einum, ið rópar í oyðimørkini: Slættið veg Harrans, gerið beinar leiðir hansara.»
[4] Men hesin sami Jóhannes hevði klæði síni av kamelhárum og eitt leðurbelti um lendar sínar; og føði hansara var grashoppur og villur hunangur.
[5] Tá fóru tey út til hansara, Jerúsalem og øll Júdea og alt landið íkring Jórdan;
[6] og tey vórðu doypt av honum í ánni Jórdan, í tí tey játtaðu syndir sínar.
[7] Men tá ið hann sá mangar av Farisearum og Saddukearum koma til dóps hjá sær, segði hann við teir: «Tykkara ormaungar! Hvør lærdi tykkum at flýggja undan hini komandi vreiðini?
[8] Berið tá ávøkst, sum samsvarar við umvendingina,
[9] og hugsið ikki, at tit kunnu siga við tykkum sjálvum: Vit hava Ábraham til faðir; tí at eg sigi tykkum, at Guð er mentur at vekja Ábrahami børn av hesum steinunum.
[10] Men øksin liggur longu við røturnar á trøunum, so at hvørt eitt træ, ið ikki ber góðan ávøkst, verður avhøgt og kastað í eldin.
[11] Eg doypi tykkum við vatni til umvendingar; men tann, ið kemur aftan á meg, er sterkari enn eg; og eg eri ikki verdigur at bera skógvar hansara; hann skal doypa tykkum við heilagum anda og eldi.
[12] Hann heldur tíningarskuvluni í hond síni, og hann skal tína allan sodn sín; kornið skal hann goyma saman í løðuna, men dumbuna skal hann brenna í einum ósløkkjandi eldi.»
[13] Tá kemur Jesus úr Galileu til Jórdans til Jóhannesar at verða doyptur av honum.
[14] Men Jóhannes vildi forða honum og segði: «Mær kundi gjørst neyðugt at verða doyptur av tær, og so kemur tú til mín!»
[15] Men Jesus svaraði og segði við hann: «Lat tær nú eftirlíka, tí at soleiðis sømir tað okkum at gera alt tað, ið rætt er.» Tá eftirlíkaði hann honum.
[16] Men tá ið Jesus var doyptur, kom hann við tað sama upp úr vatninum aftur; og sí, himmalin opnaðist fyri honum, og hann sá Guðs anda fara niður sum eina dúgvu og koma yvir hann.
[17] Og sí, ein rødd kom av himli, ið segði: «Hesin er sonur mín, hin elskaði, sum eg havi góðan tokka til.»