Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 5:15

[1] Men tá ið hann gekk oman av fjallinum, fylgdu honum stórar mannamúgvur.

[2] Og sí, ein spitalskur maður kom og fell til jarðar fyri honum og segði: «Harri, um tú vilt, so kanst tú gera meg reinan.»

[3] Og hann rætti út hondina, nam við hann og segði: «Eg vil, verð reinur!» Og við tað sama varð spitalska sjúka hansara reinsað.

[4] Og Jesus sigur við hann: «Síggj til, at tú ikki sigur nøkrum frá hesum; men far avstað og sýn teg fyri presti, og ber fram ta gávu, sum Móses hevur ásett, til ein vitnisburð fyri teimum.»

[5] Men tá ið hann var komin inn í Kapernaum, kom til hansara ein herhøvdingi og bað hann og segði:

[6] «Harri, drongur mín liggur giktsjúkur heima við hús og hevur svára pínu.»

[7] Hann sigur við hann: «Eg skal koma og gera hann frískan.»

[8] Men herhøvdingin svaraði og segði: «Harri, eg eri ikki verdur, at tú kemur á gátt hjá mær; men sig tað bert við einum orði, so verður drongur mín frískur.

[9] Tí at eg eri sjálvur ein maður, ið standi undir øðrum og havi hermenn undir mær; og sigi eg við henda: «Far!» so fer hann; og við ein annan: «Kom!» so kemur hann; og við húskall mín: «Ger hetta!» so ger hann tað.»

[10] Tá ið Jesus hoyrdi hetta, undraðist hann og segði við tey, ið fylgdust við honum: «Sanniliga sigi eg tykkum, ikki í sjálvum Ísrael havi eg funnið slíka trúgv.

[11] Men eg sigi tykkum, at mong skulu koma eystaneftir og vestaneftir at sita til borðs við Ábrahami og Ísaki og Jákupi í himmiríki;

[12] men ríkisins børn skulu verða koyrd út í myrkrið fyri uttan; har skal verða grátur og tannagrísl.»

[13] Og Jesus segði við herhøvdingan: «Far tú heim; tær verði, sum tú trúði!» Og drongurin varð frískur í somu stund.

[14] Og tá ið Jesus kom inn við hús hjá Pæturi, sá hann vermóður hansara liggja sjúka av hitasótt.

[15] Og hann nam við hond hennara, og hitasóttin fór av henni; og hon fór upp og borðreiddi fyri honum.

[16] Men tá ið komið var at kvøldi, bóru tey til hansara mong, ið vóru plágað av illum andum; og hann rak út andarnar við einum orði; og øllum teimum, ið høvdu ilt, hjálpti hann,

[17] at tað skuldi ganga út, ið talað er av Jesaja profeti, tá ið hann sigur: «Hann tók ilskur várar, og sjúkur várar bar hann.»

[18] Men tá ið Jesus sá stórar mannamúgvur rundan um seg, beyð hann, at teir skuldu fara yvir um hinumegin.

[19] Og har kom fram ein skriftlærdur og segði við hann: «Meistari, eg vil fylgja tær, hvar tú so fert.»

[20] Og Jesus sigur við hann: «Revar eiga holur, og reiður eiga himmalsins fuglar; men menniskjusonurin eigur ikki tað, sum hann kann halla høvur sítt at.»

[21] Og ein annar av lærusveinunum segði við hann: «Harri, lova mær fyrst at fara og jarða faðir mín.»

[22] Men Jesus segði við hann: «Fylg tú mær, og lat tey deyðu jarða síni deyðu!»

[23] Og tá ið hann steig í bátin, fylgdu honum lærusveinar hansara.

[24] Og sí, tá varð harðveður á vatninum, so at báturin fjaldist av aldunum; men hann lá og svav.

[25] Og teir fóru og vaktu hann og søgdu: «Harri, bjarga okkum! Vit ganga burtur!»

[26] Og hann sigur við teir: «Hví eru tit ræddir, fátrúnu menn!» So reistist hann og hóttaði at vindi og aldum, og tað varð blikalogn.

[27] Men menninir undraðust og søgdu: «Hvør maður er hetta, at bæði vindur og veður eru honum lýðin?»

[28] Og tá ið hann var komin yvir um hinumegin í bygdalagið hjá Gadarenum, møttu honum tveir menn við illum andum; teir komu út úr gravarhellunum, ógvuliga ólátaðir, so at eingin kundi sleppa fram tann vegin.

[29] Og sí, teir rópaðu og søgdu: «Hvat hava vit at gera við teg, tú sonur Guðs? Ert tú komin higar, áðrenn tíðin er, at pína okkum?»

[30] Men langt frá teimum var eitt svínafylgi, sum gekk á biti.

[31] Men teir illu andarnir bóðu hann og søgdu: «Um tú rekur okkum út, so lat okkum fara í svínafylgið!»

[32] Og hann segði við teir: «Farið!» Men teir fóru út og fóru í svínini; og sí, alt fylgið tusti oman av hamrinum í vatnið og druknaði í vatninum.

[33] Men hirðarnir rýmdu og fóru inn í bygdina og søgdu frá øllum, eisini, hvussu monnunum við teimum illu andunum hevði gingist.

[34] Og sí, øll bygdin fór út ímóti Jesusi, og tá ið tey sóu hann, bóðu tey hann fara burtur úr bygdaløgum teirra.

Evangeliið eftir Matteus — Chapters