Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 8:24

[1] Og tá ið teir nærkaðust Jerúsalem og komu til Betfage við Oljufjallið, tá sendi Jesus tveir lærusveinar undan og segði við teir:

[2] «Farið í bygdina her beint framman fyri tykkum, og brátt munnu tit finna eitt ásin standa bundið og eitt fyl hjá tí; loysið tey og leiðið mær tey higar.

[3] Og um onkur sigur nakað við tykkum, so skulu tit siga, at Harranum tørvar tey; tá man hann alt fyri eitt lata tey avstað.»

[4] Men hetta hendi, til tess at tað skuldi ganga út, sum talað er av profetinum, tá ið hann sigur:

[5] «Sions dóttur berið tit boð: Sí, kongur tín til tín kemur, lítillátur, á asna hann ríður, á ungum klyvjadjórs fyli.»

[6] Men lærusveinarnir fóru avstað og gjørdu, sum Jesus hevði boðið teimum;

[7] og teir komu við ásininum og fylinum og løgdu klæði síni á tey, og hann setti seg oman á tey.

[8] Men flest øll av mannamúgvuni breiddu klæði síni á vegin, og summi brutu greinar av trøunum og løgdu á vegin.

[9] Men mannamúgvurnar, sum gingu undan honum og sum gingu aftaná, rópaðu og søgdu: «Hosianna, Dávids sonur! Vælsignaður veri tann, ið kemur í Harrans navni! Hosianna í hægsta himli!»

[10] Og tá ið hann kom inn í Jerúsalem, kom røringur í allan staðin, og tey søgdu: «Hvør er hetta?»

[11] Men mannamúgvurnar søgdu: «Hetta er Jesus, profeturin úr Nasaret í Galileu.»

[12] Og Jesus fór inn í halgidóm Guðs, og hann rak út allar teir, ið seldu og keyptu í halgidóminum; og borðini hjá teimum, ið vekslaðu pening, og sessirnar hjá dúvuseljarunum koyrdi hann um koll.

[13] Og hann sigur við teir: «Skrivað stendur: Hús mítt skal nevnast eitt bønhús; men tit gera tað til eitt ránsmannabøli.»

[14] Og har komu blind og lamin til hansara í halgidóminum, og hann grøddi tey.

[15] Men tá ið høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu sóu hesar undurgerðirnar, sum hann gjørdi, og børnini, sum rópaðu í halgidóminum og søgdu: «Hosianna, Dávids sonur!» tá harmaðust teir og søgdu við hann:

[16] «Hoyrir tú, hvat hesi siga?» Men Jesus sigur við teir: «Ja, hava tit onga tíð lisið hetta: «Av smábarna og bróstabarna munni hevur tú lovsong tær lagað!» »

[17] Og hann fór frá teimum og gekk út um staðin, til Betániu, og gisti har um náttina.

[18] Men tá ið hann um morgunin fór inn aftur í staðin, kendi hann sær svongd.

[19] Og av tí at hann sá eitt fikutræ við vegin, gekk hann at tí, men fann einki á tí uttan ber bløð. Og hann sigur við tað: «Onga tíð á ævini komi frukt av tær meira!» Og í stundini følnaði fikutræið.

[20] Og tá ið lærusveinarnir sóu tað, undraðust teir og søgdu: «Hvussu bar tað til, at fikutræið følnaði so skjótt?»

[21] Men Jesus svaraði og segði við teir: «Sanniliga sigi eg tykkum, um tit hava trúgv og ikki ivast, tá skulu tit ikki bert kunna gera hetta við fikutræið; men um tit so siga við hetta fjallið: «Lyft teg upp og kasta teg í havið!» tá skal tað verða so.

[22] Og alt tað, sum tit biðja um í bønini við trúgv, tað skulu tit fáa.»

[23] Og tá ið hann var komin inn í halgidómin, tá komu til hansara, meðan hann lærdi, høvuðsprestarnir og hinir elstu fólksins og søgdu: «Hvat vald hevur tú til at gera hetta? Og hvør hevur givið tær hetta valdið?»

[24] Men Jesus svaraði teimum og segði: «Eg vil eisini seta tykkum ein spurning; um tit svara mær upp á hann, so vil eg eisini siga tykkum, við hvørjum valdi eg geri hetta.

[25] Dópur Jóhannesar, hvaðani var hann? Frá himni ella frá monnum?» Men teir samráddust sín ámillum og søgdu: «Siga vit: «Frá himni,» so man hann siga við okkum: «Hví trúðu tit honum tá ikki?»

[26] Men siga vit: «Frá monnum,» so mega vit óttast fyri mannfjøldini, tí at tey halda øll Jóhannes fyri ein profet.»

[27] Og teir svaraðu Jesusi og søgdu: «Vit vita ikki.» Tá segði eisini hann við teir: «So sigi eg heldur ikki tykkum, við hvørjum valdi eg geri hetta.

[28] Men hvat tykist tykkum? Ein maður átti tveir synir; og hann fór til hin fyrra og segði: «Sonur mín, far í dag og arbeið í víngarðinum.»

[29] Men hann svaraði og segði: «Nei, eg vil ikki.» Men seinni iðraði hann seg eftir tí og fór avstað.

[30] So fór hann til annan og segði líka so. Men hann svaraði og segði: «Jú, tað skal eg, harri;» men hann fór tó ikki.

[31] Hvør av hesum báðum gjørdi vilja faðirsins?» Teir siga: «Hin fyrri.» Jesus sigur við teir: «Sanniliga sigi eg tykkum: Tollarar og skøkjur ganga undan tykkum inn í Guðs ríki.

[32] Tí at Jóhannes kom til tykkara á rættvísis vegi, og ikki tit trúðu honum; men tollarar og skøkjur trúðu honum; men tó at tit sóu tað, iðraðu tit tykkum kortini ikki eftir tí seinni, so at tit trúðu honum.

[33] Lýðið á eitt annað líknilsi: Tað var ein húsbóndi, ið plantaði ein víngarð, og hann laðaði garð uttan um hann og gróv eina vínpersu í honum og bygdi eitt torn; og hann læt víngarðsmenn fáa hann til leigu og fór út av landinum.

[34] Men tá ið tað leið móti heystadegi, sendi hann húskallar sínar til víngarðsmenninar eftir fruktunum av víngarðinum.

[35] Og víngarðsmenninir tóku húskallar hansara, ein slógu teir, ein drópu teir, og ein steinaðu teir.

[36] Uppaftur sendi hann aðrar húskallar út, fleiri enn hinar fyrru, og teir gjørdu tað sama við teir.

[37] Men seinast sendi hann son sín út til teirra og segði: «Teir munnu fara at hava fyrilit fyri syni mínum!»

[38] Men tá ið víngarðsmenninir bóru eyga við sonin, søgdu teir sín ámillum: «Hatta er arvingin; kom, latum okkum drepa hann, so fáa vit arv hansara!»

[39] Og teir tóku hann og kastaðu hann út um víngarðin og drópu hann.

[40] Tá ið nú víngarðsharrin kemur, hvat man hann tá gera við hesar víngarðsmenninar?»

[41] Teir siga við hann: «Herviliga man hann taka hesi illmenni av døgum og lata aðrar víngarðsmenn fáa víngarðin til leigu, sum munnu lata hann fáa fruktirnar í rættum tíma.»

[42] Jesus sigur við teir: «Hava tit onga tíð lisið í skriftunum: «Steinurin, sum smiðirnir vrakaðu, hann er vorðin aðalhyrnissteinur. Av atvoldum Harrans er hetta hent, og undurfult er tað í eygum várum?»

[43] Tí sigi eg tykkum, at Guðs ríki skal verða tikið frá tykkum, og verða givið einum fólki, sum ber tess fruktir.

[44] Og tann, ið fellur um henda steinin, skal sora seg sundur; men tann, ið steinurin fellur á, skal hann smildra.»

[45] Og tá ið høvuðsprestarnir og Fariseararnir hoyrdu líknilsi hansara, skildu teir, at hann talaði um teir.

[46] Og teir ætlaðu at taka hann á hondum; men teir óttaðust fyri mannamúgvuni, tí at fólk hildu hann fyri ein profet.

Evangeliið eftir Matteus — Chapters