[1] Og tað hendi, tá ið Jesus hevði endað allar hesar talurnar, tá segði hann við lærusveinar sínar:
[2] «Tit vita, at um tveir dagar koma páskirnar, og tá verður menniskjusonurin givin upp at verða krossfestur.»
[3] Tá komu høvuðsprestarnir og hinir elstu fólksins saman í borgini hjá høvuðsprestinum; hann æt Kaifas.
[4] Og teir hildu ráð saman um at grípa Jesus við listum og taka hann av døgum.
[5] Men teir søgdu: «Ikki um hátíðina, at tað ikki má verða uppreist í fólkinum.»
[6] Men tá ið Jesus var komin til Betániu og var inni við hús hjá Símuni spitalska,
[7] tá kom ein kvinna fram til hansara við eini alabastur-krukku við sera dýrabarari salvu og helti hana út yvir høvur hansara, sum hann sat til borðs.
[8] Men tá ið lærusveinarnir sóu hetta, ilskaðust teir og søgdu: «Hvat skal henda burturspillan til?
[9] Tí at hetta kundi verið selt fyri nógvar pengar og givið fátækum.»
[10] Men tá ið Jesus varð varur við tað, segði hann við teir: «Hví gera tit kvinnuni ónáðir? Tí at hon hevur gjørt eina góða gerð ímóti mær.
[11] Fátæk hava tit altíð hjá tykkum: men meg hava tit ikki altíð.
[12] Tí at tá ið hon helti hesa salvuna út yvir likam mítt, gjørdi hon tað til tess at búgva um meg til jarðarferðina.
[13] Sanniliga sigi eg tykkum, at hvar sum helst um allan heimin hesin gleðiboðskapurin verður boðaður, har skal eisini tað, sum hon gjørdi, verða frásagt til áminningar um hana.»
[14] Tá fór ein av teimum tólv, hann, ið var nevndur Judas Iskarjot, til høvuðsprestarnar
[15] og segði: «Hvat vilja tit geva mær afturfyri, so skal eg fáa hann givnan upp í tykkara hendur?» Men teir flýddu honum tríati seklar (t.e. silvurdálar).
[16] Og eftir ta løtu royndi hann at finna eina lagaliga stund til at svíkja hann.
[17] Men á fyrsta degi hinna ósúrgaðu breyðanna komu lærusveinarnir til Jesus og søgdu: «Hvar vilt tú, at vit skulu gera alt til reiðar til tín at eta páskalambið?»
[18] Men hann segði: «Farið inn í staðin til tann mannin, tit vita, og sigið við hann: «Meistarin sigur: Mín tími er í nánd; hjá tær vil eg halda páskir saman við lærusveinum mínum.»»
[19] Og lærusveinarnir gjørdu, sum Jesus bað teir, og teir gjørdu páskalambið til.
[20] Men tá ið kvøldið var komið, settist hann til borðs saman við teimum tólv lærusveinunum.
[21] Og meðan teir fingu sær at eta, segði hann: «Sanniliga sigi eg tykkum: ein tykkara fer at svíkja meg.»
[22] Og teir vórðu ógvuliga harmfullir og fóru at siga við hann hvør fyri seg: «Harri, tað man tá ikki vera eg?»
[23] Men hann svaraði og segði: «Tann, ið dyppaði hondina í fatið við mær, hann fer at svíkja meg.
[24] Satt er tað, at menniskjusonurin fer burtur, soleiðis sum skrivað stendur um hann; men vei tí manni, sum menniskjusonurin verður svikin av! Betri hevði verið tí manni, at hann aldri var føddur.»
[25] Men Judas, ið sveik hann, tók til orða og segði: «Tað man tá ikki vera eg, rabbi?» Hann sigur við hann: «Nú segði tú tað sjálvur.»
[26] Men meðan teir fingu sær at eta, tók Jesus breyð, og hann vælsignaði og breyt tað og gav lærusveinunum tað og segði: «Takið, etið; hetta er likam mítt.»
[27] Og hann tók ein kalik og takkaði, gav teimum og segði: «Drekkið allir úr honum;
[28] tí at hetta er blóð mítt, blóð sáttmálans, sum verður úthelt fyri mongum til fyrigevingar syndanna.
[29] Men eg sigi tykkum, at frá hesi stund skal eg ikki meira drekka av hesi frukt víntræsins, til tann dag, tá ið eg drekki hana nýggja saman við tykkum í ríki faðirs míns.»
[30] Og tá ið teir høvdu sungið lovsongin, fóru teir út til Oljufjallið.
[31] Tá sigur Jesus við teir: «Allir munnu tit í hesi nátt fáa meinboga av mær. Tí at skrivað stendur: «Eg skal sláa hirðan, og seyðafylgið skal spreiðast sundur.»
[32] Men aftaná at eg eri upprisin, skal eg fara undan tykkum til Galileu.»
[33] Men Pætur tók til orða og segði við hann: «Um so teir allir fáa meinboga av tær, skal eg tó aldri taka mær meinboga.»
[34] Jesus segði við hann: «Sanniliga sigi eg tær: í hesi nátt, áðrenn hanin gelur, skalt tú avnokta meg tríggjar ferðir.»
[35] Pætur sigur við hann: «Um eg so skal doyggja við tær, skal eg als ikki avnokta teg.» Sama søgdu eisini allir lærusveinarnir.
[36] Tá kemur Jesus við teimum í ein urtagarð, sum eitur Getsemane, og hann sigur við lærusveinarnar: «Setist her, meðan eg fari burtur hagar og haldi bøn.»
[37] Og hann tók Pætur og teir báðar synir Sebedeusar við sær, og hann gjørdist syrgin og tók so sára at kvíða.
[38] Tá sigur hann við teir: «Sál mín er sorgarbundin heilt til deyða. Verið her og vakið við mær!»
[39] Og hann fór eitt sindur burtur frá teimum, legði seg fram eftir grúgvu, bað og segði: «Faðir mín, er tað gjørligt, tá lat hesa skál fara um meg; tó ikki sum eg vil, men sum tú vilt!»
[40] Og hann kemur til lærusveinarnar og hittir teir sovandi, og hann sigur við Pætur: «So vóru tit ikki mentir at vaka ein tíma við mær!
[41] Vakið og biðið, at tit ikki mega falla í freisting! Andin er fúsur, men holdið er veikt.»
[42] Uppaftur á øðrum sinni fór hann burtur frá teimum og bað og segði: «Faðir mín, um tað ikki er gjørligt, at henda skál kann ganga um meg, uttan at eg skal drekka hana, tá verði vilji tín!»
[43] Og hann kom og hitti teir uppaftur sovandi; tí at eygu teirra vóru tyngd av svøvni.
[44] Og hann fór frá teimum, gekk uppaftur avstað og bað triðju ferð og segði aftur tey somu orðini.
[45] Hann kemur tá aftur til lærusveinarnar og sigur við teir: «Sova tit enn og hvíla tykkum? Sí, stundin er komin, og menniskjusonurin verður givin upp í syndara hendur.
[46] Standið upp! Latum okkum fara! Sí, tann, ið meg svíkur, er í nánd.»
[47] Og meðan hann enn talaði, sí, tá kom Judas, ein av teimum tólv, og við honum ein heilur flokkur við svørðum og gøssum frá høvuðsprestunum og fólksins elstu.
[48] Men tann, ið sveik hann, hevði givið teimum eitt avrátt tekin og sagt: «Tann, sum eg kyssi, hann er tað; takið hann.»
[49] Og alt fyri eitt gekk hann fram at Jesusi og segði: «Heilur og sælur, rabbi!» og kysti hann.
[50] Men Jesus segði við hann: «Vinur mín, hví ert tú higar komin?» Tá gingu teir at, løgdu hendur á Jesus og tóku hann.
[51] Og sí, ein teirra, sum vóru við Jesusi, rætti hondina út og dró svørð sítt, og hann høgdi til tænara høvuðsprestsins og hjó oyrað av honum.
[52] Tá sigur Jesus við hann: «Stikk svørð títt aftur í slíðrarnar; tí at allir teir, ið taka til svørðs, skulu falla fyri svørði.
[53] Ella heldur tú, at eg ikki kundi biðið faðir mín, so at hann nú í stundini sendi mær meira enn tólv legiónir av einglum til hjálpar?
[54] Hvussu skuldu tá skriftirnar ganga út, at tað eigur so at verða?»
[55] Í somu stund segði Jesus við mannaskaran: «Sum eftir einum ránsmanni eru tit farnir út við svørðum og gøssum at taka meg. Dag og dagliga havi eg sitið í halgidóminum og lært, og tit tóku meg ikki.
[56] Men alt hetta er hent, til tess at skriftir profetanna skuldu ganga út.» Tá fóru allir lærusveinarnir frá honum og rýmdu.
[57] Men teir, ið høvdu tikið Jesus, førdu hann til Kaifas, høvuðsprestin, har sum hinir skriftlærdu og hinir elstu vóru saman komnir.
[58] Men Pætur fylgdi honum langt aftaná líka at borgargarðinum hjá høvuðsprestinum, og hann fór innum og settist niður hjá sveinunum fyri at síggja, hvat endin mundi fara at verða.
[59] Men høvuðsprestarnir og alt ráðið royndu at fáa rangan vitnisburð ímóti Jesusi, so at teir kundu fáa hann tiknan av døgum;
[60] men teir funnu einki, tó at mong lygivitni komu fram. Men at endanum komu tveir fram og søgdu:
[61] «Hesin maðurin hevur sagt: «Eg eri mentur at bróta Guðs tempul niður og byggja tað upp aftur eftir trimum døgum.»»
[62] Og høvuðspresturin reistist og segði við hann: «Svarar tú einki? Hvat er tað, ið hesir vitna ímóti tær?»
[63] Men Jesus tagdi. Og høvuðspresturin tók til orða og segði við hann: «Eg svørji teg við hin livandi Guð, at tú sigur okkum, um tú ert Kristus, sonur Guðs.»
[64] Jesus sigur við hann: «Tú segði tað sjálvur. Men eg sigi tykkum: Frá hesi stund skulu tit síggja menniskjusonin sita við høgru hond kraftarinnar og koma í skýggjum himmalsins.»
[65] Tá skræddi høvuðspresturin klæði síni og segði: «Hann hevur spottað Guð! Hvat nýtist okkum nú fleiri vitni? Sí, nú hava tit hoyrt spottanina.
[66] Hvat halda tit?» Men teir svaraðu og søgdu: «Hann er sekur til deyða.»
[67] Tá spýttu teir hann í andlitið og slógu hann við knýttum nevum; og summir slógu hann undir vangan
[68] og søgdu: «Profetera fyri okkum, Kristus! Hvør var tað, sum sló teg?»
[69] Men meðan sat Pætur fyri uttan í borgargarðinum. Og ein arbeiðiskona kom yvir til hansara og segði: «Tú vart eisini við Jesusi Galileinginum.»
[70] Men hann noktaði fyri tí, so allir hoyrdu, og segði: «Eg veit ikki, hvat tú sigur.»
[71] Men tá ið hann var farin út í forgarðin, sá ein onnur arbeiðiskona hann; og hon sigur við teir, ið har vóru: «Hasin var eisini við Jesusi úr Nasaret.»
[72] Og hann noktaði uppaftur fyri tí við einum eiði: «Eg kenni ikki tann mannin.»
[73] Men eina løtu seinni komu teir at, ið har stóðu, og søgdu við Pætur: «Jú víst ert tú eisini ein av teimum; tí at tú kenst jú eisini á málinum.»
[74] Tá tók hann at banna og svørja: «Eg kenni ikki tann mannin.» Og í tí sama gól hanin.
[75] Og orð Jesu runnu Pæturi í hug, at hann hevði sagt: «Áðrenn hanin gelur, skalt tú avnokta meg tríggjar ferðir.» Og hann fór útum og græt sárliga.