[1] Um tað mundið gekk Jesus um hvíludagin tvørtur um ein akur; men lærusveinar hansara kendu svongd, og teir fóru at slíta sær øks at eta.
[2] Men tá ið Fariseararnir sóu hetta, søgdu teir við hann: «Sí, lærusveinar tínir gera tað, sum ikki er loyviligt at gera ein hvíludag.»
[3] Men hann segði við teir: «Hava tit ikki lisið, hvat Dávid gjørdi, tá ið hann hungraði, og teir, ið við honum vóru?
[4] Hvussu hann fór inn í Guðs hús og át sýnisbreyðini, sum hvørki hann ella teir, ið við honum vóru, áttu at eta, men eina prestarnir?
[5] Ella hava tit ikki lisið í lógbókini, at um hvíludagin bróta prestarnir halguna í halgidóminum, og eru tó ósekir.
[6] Men eg sigi tykkum, at her er tað, ið hevur meir at týða enn halgidómurin.
[7] Men um tit høvdu vitað, hvat tað vil siga: «Mær er meir um miskunn enn um offur,» tá mundu tit ikki hava dømt teir, ið sakleysir eru.
[8] Tí at menniskjusonurin er hvíludagsins harri.»
[9] Og hann fór burtur haðani og kom inn í samkomuhús teirra.
[10] Og sí, har var ein maður, ið hevði eina visna hond; og teir spurdu hann og søgdu: «Er tað loyviligt at grøða nakran um hvíludagin?» – fyri at teir kundu hava okkurt at klaga hann fyri.
[11] Men hann segði við teir: «Hvør er tann maður tykkara millum, sum eigur ein seyð, og hann um hvíludagin dettur í eina grøv, at hann so ikki fer eftir honum og dregur hann uppúr?
[12] Hvussu nógv meir er nú ikki maður verdur enn ein seyður? Tí er tað loyviligt at gera væl um hvíludagin.»
[13] So sigur hann við mannin: «Rætt hondina fram!» Og hann rætti hana fram, og hon varð frísk aftur sum hin.
[14] Men Fariseararnir fóru út og hildu ráð saman móti honum, hvussu teir kundu fáa hann av døgum.
[15] Men tá ið Jesus fekk hetta at vita, fór hann burtur haðani. Og mong fylgdu honum, og hann grøddi tey øll;
[16] og hann legði teimum ríkan við ikki at gera hann kunnan,
[17] fyri at tað skuldi ganga út, ið talað er av Jesaja profeti, ið sigur:
[18] «Sí, tænari mín, sum eg kjósaði mær; hin elskaði mín, sum sál mín hevur yndi til! Eg vil lata anda mín koma yvir hann, og heidningunum skal hann kunngera rætt.
[19] Ikki skal hann deila, ei heldur rópa upp í há; og ikki skal nakar hoyra mál hansara á gøtunum.
[20] Rørið, ið sundur er, skal hann ikki bróta, og skarið, ið rýkur, skal hann ikki sløkkja, til hann hevur ført rættin fram til sigurs.
[21] Og til navns hansara skulu heidningar seta sína vón.»
[22] Tá varð førdur til hansara ein maður við einum illum anda, og hann var blindur og dummur; og hann grøddi hann, so at tann dummi talaði og sá.
[23] Og allar mannamúgvurnar stóðu bilsnar og søgdu: «Man hetta ikki vera Dávidssonurin?»
[24] Men tá ið Fariseararnir hoyrdu tað, søgdu teir: «Hesin maður rekur ikki út illar andar uttan við Beelsebul, høvdinga teirra illu andanna.»
[25] Men við tað at hann kendi hugsan teirra, segði hann við teir: «Hvørt ríki, ið er komið í ósemju við seg sjálvt, verður lagt oyðið; og hvør bygd og hvørt heim, ið er komið í ósemju við seg sjálvt, kann ikki standa við.
[26] Og um Sátan rekur út Sátan, tá er hann komin í ósemju við sjálvan seg, og hvussu kann ríki hansara tá standa við?
[27] Og um eg reki út hinar illu andarnar við Beelsebul, við hvørjum reka tá synir tykkara sjálvs teir út? Teir skulu tí verða dómarar tykkara.
[28] Men um eg reki út hinar illu andarnar við Guðs anda, tá er Guðs ríki komið á tykkum.
[29] Ella hvussu kann nakar fara inn í húsini hjá hinum sterka og ræna ognarlutir hansara, uttan at hann fyrst hevur bundið hin sterka? Tá kann hann ræna hús hansara.
[30] Tann, ið ikki er við mær, er ímóti mær; og tann, ið ikki savnar við mær, hann skilir sundur.
[31] Tí sigi eg tykkum: Hvør synd og spottan skal verða monnum fyrigivin, men spottan ímóti andanum skal ikki verða fyrigivin.
[32] Og um nakar talar eitt orð ímóti menniskjusoninum, skal tað verða honum fyrigivið; men um nakar talar ímóti hinum heilaga anda, honum skal tað ikki verða fyrigivið, hvørki í hesi øld ella í teirri komandi.
[33] Latið annaðhvørt træið vera gott, og fruktir tess eru góðar, ella latið træið verða ringt, og fruktir tess eru ringar; tí av fruktini man træið kennast.
[34] Tykkara ormaungar, hvussu kunnu tit tala tað, ið gott er, tá ið tit sjálvir eru óndir? Tí at muður mælir tað, sum hjartað er fult av.
[35] Hin góði maðurin ber fram gott úr sínum góðu goymslum; og hin illi maðurin ber fram ilt úr sínum illu goymslum.
[36] Men eg sigi tykkum, at menniskjan á dómadegi skal standa til svars fyri hvørjum ógagnsorði, sum hon hevur talað.
[37] Tí at av orðum tínum skalt tú verða kendur rættvísur, og av orðum tínum skalt tú verða dómfeldur.»
[38] Tá tóku nakrir av teimum skriftlærdu og Farisearunum til orða og søgdu við hann: «Meistari, vit vilja fegnir síggja eitt tekin frá tær.»
[39] Men hann svaraði og segði við teir: «Ein ónd og ótrúgv slekt leitar um tekin; men ikki skal henni verða givið annað tekin enn tekin Jónasar profets.
[40] Tí at líkasum Jónas var í hvalabúkinum tríggjar dagar og tríggjar nætur, soleiðis skal menniskjusonurin verða tríggjar dagar og tríggjar nætur undir moldum.
[41] Nineve-menn skulu í dóminum stíga fram saman við hesi slekt, og teir skulu dómfella hana, tí at teir vendu um eftir prædiku Jónasar; og sí, meir er her enn Jónas!
[42] Suðurlanda-drotningin skal í dóminum standa upp saman við hesi slekt, og hon skal dómfella hana, tí at hon kom frá ytstu útnesum á jørðini fyri at hoyra vísdóm Sálomons; og sí, meir er her enn Sálomon!
[43] Men tá ið hin óreini andin er farin út úr menniskjuni, flakkar hann um vatnleysar staðir og leitar sær hvílu, men finnur hana ikki.
[44] So sigur hann: «Eg vil venda aftur til hús mítt, sum eg fór úr.» Og tá ið hann kemur, finnur hann tað tómt, sópað og prýtt.
[45] Tá fer hann avstað og tekur við sær sjey aðrar andar, sum eru verri enn hann sjálvur; og teir fara inn og seta búgv har, og hitt seinna hjá tí menniskjuni verður verri enn hitt fyrra. Soleiðis man eisini fara at gangast hesi óndu slekt.»
[46] Meðan hann enn talaði til mannamúgvurnar, sí, tá stóðu móðir hansara og brøður hansara fyri uttan og royndu at fáa hann í tal.
[47] Og onkur segði við hann: «Sí, móðir tín og brøður tínir standa her fyri uttan og spyrja eftir tær at hitta teg.»
[48] Men hann svaraði og segði við tann, ið segði honum tað: «Hvør er móðir mín og hvørjir eru brøður mínir?»
[49] Og hann rætti hondina út yvir lærusveinar sínar og segði: «Sí, hetta er móðir mín og brøður mínir!
[50] Tí at hvør tann, ið ger vilja faðirs míns, sum er í himlunum, hann er bróðir mín og systir mín og móðir mín.»