[1] Og hann steig inn í bátin og fór yvirum og kom til sína egnu bygd.
[2] Og sí, teir komu berandi til hansara við einum giktsjúkum manni, ið lá í eini song. Og tá ið Jesus sá trúgv teirra, segði hann við hin giktsjúka: «Sonur mín, hav tú gott treysti, syndir tínar eru tær fyrigivnar.»
[3] Og sí, nakrir av teimum skriftlærdu hugsaðu við sær sjálvum: «Hesin maðurin spottar Guð.»
[4] Og tá ið Jesus sá hugsan teirra, segði hann: «Hví hugsa tit ilt í hjørtum tykkara?
[5] Tí hvat er lættari at siga: «Syndir tínar eru tær fyrigivnar,» ella at siga. «Statt upp og gakk?»
[6] Men fyri at tit skulu vita, at menniskjusonurin hevur vald á jørð til at fyrigeva syndir» – tá sigur hann við hin giktsjúka: – «Statt upp, tak song tína og far heim til húsa!»
[7] Og hann stóð upp og fór heim til sín sjálvs.
[8] Men tá ið mannamúgvurnar sóu hetta, óttaðust tær og prísaðu Guði, sum hevði givið monnum slíkt vald.
[9] Og í tí Jesus fór haðani og gekk longur fram, sá hann ein mann, ið æt Matteus, sita við tollbúðina; og hann sigur við hann: «Fylg mær!» Og hann stóð upp og fylgdi honum.
[10] Og tað bar so til, tá ið hann sat til borðs heima við hús, sí, tá komu mangir tollarar og syndarar og settust til borðs saman við Jesusi og lærusveinum hansara.
[11] Og tá ið Fariseararnir sóu hetta, søgdu teir við lærusveinar hansara: «Hví etur meistari tykkara saman við tollarum og syndarum?»
[12] Men tá ið hann hoyrdi tað, segði hann: «Ikki tarvast teimum frísku lækna, men teimum, ið hava ilt.
[13] Men farið tit avstað og lærið, hvat tað hevur at týða: «Miskunn mær líkar, og ikki offur.» Tí at eg eri ikki komin at kalla rættvísar, men syndarar.»
[14] Tá komu til hansara lærusveinar Jóhannesar og søgdu: «Hví halda vit og Fariseararnir stranga føstu, men lærusveinar tínir halda ikki føstu?»
[15] Og Jesus segði við teir: «Kunnu brúðmenninir syrgja, meðan brúðgómurin er hjá teimum? Men teir dagar munnu koma, tá ið brúðgómurin verður tikin frá teimum, og tá skulu teir fasta.
[16] Eingin setir eina bót av ótøvdum vaðmali á eini gomul klæði; tí at bótin skræðir meir burtur úr klæðunum, og holið verður verri.
[17] Ikki heldur lata menn nýtt vín upp í gamlar leðurfløskur; annars spreingjast leðurfløskurnar, og vínið fer til spillis, og fløskurnar forfarast; men menn lata nýtt vín upp í nýggjar leðurfløskur, og tá goymast báðir partar.»
[18] Meðan hann talaði hetta til teirra, sí, tá kom ein forstøðumaður og fell niður fyri honum og segði: «Dóttir mín er beint nú deyð; men kom og legg hond tína á hana, so livnar hon upp aftur.»
[19] Og Jesus reisti seg upp og fór við honum og lærusveinar hansara.
[20] Og sí, ein kona, sum í tólv ár hevði havt blóðsótt, kom til hansara aftanífrá og nam við faldin á kappa hansara.
[21] Tí at hon hugsaði við sær sjálvari: «Fái eg eina nomið við kappa hansara, so verði eg frísk.»
[22] Men hann vendi sær á, og tá ið hann sá hana, segði hann: «Hav tú gott treysti, dóttir mín, trúgv tín hevur frelst teg.» Og konan varð frísk frá teirri somu stund.
[23] Og tá ið Jesus kom inn í húsini hjá forstøðumanninum og sá har spælimenninar og eina mongd av fólki, ið grótu og illa lótu, segði hann:
[24] «Farið tykkara veg, tí at gentan er ikki deyð, men hon svevur!» Og tey læðu at honum.
[25] Men tá ið fólkamongdin var koyrd út, fór hann innar og tók í hondina á henni, og gentan reisti seg upp.
[26] Og hesi tíðindi komu út um alt landið har um vegir.
[27] Og tá ið Jesus fór avstað aftur haðani, gingu tveir blindir menn aftan á honum og rópaðu og søgdu: «Miskunna okkum, Dávids sonur!»
[28] Men tá ið hann var komin heim til húsa, komu teir blindu til hansara; og Jesus sigur við teir: «Trúgva tit, at eg kann gera hetta?» Teir siga við hann: «Ja, Harri!»
[29] So nam hann við eygu teirra og segði: «So verði tykkum eftir trúgv tykkara!»
[30] Og eygu teirra opnaðust. Og Jesus legði teimum ríkan við og segði: «Síggið til, at eingin fær hetta at vita.»
[31] Men teir fóru avstað og søgdu tíðindi um hann í øllum bygdunum har um vegir.
[32] Men tá ið teir vóru farnir avstað, sí, tá førdu tey til hansara ein dumman mann, sum hevði ein illan anda.
[33] Og tá ið hin illi andin var rikin út, talaði hin dummi. Og mannamúgvurnar undraðust á hetta og søgdu: «Ongantíð hevur tílíkt sæst í Ísrael.»
[34] Men Fariseararnir søgdu: «Hann rekur út illar andar við høvdinga hinna illu andanna.»
[35] Og Jesus ferðaðist um allar staðir og bygdir og lærdi í samkomuhúsum teirra og prædikaði gleðiboðskapin um ríkið og grøddi hvørja sjúku og hvørja ilsku.
[36] Men tá ið hann sá mannamúgvurnar, tókti honum stórliga synd í teimum, tí at tær vóru illa viðfarnar og vanrøktaðar rætt sum seyðir, ið ongan hirða hava.
[37] Tá sigur hann við lærusveinar sínar: «Akurskurðurin er mikil, men arbeiðismenninir eru fáir.
[38] Biðið tí hann, sum akurskurðin eigur, at hann vil senda út arbeiðisfólk at heysta inn skurðin.»