Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 7:42

[1] Og Jesus fór út og gekk burtur frá halgidóminum; og lærusveinar hansara komu til hansara at vísa honum bygningar halgidómsins.

[2] Men hann tók til orða og segði við teir: «Síggja tit ikki alt hetta? Sanniliga sigi eg tykkum: her skal ikki liggja steinur eftir á steini, sum ikki skal verða rivin niður.»

[3] Men meðan hann sat uppi á Oljufjallinum, komu lærusveinarnir til hansara einsæris og søgdu: «Sig okkum, nær man hetta fara at verða? Og hvat er tekinið fyri komu tíni og veraldar enda?»

[4] Og Jesus svaraði og segði við teir: «Varið tykkum, at eingin villleiðir tykkum.

[5] Tí at mangir skulu koma í navni mínum og siga: «Eg eri Kristus,» og teir skulu villleiða mong.

[6] Men tit skulu hoyra um bardagar og frætta tíðindi um bardagar. Verið varnir, at ræðsla ikki kemur á tykkum; tí at hetta má henda, men ikki er endin enn.

[7] Tí at fólkaflokkur skal reisast móti fólkaflokki, og ríki móti ríki; og tað skal verða hungur og drepsótt og landskjálvti víða hvar.

[8] Men alt hetta eru teir fyrstu verkirnir.

[9] Tá skulu tey koma tykkum í neyð og trongd og drepa tykkum, og tit skulu verða hataðir av øllum fólkasløgum fyri navns míns skuld.

[10] Og tá skulu mangir fáa meinboga, og hvør skal svíkja annan, og hvør skal hata annan.

[11] Og mangir svikaprofetar skulu koma upp og villleiða mong:

[12] og av tí at lógloysið økist, skal kærleikin kólna hjá teimum flestu.

[13] Men tann, ið heldur út til enda, hann skal verða frelstur.

[14] Og hesin gleðiboðskapurin um ríkið skal verða boðaður um allan heimin til vitnisburðar fyri øllum fólkasløgunum; og tá skal endin koma.

[15] Tá ið tit tí síggja andstygd oyðingarinnar, sum talað er um av Dánjali profeti, standa á heilagum staði – tann, ið hetta lesur, hann gevi tí gætur –

[16] tá rými tey, sum eru í Júdeu, til fjals.

[17] Tann, ið er staddur uppi á tekjuni, hann fari ikki niður eftir tí, ið inni er í húsi hansara;

[18] og tann, ið er staddur úti á markini, hann vendi ikki heim aftur eftir klæðum sínum!

[19] Men tær neyðarkonur, sum í teimum døgum hava barn undir belti og á brósti!

[20] Men biðið um, at flýggjan tykkara ikki skal verða um vetrartíð, ikki heldur ein hvíludag.

[21] Tí at tá skal verða mikil trongd, slík sum hon ikki hevur verið frá upphavi heimsins og til henda dag, og sum hon onga tíð skal verða.

[22] Og um hesir dagar ikki vórðu styttir, tá varð ikki maður frelstur; men vegna teirra útvaldu skulu hesir dagar verða styttir.

[23] Um onkur tá sigur við tykkum: «Sí, her er Kristus!» ella: «har er hann,» tá skulu tit ikki trúgva tí.

[24] Tí at svikakristusar og svikaprofetar skulu koma upp, og teir skulu gera stór tekin og undurverk, fyri at eisini tey útvaldu skuldu verða villleidd, um tað var gjørligt.

[25] Sí, eg havi sagt tykkum tað frammanundan.

[26] Um tey tí siga við tykkum: «Sí, hann er í oyðimørkini,» tá farið ikki út hagar; «sí, hann er í kømurunum,» tá trúgvið tí ikki.

[27] Tí at eins og snarljósið skyggir í eystri og lýsir í vestri, soleiðis skal koma menniskjusonarins verða.

[28] Har sum ræið er, har munnu ørnirnar flykkjast.

[29] Men brátt aftan á trongdina í teimum døgum skal sólin myrkna og mánin ikki geva skin sítt, og stjørnurnar skulu falla niður av himli, og skakast skulu himmalsins kreftur.

[30] Og tá skal tekin menniskjusonarins koma til sjóndar á himlinum; og tá skulu allar mannaættir á jørðini eymka seg, og tær skulu síggja menniskjusonin koma á skýggjum himmalsins við veldi og miklari dýrd.

[31] Og hann skal senda út einglar sínar við hvøllum lúðri, og teir skulu savna saman tey útvaldu hansara úr teimum fýra ættunum, frá einum enda á himlinum at øðrum.

[32] Men lærið líknilsið av fikutræinum. Tá ið gróðurin er komin í greinarnar og leyvið fer at spretta, tá vita tit, at summarið er í nánd.

[33] Soleiðis skulu tit eisini vita, at tá ið tit síggja alt hetta, tá er hann í nánd, fyri durunum.

[34] Sanniliga sigi eg tykkum: henda ætt skal ikki ganga undir, fyrr enn alt hetta hevur hent.

[35] Himmalin og jørðin skulu ganga undir, men orð míni skulu als ikki ganga undir.

[36] Men um tann dag og tíma veit eingin, sjálvt ikki himmalsins einglar, ei heldur sonurin, men eina faðirin einsamallur.

[37] Men eins og dagar Nóa vóru, soleiðis skal eisini koma menniskjusonarins verða.

[38] Tí at eins og tey í døgunum framman undan flóðini miklu ótu og drukku, giftust og giftu, líka til tann dagin, tá ið Nóa gekk inn í ørkina,

[39] og tey ongum skoyttu, fyrr enn flóðin mikla kom og tók tey øll burtur, soleiðis skal eisini koma menniskjusonarins verða.

[40] Tá skulu tveir menn vera staddir úti á markini; annar verður tikin við, og annar verður eftir.

[41] Tvær konur skulu mala á kvørnini; onnur verður tikin við, og onnur verður eftir.

[42] Vakið tí; tí at tit vita ikki, á hvørjum degi harri tykkara kemur!

[43] Men tað skilja tit, at um húsbóndin hevði vitað, í hvørji økt um náttina tjóvurin kom, tá hevði hann vakt og ikki latið verið innbrot í hús síni.

[44] Av hesi orsøk skulu eisini tit vera búnir; tí at menniskjusonurin kemur í teirri stund, sum tykkum ikki varir.

[45] Hvør er so hin trúgvi og hygni húskallurin, sum húsbóndin hevur sett yvir húsfólk sítt at geva teimum føðina í rættari tíð?

[46] Sælur er tann húskallur, sum húsbóndin, tá ið hann kemur, finnur berandi seg soleiðis at.

[47] Sanniliga sigi eg tykkum: hann skal seta hann yvir øllum ognum sínum.

[48] Men um hin ringi húskallurin hugsar við sær sjálvum: «Húsbóndi mín bíðar við at koma;»

[49] og hann so fer at sláa lagsmenn sínar, og etur og drekkur í felagi við drykkjumonnum,

[50] tá skal húsbóndin hjá hesum húskalli koma á tí degi, sum hann ikki væntar, og í tí tíma, sum hann ikki veit av;

[51] og hann skal høgga hann sundur og lata hann fáa part saman við falsarunum; har skal verða grátur og tannagrísl.

Evangeliið eftir Matteus — Chapters