Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 6:25

[1] Upphavið til gleðiboðskapin um Jesus Krist, Guðs son.

[2] Líkasum skrivað er hjá Jesaja profeti: «Sí, eg sendi út sendisvein mín framman undan tær; hann skal búgva út veg tín.

[3] Røddin á einum, ið rópar í oyðimørk: «Ruddið veg Harrans, beinar gerið leiðir hans!»»

[4] Soleiðis steig Jóhannes doyparin fram í oyðimørkini og prædikaði umvendingardóp til fyrigevingar syndanna.

[5] Og heila Júdeuland og alt fólkið í Jerúsalem fór út til hansara, og tey vórðu doypt av honum í ánni Jórdan, í tí at tey játtaðu syndum sínum.

[6] Og Jóhannes var í klæðum av kamelhári, og hann hevði eitt leðurbelti um lendarnar, og hann át grashoppur og villan hunang.

[7] Og hann prædikaði og segði: «Aftan á meg kemur hann, ið sterkari er enn eg, og eg eri ikki verðugur at bukka meg niður og loysa tveingir hansara.

[8] Eg havi doypt tykkum við vatni; men hann skal doypa tykkum við heilagum anda.»

[9] Og tað hendi í teimum døgunum, at Jesus kom úr Nasaret í Galileu og varð doyptur av Jóhannesi í Jórdan.

[10] Og við tað sama hann steig upp úr vatninum, sá hann himlarnar opnast og andan sum eina dúgvu stíga oman yvir hann;

[11] og ein rødd kom av himlunum: «Tú ert sonur mín, hin elskaði, til tín havi eg tokka!»

[12] Og við tað sama dreiv andin hann út í oyðimørkina;

[13] og hann var í oyðimørkini fjøruti dagar og varð freistaður av Sátani; og hann var villdjóranna millum, og einglarnir tæntu honum.

[14] Men eftir tað at Jóhannes var givin upp, kom Jesus til Galileu og prædikaði gleðiboðskapin um Guð

[15] og segði: «Tíðin er fullkomin, og Guðs ríki er í nánd! Vendið um og trúgvið gleðiboðskapinum!»

[16] Og í tí hann fór gangandi fram við vatninum í Galileu, sá hann Símun og Andrias, bróður Símunar, fáast við at seta gørn á vatninum; tí at teir vóru fiskimenn.

[17] Og Jesus segði við teir: «Komið og fylgið mær, og eg skal lata tykkum verða mannafiskimenn.»

[18] Og í stundini fóru teir frá gørnunum og fylgdu honum.

[19] Og tá ið hann hevði gingið eitt sindur longur fram, sá hann Jákup, son Sebedeusar, og Jóhannes, bróður hansara, sum eisini vóru á báti og bøttu gørnini hjá sær.

[20] Og við tað sama rópaði hann teir, og teir lótu faðir sín, Sebedeus, verða eftir á bátinum saman við bønarmonnunum, og fóru aftan á honum.

[21] Og teir fara inn í Kapernaum. Og alt fyri eitt fór Jesus um hvíludagin inn í samkomuhúsið og lærdi.

[22] Og tey vórðu reiðuliga bilsin av læru hansara, tí at hann lærdi tey sum tann, ið eigur mekt og mæti, og ikki soleiðis sum teir skriftlærdu.

[23] Og nú vildi so til, at har í samkomuhúsi teirra var ein maður við einum óreinum anda; hann skar í róp

[24] og segði: «Hvat hava vit við teg at gera, Jesus úr Nasaret? Tú ert komin at oyðileggja okkum; vit kenna teg, hvør tú ert, tú Guðs heilagi.»

[25] Og Jesus hótti at honum og segði: «Tig og far út úr honum!»

[26] Og hin óreini andin rykti og skrykti í hann, og rópandi háróp fór hann út úr honum.

[27] Og ótti kom á øll, so at tey spurdu hvørt annað og søgdu: «Hvat er hetta? Ein nýggj læra við valdi! Eisini hinum óreinu andunum býður hann, og teir akta hann.»

[28] Og tíðindini um hann komu við tað sama út víða hvar í øllum bygdunum har um vegir í Galileu.

[29] Og alt fyri eitt teir vóru farnir út úr samkomuhúsinum, komu teir inn við hús hjá Símuni og Andriasi, saman við Jákupi og Jóhannesi.

[30] Men vermóðir Símunar lá sjúk av hitasótt; og við tað sama orðaðu teir við hann um hana.

[31] Og hann gekk fram til hennara og tók í hondina á henni og reisti hana upp; og hitasóttin fór av henni, og hon borðreiddi fyri teimum.

[32] Men tá ið kvøldið var komið, eftir sólsetur, komu tey til hansara við øllum teimum, sum høvdu ilt og vóru plágað av illum andum,

[33] og øll bygdin var komin saman fyri durunum.

[34] Og hann grøddi mong, sum drógust við ymsar sjúkur, og rak út mangar illar andar; og hann gav ikki hinum illu andunum loyvi at tala, tí at teir kendu hann.

[35] Og árla á morgni, áðrenn tað var fullljóst, fór hann upp og gekk út, og hann fór burtur á ein oyðistað og helt bøn har.

[36] Og Símun og teir, sum við honum vóru, skundaðu sær eftir honum;

[37] og teir hittu hann og siga við hann: «Øll leita eftir tær!»

[38] Og hann sigur við teir: «Latum okkum fara burtur aðrar staðir, til smábygdirnar her í nánd, so at eg kann prædika eisini har; tí at til tess eri eg út farin.»

[39] Og hann kom og prædikaði í samkomuhúsum teirra um alt Galileuland og rak út illar andar.

[40] Og ein spitalskur maður kemur til hansara, bønar hann og fellur á knæ fyri honum og sigur við hann: «Um tú vilt, kanst tú reinsa meg.»

[41] Og honum tókti hjartaliga synd í honum, og hann rætti hondina út og nam við hann og sigur: «Eg vil, verð reinur!»

[42] Og í stundini fór spitalskusjúkan av honum, og hann varð reinur.

[43] Og hann legði honum ríkan við og koyrdi hann avstað alt fyri eitt

[44] og sigur við hann: «Síggj til, at tú ikki sigur nøkrum nakað, men far avstað og sýn teg fyri prestinum og ofra fyri reinsan tína tað, sum Móses hevur ásett, til vitnisburðar fyri teimum.»

[45] Men tá ið hann fór avstað, tók hann at boða almikið frá hesum og at bera hesi tíðindi víða um, so at Jesus ikki longur kundi koma opinlýst inn í nakra bygd; men hann helt seg uttanfyri, úti á óbygdum støðum; og úr øllum ættum komu tey til hansara.

Evangeliið eftir Markus — Chapters