Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 6:17

[1] Og Jesus tók til orða og talaði aftur til teirra í líknilsum og segði:

[2] «Himmiríkið er líkt einum kongi, ið gjørdi brúdleyp hjá syni sínum.

[3] Og hann sendi sveinar sínar avstað at boða teimum, ið boðin vóru í brúdleypið. Men tey vildu ikki koma.

[4] Hann sendi aðrar sveinar á øðrum sinni avstað og segði: Sigið teimum bodnu: «Sí, veitslu mína havi eg gjørt til reiðar, oksar mínir og feitineytini eru dripin, og alt er tilgjørt; komið í brúdleypið!»

[5] Men tey løgdu einki í tað, men fóru burtur aðrar staðir, eitt út í akur sín og annað í handil sín;

[6] og hini tóku hendur á sveinar hansara og meinslaðu og drópu teir.

[7] Men kongurin varð vreiður og sendi út herlið sítt og tók hesi illgerðarfólkini av lívi og brendi borg teirra.

[8] Tínæst sigur hann við sveinar sínar: «Víst er tilgjørt til brúdleyps; men tey bodnu vóru tess ikki verd.

[9] Farið tit tí út á vegamótini og bjóðið í brúdleyp so mongum, sum tit hitta.»

[10] Og hesir sveinarnir fóru út á vegirnar og savnaðu saman øll, teir hittu, bæði ónd og góð, og gildisskálin varð fullur av gestum.

[11] Men tá ið nú kongurin fór innar at síggja gestirnar, bar hann eyga við ein mann, sum ikki var klæddur í brúdleypsklæði.

[12] Og hann sigur við hann: «Vinur mín, hvussu ert tú komin inn higar, og ert ikki í brúdleypsklæðum?» Men hann tagdi.

[13] Tá segði kongurin við sveinarnar: «Bindið hendur og føtur á honum og kastið hann út í myrkrið fyri uttan; har skal verða grátur og tannagrísl!

[14] Tí at mong eru kallað, men fá eru útvøld.»

[15] Tá fóru Fariseararnir og hildu ráð saman um, hvussu teir skuldu seta hann fastan í orðum.

[16] Og teir senda til hansara lærusveinar sínar saman við Heródesarmonnum og siga: «Meistari, vit vita, at tú ert sannorðaður, og at tú lærir Guðs veg í sannleika og ikki firnast fyri nøkrum, tí at tú gert ikki mannamun.

[17] Sig okkum tí, hvat heldur tú? Er tað beint at gjalda keisaranum skatt ella ikki?»

[18] Men Jesus grunaði illskap teirra og segði: «Tykkara falsarar! Hví freista tit meg?

[19] Sýnið mær skattapeningin!» Men teir fingu honum ein denar.

[20] Og Jesus sigur við teir: «Hvørs mynd og yvirskrift er hetta?»

[21] Teir siga: «Keisarans.» Tá sigur hann við teir: «Gevið tá keisaranum tað, ið keisarans er, og Guði tað, ið Guðs er!»

[22] Og tá ið teir hetta hoyrdu, undraðust teir, og teir gingu frá honum og fóru avstað.

[23] Tann dagin komu nakrir Saddukearar til hansara, teir, ið siga, at eingin uppreisn frá deyðum er til; og teir spurdu hann og søgdu:

[24] «Meistari, Móses segði: «Doyr maður barnleysur, tá skal bróðir hansara giftast við konu hansara og reisa upp bróður sínum avkom.»

[25] Nú vóru tað sjey brøður her hjá okkum. Hin fyrsti giftist og doyði, og við tað at hann einki barn átti, læt hann bróður sínum konu sína eftir seg.

[26] Somuleiðis eisini hin annar og hin triði, líka til hin sjeynda.

[27] Seinast av øllum doyði konan.

[28] Hvørs kona av teimum sjey skal hon nú verða í uppreisnini? Tí at allir hava átt hana.»

[29] Men Jesus svaraði og segði við teir: «Tit fara villir, av tí at tit hvørki kenna skriftirnar ella Guðs mátt.

[30] Tí at í uppreisnini hvørki gifta tey ella giftast, men tey eru eins og Guðs einglar í himlunum.

[31] Men viðvíkjandi uppreisnini frá deyðum, hava tit tá ikki lisið tað, ið talað er til tykkara av Guði, ið sigur:

[32] «Eg eri Guð Ábrahams og Guð Ísaks og Guð Jákups?» Ikki er hann Guð teirra deyðu, men teirra livandi.» »

[33] Og tá ið mannamúgvurnar hetta hoyrdu, vórðu tey bilsin av læru hansara.

[34] Men tá ið Fariseararnir hoyrdu, at hann hevði málbundið Saddukeararnar, komu teir saman;

[35] og ein teirra, ein lógkønur, spurdi hann til tess at freista hann:

[36] «Meistari, hvat er hitt stóra boðið í lógini?»

[37] Men hann segði við hann: « «Tú skalt elska Harran, Guð tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum huga tínum!»

[38] Hetta er hitt stóra og fyrsta boðið.

[39] Men eitt annað er enn, ið er hesum líkt: «Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg!»

[40] Í hesum báðum boðunum hongur øll lógin og profetarnir.»

[41] Men meðan Fariseararnir vóru saman komnir, spurdi Jesus teir og segði:

[42] «Hvat halda tit um Kristus? Hvørs sonur er hann?» Teir siga við hann: «Dávids.»

[43] Hann sigur við teir: «Hvussu kann tá Dávid í andanum kalla hann harra, tá ið hann sigur:

[44] «Harrin segði við harra mín: Set teg við mína høgru lið, til eg leggi fíggindar tínar undir føtur tínar!»

[45] Tá ið nú Dávid kallar hann harra, hvussu kann hann tá vera sonur hansara?»

[46] Og eingin kundi svara honum eitt orð, ei heldur tordi nakar meira eftir tann dag at seta honum ein spurning.

Evangeliið eftir Matteus — Chapters