[1] Men tá ið Jesus var føddur í Betlehem í Júdeu, á døgum Heródesar kongs, sí, tá komu nakrir vísmenn úr Eysturlondum til Jerúsalem og søgdu:
[2] «Hvar er hin nýføddi Jødakongurin? Tí at vit hava sæð stjørnu hansara har eysturi, og vit eru komnir at tilbiðja hann.»
[3] Men tá ið Heródes kongur hoyrdi hetta, varð hann óttafullur og øll Jerúsalem við honum;
[4] og hann sendi boð eftir øllum høvuðsprestum og skriftlærdum monnum fólksins og spurdi teir, hvar Kristus átti at verða føddur.
[5] Og teir søgdu honum: «Í Betlehem í Júdeu; tí at soleiðis stendur skrivað hjá profetinum:
[6] «Og tú Betlehem, Júdaland, als ikki ert tú minst millum høvdinga í Júda; tí at frá tær skal koma ein høvdingi, ið skal verða hirði fyri fólki mínum Ísrael.»
[7] Tá rópaði Heródes vísmenninar til sín á loynum og spurdi teir gjølla um tíðina, tá ið stjørnan var komin til sjóndar;
[8] og hann sendi teir avstað til Betlehem og segði við teir: «Farið avstað og sóknist væl eftir barninum; og tá ið tit hava funnið tað, sigið mær so frá, at eg eisini kann koma og tilbiðja tað.»
[9] Men tá ið teir høvdu lýtt á kongin, fóru teir avstað; og sí, stjørnan, sum teir høvdu sæð har eysturi, gekk framman undan teimum, líka til hon kom og stóð uppi yvir har, sum barnið var.
[10] Men tá ið teir sóu stjørnuna, vórðu teir heilt avbera glaðir.
[11] Og teir fóru inn í húsið og sóu barnið hjá Mariu, móður síni; og teir løgdust á knæ og tilbóðu tað; og teir lótu upp goymslur sínar og bóru tí gávur: gull og roykilsi og myrru.
[12] Og av tí at teir í dreymi høvdu fingið eina ávaring frá Guði um, at teir ikki skuldu fara aftur til Heródesar, tóku teir eina aðra leið heim aftur til land sítt.
[13] Men tá ið teir vóru avstað farnir, sí, tá sýndi eingil Harrans seg í dreymi fyri Jósefi og segði: «Statt upp, tak við tær barnið og móður tess og flýggja til Egyptalands og verð har, til eg sigi tær til; tí at Heródes ætlar at leita eftir barninum til tess at drepa tað.»
[14] Men hann fór upp, tók barnið og móður tess við sær á náttartíð og fór avstað til Egyptalands;
[15] og hann varð har til deyða Heródesar, at tað skuldi ganga út, ið talað er av Harranum við profetinum, ið sigur: «Úr Egyptalandi kallaði eg son mín.»
[16] Tá ið Heródes sá, at hann var svikin av vísmonnunum, varð hann reiðuliga illur, og hann sendi menn avstað og læt drepa øll dreingjabørn í Betlehem og allar staðir har um vegir frá tveimum árum og niðureftir, eftir teirri tíð, sum hann hevði fingið greiði á av vísmonnunum.
[17] Tá gekk tað út, ið talað er av Jeremia profeti, tá ið hann sigur:
[18] «Rødd varð hoyrd í Rama, grátur og eymkan mikil, – Rakul tað var, ið um børn síni græt; og ei hon vildi av trega lætta, tí at tey eru ikki til longur.»
[19] Men tá ið Heródes var deyður, sí, tá sýndi eingil Harrans seg í dreymi fyri Jósefi í Egyptalandi og segði:
[20] «Statt upp og tak barnið og móður tess við tær og far til Ísraelslands; tí at teir eru deyðir, ið vildu taka barnið av lívi.»
[21] Og hann fór upp, tók barnið og móður tess og kom til Ísraelslands.
[22] Men tá ið hann hoyrdi, at Arkelaus var kongur í Júdeu eftir Heródes, faðir sín, óttaðist hann fyri at fara hagar; og hann fekk ávaring frá Guði í dreymi og fór avstað til Galileubygdirnar.
[23] Og hann kom hagar og búsettist í eini bygd, ið eitur Nasaret, at tað skuldi ganga út, ið talað var av profetunum, at hann skuldi kallast Nasareari.