[1] Og tað hendi, tá ið Jesus var liðugur við at geva teimum tólv lærusveinum boð, tá fór hann haðani at læra og prædika í bygdum teirra.
[2] Men tá ið Jóhannes í fangahúsinum frætti um verk Krists, tá sendi hann boð við lærusveinum sínum og læt siga við hann:
[3] «Ert tú tann, ið koma skal, ella eiga vit at vænta ein annan?»
[4] Og Jesus svaraði og segði við teir: «Farið og berið Jóhannesi boð um tað, sum tit hoyra og síggja:
[5] Blind fáa sjón og lamin ganga, spitølsk verða rein og deyv hoyra og deyð rísa upp og fátækum verða gleðiboð borin.
[6] Og sælur er tann, ið ongan meinboga fær av mær.»
[7] Men tá ið teir vóru farnir avstað, fór Jesus at tala til mannamúgvurnar um Jóhannes: «Hvat fóru tit út í oyðimørkina at síggja? Ein sevlegg, ið sveiggjar higar og hagar í vindinum?
[8] Ella hvat fóru tit út til? At síggja ein mann skrýddan í skart? Sí, teir, sum mjúkan búna bera, eru í kongshøllum.
[9] Ella hvat fóru tit út til? At síggja ein profet? Ja, eg sigi tykkum, enntá meir enn ein profet.
[10] Tí at hetta er tann, ið skrivað stendur um: «Sí, eg sendi sendiboð mítt undan tær. Hann skal greiða veg tín fyri tær.»
[11] Sanniliga sigi eg tykkum, av kvinnubornum er eingin størri enn Jóhannes doyparin komin í heim; men hin minsti í himmiríki er størri enn hann.
[12] Men frá døgum Jóhannesar doyparans og til nú verður himmiríkið tikið við valdi, og valdsmenn skræða tað til sín.
[13] Tí at allir profetarnir og lógin hava profeterað, líka til Jóhannes kom;
[14] og um tit vilja taka við tí, so er hann Elia, ið koma skal.
[15] Tann, ið oyru hevur at hoyra við, hann hoyri!
[16] Men hvat skal eg líkna hesa ætt við? Hon er lík børnum, ið sita á torgunum og rópa til leikbørn síni og siga:
[17] «Vit spældu á floytu fyri tykkum, og ikki tit dansaðu; vit sungu sorgarljóð, og ikki tit eymkaðu tykkum.»
[18] Tí at Jóhannes kom, og hvørki át ella drakk, og tey siga: «Hann hevur ein illan anda.»
[19] Menniskjusonurin kom, og hann etur og drekkur, og tey siga: «Sí, slíkur átari og drykkjumaður, tollara og syndara vinur.» Og vísdómurin er vorðin rættvísgjørdur av børnum sínum.»
[20] Tá tók hann at skamma tær bygdirnar út, har sum tær flestu kraftargerðir hansara vóru gjørdar, tí at tær ikki høvdu vent um.
[21] «Vei tær, Korasin! Vei tær, Betsajda! Tí at høvdu tær kraftargerðirnar, ið eru gjørdar í tykkum, verið gjørdar í Týrus og Sidon, tá høvdu tær longu vent um í sekk og øsku.
[22] Tó sigi eg tykkum, at tað skal gangast Týrus og Sidon frægari á dómadegi enn tykkum.
[23] Og tú, Kapernaum! Til himmals ert tú vorðin lyft upp, til heljar skalt tú stoytast oman! Tí at høvdu tær kraftargerðirnar, sum eru gjørdar í tær, verið gjørdar í Sódomu, tá hevði hon staðið til dagin í dag.
[24] Tó sigi eg tykkum, at tað skal gangast Sódomulandi frægari á dómadegi enn tær.»
[25] Um tað mundið tók Jesus til orða og segði: «Eg prísi tær, faðir, harri himna og jarðar, at tú hevur loynt hetta fyri vísum og vitrum, og kunngjørt tað fyri ómyndingum!
[26] Ja, faðir, tí at soleiðis hendi tað, sum tær líkaði best!
[27] Alt er fingið mær upp í hendur av faðir mínum, og eingin kennir sonin uttan faðirin, og ikki heldur kennir nakar faðirin uttan sonurin og tann, sum sonurin vil opinbera hann.
[28] Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu.
[29] Takið upp á tykkum ok mítt og lærið av mær; tí at eg eri spaklyntur og eyðmjúkur av hjarta, og tá skulu tit finna hvílu fyri sálum tykkara.
[30] Tí at gagnligt er ok mítt, og lætt er byrði mín.»