Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 5:41

[1] Tí at himmiríkið er líkt einum húsbónda, sum fór út snimma á morgni at leiga sær bønarmenn í víngarð sín.

[2] Og tá ið hann var komin ásamt við bønarmenninar um ein denar um dagin, sendi hann teir út í víngarð sín.

[3] Og hann fór út aftur um landsuðurstíð, og sá nakrar aðrar menn standa fyri einki á torginum.

[4] Og hann segði við teir: «Farið tit við út í víngarðin, og eg vil lata tykkum fáa tað, ið hóskandi er.» Og teir fóru.

[5] Uppaftur fór hann út um middagsleitið og um nón og gjørdi tað sama.

[6] Og um hálvgavestur fór hann út og hitti nakrar aðrar, sum stóðu har fyri einki, og hann sigur við teir: «Hví standa tit her allan dagin fyri einki?»

[7] Teir siga við hann: «Tí at eingin hevur leigað okkum.» Hann sigur við teir: «Farið tit við út í víngarðin.»

[8] Men tá ið komið var at kvøldi, sigur víngarðsharrin við formann sín: «Rópa bønarmenninar inn og fá teimum lønina, og legg fyri við teimum seinastu og síðan til teir fyrstu.»

[9] Og teir, ið bidnir vóru um hálvgavestur, komu og fingu ein denar hvør.

[10] Men tá ið teir fyrstu komu, hildu teir seg fara at fáa meira; og teir fingu eisini ein denar hvør.

[11] Men tá ið teir fingu hann, illkendust teir við húsbóndan og hildu fyri:

[12] «Hesir seinastu hava ikki arbeitt meira enn ein tíma, og tú hevur mett teir javnt við okkum, sum borið hava dagsins sveitta og møði.»

[13] Men hann svaraði og segði við ein teirra: «Vinur mín, eg geri tær ongan órætt. Ert tú ikki komin ásamt við meg um ein denar?

[14] Tak tú títt og far hiðani! Men eg vil geva hesum seinasta líka við teg.

[15] Ella havi eg ikki loyvi at gera við mítt, sum eg vil? Ella er eyga títt ilt fyri tað, at eg eri góður?

[16] Soleiðis skulu teir seinastu verða fyrstir og teir fyrstu seinastir, [tí at mong eru kallað, men fá útvøld»].

[17] Og meðan Jesus var á ferð niðan til Jerúsalem, tók hann teir tólv lærusveinarnar einsæris og segði við teir á leiðini:

[18] «Sí, vit eru á ferð niðan til Jerúsalem, og menniskjusonurin skal verða givin upp í hendur á høvuðsprestunum og hinum skriftlærdu, og teir skulu døma hann til deyða;

[19] og teir skulu lata hann í heidna manna hendur at verða spottaðan og húðflongdan og krossfestan; og á triðja degi skal hann rísa upp aftur.»

[20] Tá kom fram til hansara móðirin at Sebedeussonunum við sonum sínum, og hon fell á knæ fyri honum og bað hann um nakað.

[21] Men hann segði við hana: «Hvat vilt tú?» Hon sigur við hann: «Sig, at hesir báðir synir mínir mega sita, annar við høgru lið og annar við vinstru lið á tær í ríki tínum!»

[22] Men Jesus svaraði og segði: «Tit vita ikki, hvat tit biðja um. Kunnu tit tøma ta skál, sum eg skal tøma?» Teir siga við hann: «Tað kunnu vit.»

[23] Hann sigur við teir: «Skál mína skulu tit tøma; men at sita við høgru og vinstru lið mína, tað er ikki í mínum valdi at geva; men tað verður givið teimum, ið tað er lagað av faðir mínum.»

[24] Men tá ið teir tíggju hoyrdu hetta, ilskaðust teir inn á báðar brøðurnar.

[25] Men Jesus kallaði teir til sín og segði: «Tit vita, at høvdingarnir yvir fólkaflokkunum eiga valdið á teimum, og stórmenn teirra hava á teimum ráð.

[26] Men so skal ikki vera tykkara millum, men tann, ið vil vera stórur tykkara millum, hann skal vera tænari tykkara;

[27] og tann, ið vil vera fremstur tykkara millum, hann skal vera trælur tykkara.

[28] Eins og menniskjusonurin ikki er komin at verða tænaður, men at tæna og geva lív sítt sum loysigjald fyri mong.»

[29] Og tá ið teir fóru út úr Jeriko, fylgdi honum ein stór mannamúgva.

[30] Og sí, har sótu tveir blindir menn við vegin, og tá ið teir hoyrdu, at Jesus fór framvið, rópaðu teir og søgdu: «Harri, miskunna okkum, Dávids sonur!»

[31] Men mannamúgvan hevði at teimum, at teir skuldu tiga; men teir rópaðu hvaðna harðari og søgdu: «Harri, miskunna okkum, Dávids sonur!»

[32] Og Jesus steðgaði og kallaði á teir og segði: «Hvat vilja tit, at eg skal gera tykkum?»

[33] Teir siga við hann: «Harri, at eygu okkara mega verða latin upp.»

[34] Og Jesusi tókti hjartaliga synd í teimum, og hann nam við eygu teirra, og við tað sama fingu teir sjónina aftur, og teir fylgdu honum.

Evangeliið eftir Matteus — Chapters