[1] Og seks dagar aftaná tekur Jesus Pætur og Jákup og Jóhannes, bróður hansara, við sær og fer við teimum einsæris niðan á eitt høgt fjall.
[2] Og hann umbroyttist fyri eygum teirra, og andlit hansara skein sum sólin, og klæði hansara vórðu hvít sum ljósið.
[3] Og sí, Móses og Elia sýndu seg fyri teimum í samtalu við hann.
[4] Men Pætur tók til orða og segði við Jesus: «Harri, tað er gott, at vit eru her! Um tú vilt, skal eg her gera tríggjar búðir, tær eina og Mósesi eina og Elia eina.»
[5] Meðan hann enn hevði hetta á máli, sí, tá skuggaði eitt bjart skýggj yvir teimum, og sí, ein rødd mælti út úr skýnum: «Hesin er sonur mín, hin elskaði, sum eg havi góðan tokka til. Lýðið á hann!»
[6] Og tá ið lærusveinarnir hoyrdu hetta, fullu teir fram eftir rommum og vórðu ógvuliga ræddir.
[7] Og Jesus kom fram at teimum og nam við teir og segði: «Reisið tykkum upp og óttist ikki!»
[8] Men tá ið teir hugdu upp, sóu teir ongan uttan Jesus einsamallan.
[9] Og meðan teir gingu oman av fjallinum, beyð Jesus teimum og segði: «Tit skulu ongum siga frá hesi sjón, fyrr enn menniskjusonurin er risin upp frá deyðum.»
[10] Og lærusveinarnir spurdu hann og søgdu: «Hvat er tað tá, ið teir skriftlærdu siga, at Elia eigur at koma fyrst?»
[11] Men hann svaraði teimum og segði: «Væl kemur Elia og skal føra alt aftur í lag;
[12] men eg sigi tykkum, at Elia er longu komin, og teir kendu hann ikki, men gjørdu við hann tað, ið teir vildu. Á sama hátt skal eisini menniskjusonurin líða ilt av teimum.»
[13] Tá skiltu lærusveinarnir, at hann talaði til teirra um Jóhannes doyparan.
[14] Og tá ið teir komu til mannamúgvuna, kom ein maður ímóti honum og fell á knæ fyri honum og segði:
[15] «Harri, miskunna syni mínum, tí at hann er mánasjúkur og er ógvuliga ringur; tíðum fellur hann í eld og tíðum í vatn.
[16] Og eg leiddi hann higar til lærusveinar tínar; men teir vóru ikki mentir at geva honum heilsubót.»
[17] Men Jesus svaraði og segði: «O, tú vantrúna og rangvørga slekt! Hvussu leingi skal eg vera hjá tykkum? Hvussu leingi skal eg tola tykkum? Leiðið mær hann higar!»
[18] Og Jesus talaði strangliga til hansara, og hin illi andin fór út úr honum, og drongurin varð frískur frá teirri somu stund.
[19] Tá komu lærusveinarnir til Jesus einsæris og søgdu: «Hví kundu vit ikki reka hann út?»
[20] Men hann segði við teir: «Av tí at tit eru so fátrúnir. Tí at sanniliga sigi eg tykkum: um tit hava trúgv sum eitt sinopskorn, tá kunnu tit siga við hetta fjallið: «Flyt teg hiðani og hagar,» og tað skal flyta seg, og einki skal verða ógjørligt hjá tykkum.
[21] [Men hetta slagið fer ikki út uttan við bøn og føstu»].
[22] Men meðan teir ferðaðust um í Galileu, segði Jesus við teir: «Menniskjusonurin fer at verða givin upp í mannahendur;
[23] og tey skulu drepa hann, men á triðja degi skal hann rísa upp aftur.» Og teir vórðu heilt sorgarbundnir.
[24] Men tá ið teir vóru komnir til Kapernaum, komu teir menn, ið kravdu inn tempulskattin, til Pæturs og søgdu: «Letur meistari tykkara ikki skattin?»
[25] Hann sigur: «Jú.» Og tá ið hann var komin inn heima við hús, bar Jesus fyrr upp á mál og segði: «Hvat tykir tær, Símun? Av hvørjum taka heimsins kongar toll ella skatt? Av sonum sínum ella av fremmandum?»
[26] Og tá ið hann segði: «Av fremmandum,» segði Jesus við hann: «So eru synirnir fríir tá.
[27] Men fyri at teir ikki skulu taka sær ilt av okkum, so far oman á vatn og kasta ein ongul út og tak tann fyrsta fiskin, sum á kemur; og tá ið tú letur munnin sundur á honum, skalt tú finna ein stater. Tak hann og gev teimum hann fyri meg og teg.»