[1] Varið tykkum, at tit ikki útinna rættvísi tykkara fyri mannaeygum, til tess at verða sædd av teimum; annars hava tit ikki løn hjá faðir tykkara, sum er í himlunum.
[2] Tá ið tú letur olmussu, tá skalt tú ikki blása í lúður framman undan tær, eins og falsararnir gera í samkomuhúsunum og á gøtunum, til tess at teir kunnu fáa heiður av monnum. Sanniliga sigi eg tykkum: Teir hava longu tikið upp løn sína.
[3] Men tá ið tú letur olmussu, tá lat ikki vinstru hond tína vita, hvat høgra hond tín ger,
[4] at olmussa tín má vera í loyndum, og faðir tín, ið sær í loyndum, skal gjalda tær.
[5] Og tá ið tit halda bøn, tá skulu tit ikki vera eins og falsararnir, tí at teimum líkar væl at standa og halda bøn í samkomuhúsum og á vegamótum, til tess at teir mega verða sæddir av monnum. Sanniliga sigi eg tykkum: Teir hava longu tikið upp løn sína.
[6] Men tú, tá ið tú heldur bøn, tá far innar í kamar títt og lat aftur hurð tína og bið til faðir tín, sum er í loyndum, og faðir tín, sum sær í loyndum, skal gjalda tær.
[7] Men tá ið tit halda bøn, tá skulu tit ikki taka upp í saman nøgd av orðum eins og heidningarnir, tí at teir halda, at teir munnu verða bønhoyrdir fyri orðanøgd sína.
[8] Verið tí ikki teimum líkir; tí at faðir tykkara veit, hvat tykkum tarvast, áðrenn tit biðja hann.
[9] Tí eiga tit at biðja soleiðis: Faðir vár, tú sum ert í himlunum! Heilagt verði navn títt;
[10] komi ríki títt, verði vilji tín sum í himli so á jørð;
[11] gev okkum í dag okkara dagliga breyð;
[12] og fyrigev okkum skuldir okkara, so sum vit fyrigeva skuldarum okkara;
[13] og leið okkum ikki í freistingar; men frels okkum frá tí illa.
[14] Tí at um tit fyrigeva monnum misgerðir teirra, so skal himmalski faðir tykkara eisini fyrigeva tykkum;
[15] men fyrigeva tit ikki monnum, so skal faðir tykkara ikki heldur fyrigeva misgerðir tykkara.
[16] Men tá ið tit halda føstu, tá skulu tit ikki vera daprir í andlitsskapi eins og falsararnir; tí at teir avskapa andlit sítt, til tess at teir kunnu vísa seg fastandi fyri monnum. Sanniliga sigi eg tykkum: Teir hava longu tikið upp løn sína.
[17] Men tú, tá ið tú heldur føstu, tá salva høvur títt og tváa andlit títt,
[18] at tú ikki skalt vísa teg fastandi fyri monnum, men fyri faðir tínum, sum er í loyndum; og faðir tín, sum sær í loyndum, skal gjalda tær.
[19] Savnið tykkum ikki gripir á foldum, har sum mølur og rustur eta, og har sum tjóvar bróta inn og stjala;
[20] men savnið tykkum gripir í himli, har sum hvørki mølur ella rustur etur, og har sum tjóvar ikki bróta inn og stjala.
[21] Tí at har sum gripur tín er, har man eisini hjarta títt vera.
[22] Eygað er ljós likamsins. Er tí eyga títt frískt, verður alt likam títt ljóst;
[23] men er eyga títt sjúkt, verður alt likam títt myrkt. Um tí ljósið í tær er myrkur, hvør stórt verður tá myrkrið!
[24] Eingin kann tæna tveimum harrum; tí at annaðhvørt vil hann hata annan og elska annan, ella vil hann halda seg aftur at øðrum og vanvirða annan. Tit kunnu ikki tæna Guði og mammon.
[25] Av hesi søk sigi eg tykkum: Stúrið ikki fyri lívi tykkara, hvat tit skulu fáa at eta, og hvat tit skulu fáa at drekka; ei heldur fyri likami tykkara, hvat tit skulu fáa at fara í. Er ikki lívið meiri enn maturin og likamið meiri enn klæðini?
[26] Hyggið at himmalsins fuglum; teir sáa ikki, ei heldur teir heysta og bera ei heldur saman í løður, og himmalski faðir tykkara føðir teir; eru tit ikki mikið meir verdir enn teir?
[27] Men hvør tykkara kann við at stúra leggja eina alin aftur at ævi síni?
[28] Og hví stúra tit fyri klæðunum? Gevið tykkum far um liljurnar á markini, hvussu tær vaksa; ikki tær arbeiða, ei heldur tær spinna;
[29] men eg sigi tykkum, at ikki sjálvur Sálomon í allari dýrd síni var skrýddur eins og ein teirra.
[30] Men tá ið nú Guð soleiðis klæðir grasið, sum í dag stendur á markini, men í morgin verður blakað í ovnin, man hann tá ikki mikið meir klæða tykkum, tit fátrúnu?
[31] Tí eiga tit ikki at stúra og siga: Hvat skulu vit fáa at eta? ella: Hvat skulu vit fáa at drekka? ella: Hvat skulu vit fáa at lata okkum í?
[32] Tí at eftir øllum slíkum søkja heidnir menn; og tí at himmalski faðir tykkara veit, at tykkum tarvast alt slíkt.
[33] Men søkið fyrst Guðs ríki og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða tykkum givið umframt.
[34] Stúrið tí ikki fyri deginum í morgin; tí at morgindagurin man stúra fyri sínum egna. Hvør dagur hevur nóg mikið í síni plágu.