Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 12:27

[1] Men hann rópaði teir tólv saman og gav teimum mátt og vald á øllum illum andum og at grøða sjúkur.

[2] Og hann sendi teir út at prædika Guðs ríki og at grøða sjúk.

[3] Og hann segði við teir: «Takið einki við á ferðini, hvørki stav ella klæðsekk ella breyð ella pengar, ikki heldur skulu tit hava tveir kyrtlar.

[4] Og í hvørjum húsum, sum tit koma inn í, har skulu tit verða og haðani skulu tit halda ferðini avstað aftur.

[5] Og har sum tey ikki vilja taka móti tykkum, haðani skulu tit fara burtur úr teirri bygdini og rista dustið burtur undan fótum tykkara til vitnisburðar móti teimum.»

[6] Men teir fóru avstað og ferðaðust úr bygd í bygd og bóru gleðiboðskapin og grøddu allar staðir.

[7] Men Heródes, fjórðingshøvdingin, fekk at frætta alt hetta, ið hendi; og hann var í døpurhuga, av tí at summi søgdu, at Jóhannes var risin upp frá deyðum,

[8] og summi, at Elia var komin til sjóndar; upp aftur onnur, at ein av hinum gomlu profetunum, ið fyrr vóru, var risin upp.

[9] Men Heródes segði: «Jóhannes havi eg latið hálshøgga; men hvør er hesin, sum eg hoyri sovorðin tíðindi um?» Og hann royndi at fáa at síggja hann.

[10] Og tá ið ápostlarnir komu aftur, søgdu teir honum frá, hvørji stórverk teir høvdu gjørt; og hann tók teir við sær og fór avstað einsæris burtur til eina bygd, ið kallast Betsajda.

[11] Men tá ið mannamúgvurnar fingu tað at vita, fóru tær aftan á hann; og hann tók ímóti teimum og talaði til teirra um Guðs ríki og grøddi tey, sum trongdu til heilsubótar.

[12] Men dagurin tók at halla; og teir tólv komu til hansara og søgdu við hann: «Lat mannamúgvuna fara avstað, at tey kunnu fara til bygdirnar og garðarnar her í nánd og fáa sær innivist og finna sær okkurt til matna, tí at her eru vit á einum oydnum staði.»

[13] Men hann segði við teir: «Gevið tit teimum at eta!» Men teir søgdu: «Vit hava ikki meira enn fimm breyð og tveir fiskar, uttan so er, at vit fara at keypa mat til alt hetta fólkið.»

[14] Men tey vóru okkurt um fimm túsund fólk. Men hann segði við lærusveinar sínar: «Latið tey setast niður í flokkum, fimmti í hvørjum!»

[15] Og teir so gjørdu og lótu øll setast niður.

[16] Men hann tók hini fimm breyðini og báðar fiskarnar, leit upp til himmals og vælsignaði tey og breyt tey sundur, og hann fekk lærusveinunum tey at bera mannamúgvuni.

[17] Og tey ótu og vórðu øll mett; og tað, sum tey leivdu av molum, varð hentað upp, tólv fullar tægur.

[18] Og tað hendi, meðan hann var einsamallur og helt bøn, at lærusveinar hansara vóru hjá honum, og hann spurdi teir og segði: «Hvønn siga fólk meg vera?»

[19] Men teir svaraðu og søgdu: «Jóhannes doyparan; summi: Elia; og summi, at ein av hinum gomlu profetunum, ið fyrr vóru, er risin upp.»

[20] Men hann segði við teir: «Men tit, hvønn siga tit meg vera?» Tá svaraði Pætur og segði: «Guðs Kristus.»

[21] Men hann legði teimum ríkan við ikki at siga hetta fyri nøkrum,

[22] og segði: «Menniskjusonurin eigur at líða mangt og verða útskotin av hinum elstu og høvuðsprestunum og hinum skriftlærdu og verða tikin av døgum og at rísa upp á triðja degi.»

[23] Og hann segði við øll: «Vil onkur fylgja mær, tá skal hann avnokta sjálvan seg og taka upp kross sín dagliga og fylgja mær.

[24] Tí at hvør tann, sum vil bjarga lívi sínum, skal missa tað; men hvør tann, sum missir lív sítt fyri mínar sakir, hann skal bjarga tí.

[25] Tí at hvat gagnar tað manni at hava vunnið allan heimin, men hava mist sjálvan seg ella bøtt afturfyri við sjálvum sær?

[26] Tí at hvør tann, sum skammast við meg og orð míni, hann skal menniskjusonurin skammast við, tá ið hann kemur í dýrd síni og faðirsins og heilaga einglanna.

[27] Men av sonnum sigi eg tykkum: Nøkur av teimum, sum her standa, skulu ikki smakka deyðan, fyrr enn tey síggja Guðs ríki.»

[28] Men tað bar so á okkurt um átta dagar eftir hesa røðu, at tá tók hann Pætur og Jóhannes og Jákup við sær og fór niðan á eitt fjall at halda bøn.

[29] Og tað hendi í tí hann bað, at yvirbragdið í andliti hansara varð øðrvísi, og klæði hansara vórðu skínandi hvít.

[30] Og sí, tveir menn vóru í talu við hann, og tað vóru Móses og Elia;

[31] teir sýndu seg í dýrd og talaðu um burturferð hansara, sum hann skuldi fullføra í Jerúsalem.

[32] Men Pætur og felagar hansara vóru avkomnir í svøvni; men tá ið teir vórðu klárvaknir, sóu teir dýrd hansara og teir báðar menninar, sum stóðu hjá honum.

[33] Og í tí teir skuldu skiljast frá honum, tá segði Pætur við Jesus: «Meistari, tað er gott, at vit eru her! Lat okkum gera tríggjar búðir, tær eina og Mósesi eina og Elia eina!» – tí at hann visti ikki, hvat hann segði.

[34] Men meðan hann hevði hetta á máli, kom eitt skýggj og skuggaði yvir teimum; og teir vórðu ræddir, tá ið teir komu inn í skýggið.

[35] Og ein rødd kom út úr skýnum og mælti: «Hesin er sonur mín, hin útvaldi, lýðið á hann!»

[36] Men tá ið røddin kom, var Jesus einsamallur. Og teir tagdu, og í teimum døgunum søgdu teir ongum frá nøkrum av tí, sum teir høvdu sæð.

[37] Men tað hendi dagin eftir, tá ið teir vóru komnir oman av fjallinum, at ein stór mannfjøld kom ímóti honum.

[38] Og sí, ein maður úr fjøldini rópaði og segði: «Meistari, tað biði eg teg, hygg mær til son mín, tí at hann er einasta barn mítt!

[39] Og sí, ein andi tekur hann, og í stundini nístir hann, og hann skræðir í hann, so at froðan veður um munnin á honum, og tað er nóg illa, at hann sleppir honum, sum hann pínir hann.

[40] Og eg bað lærusveinar tínar, at teir skuldu reka hann út; men teir vóru ikki mentir.»

[41] Men Jesus svaraði og segði: «O, tú vantrúna og rangvørga slekt! Hvussu leingi skal eg vera hjá tykkum og tola tykkum? Kom higar við syni tínum!»

[42] Men enn meðan hann gekk hagar, reiv og sleit hin illi andin ræðuliga í hann. Men Jesus hótti at hinum óreina andanum og grøddi drongin og gav faðir hansara hann aftur.

[43] Men tey stóðu øll heilt bilsin av hátign Guðs. Men meðan øll undraðust á alt tað, sum hann gjørdi, segði hann við lærusveinar sínar:

[44] «Leggið tykkum hesi orð í oyruni: Menniskjusonurin fer at verða givin upp í mannahendur!»

[45] Men teir skildu ikki hetta orðið, og tað var dult fyri teimum, so at teir ikki fataðu tað; og teir firnaðust fyri at spyrja hann um hetta orðið.

[46] Men tann hugsan kom upp ímillum teirra, hvør teirra mundi vera størstur.

[47] Men tá ið Jesus sá hjartans hugsan teirra, tók hann eitt lítið barn og setti tað hjá sær,

[48] og segði við teir: «Hvør tann, sum tekur ímóti hesum barni í navni mínum, hann tekur ímóti mær; og hvør tann, sum tekur ímóti mær, hann tekur ímóti honum, sum sendi meg; tí at tann, sum minstur er av tykkum øllum, hann er stórur.»

[49] Men Jóhannes tók til orða og segði: «Meistari, vit sóu ein mann reka út illar andar í navni tínum, og vit forbjóðaðu honum tað, tí at hann ikki er í fylgi við okkum.»

[50] Men Jesus segði við hann: «Forbjóðið tað ikki, tí at tann, sum ikki er ímóti tykkum, hann er við tykkum.»

[51] Men tá ið tað leið at teirri tíðini, at hann skuldi verða upptikin, tá vendi hann andliti sínum móti Jerúsalem og ætlaði sær hagar.

[52] Og hann sendi menn út við boðum undan sær. Og teir fóru avstað og komu í eina bygd hjá Sámáriubúgvum fyri at fáa honum innivist.

[53] Men teir tóku ikki ímóti honum, av tí at hann var á ferð til Jerúsalem.

[54] Men tá ið Jákup og Jóhannes, lærusveinar hansara, sóu tað, søgdu teir: «Harri, vilt tú, at vit skulu bjóða, at eldur skal falla niður av himni og týna teir (eins og Elia gjørdi)?»

[55] Men hann vendi sær á og hevði at teimum (og segði: «Tit vita ikki, av hvørjum anda tit eru. Tí at menniskjusonurin er ikki komin at týna mannasálir, men at bjarga teimum.»)

[56] Og teir fóru í eina aðra bygd.

[57] Og meðan teir komu ferðandi fram á leið, segði nakar við hann: «Eg vil fylgja tær, hvar tú so fert.»

[58] Og Jesus segði við hann: «Revar eiga holur og himmalsins fuglar reiður; men menniskjusonurin eigur ikki tað, sum hann kann halla høvur sítt at.»

[59] Men hann segði við ein annan: «Fylg mær!» Men hesin segði: «Harri, lova mær fyrst at fara og jarða faðir mín.»

[60] Men hann segði við hann: «Lat hini deyðu jarða síni deyðu; men far tú og boða Guðs ríki!»

[61] Men eisini ein annar segði: «Eg vil fylgja tær, Harri, men lova mær fyrst at heilsa teimum heima við hús hjá mær!»

[62] Men Jesus segði við hann: «Eingin, sum leggur hondina á plógvið og lítur aftur um seg, hóskar til Guðs ríki.»

Evangeliið eftir Lukas — Chapters