[1] Men tá ið hann hugdi upp, sá hann rík leggja gávur sínar í tempulkistuna;
[2] og hann sá eina fátæka einkju, sum legði tveir smápeningar í.
[3] Og hann segði: «Sanniliga sigi eg tykkum, henda fátæka einkjan legði meira í enn øll hini;
[4] tí at hesi øll hava lagt niður fyri til gávurnar av tí, sum tey høvdu til avlops; men hon legði av fátækdómi sínum alt tað, hon átti at bjarga lívinum við.»
[5] Og tá ið nakrir søgdu um halgidómin, at hann var prýddur við vøkrum steinum og vígdum gávum, segði hann:
[6] «Hetta, sum tit síggja – teir dagar skulu koma, tá ið her ikki skal liggja steinur eftir á steini, sum ikki skal verða rivin niður.»
[7] Men teir spurdu hann og søgdu: «Meistari, nær man hetta fara at verða, og hvat er tekinið, tá ið hetta fer at henda?»
[8] Men hann segði: «Varið tykkum, at tit ikki verða leiddir villir; tí at mangir skulu koma í navni mínum og siga: «Tað eri eg» og «tíðin er í nánd.» Men fylgið teimum ikki!
[9] Men tá ið tit hoyra um bardagar og uppreist, tá óttist ikki; tí at hetta má henda fyrst, men endin er ikki tá við tað sama.»
[10] Tá segði hann við teir: «Fólkaflokkur skal reisast móti fólkaflokki og ríki móti ríki;
[11] og stórir landskjálvtar skulu verða og á ymsum støðum hungur og drepsóttir; og øgiligir tilburðir skulu verða og mikil tekin av himni.
[12] Men undan øllum hesum skulu tey leggja hendur á tykkum og forfylgja tykkum og geva tykkum upp í samkomuhús og fangahús og draga tykkum inn fyri kongar og landshøvdingar fyri navns míns skuld.
[13] Hetta skal koma at verða tykkum til vitnisburðar.
[14] Leggið tykkum tí tað í huga, at tykkum ikki frammanundan nýtist at hugsa um, hvussu tit skulu svara fyri tykkum.
[15] Tí at eg vil geva tykkum munn og vísdóm, sum allir mótstøðumenn tykkara ikki skulu vera mentir at standa ímóti ella mótmæla.
[16] Men tit skulu verða sviknir eisini av foreldrum og brøðrum og frændum og vinum, og summum av tykkum skulu tey veita bana;
[17] og tit skulu verða hataðir av øllum fyri navns míns sakir.
[18] Men ikki skal tó hár á høvdi tykkara skalast.
[19] Við áhaldni tykkara skulu tit vinna sálir tykkara.
[20] Men tá ið tit síggja Jerúsalem umringað av herliðum, tá vitið, at tess oyðing er í nánd.
[21] Tá flýggi tey, sum eru í Júdeu, til fjals, og tey, sum eru inni í staðinum, rými út, og tey, sum eru úti á markini, vendi ikki inn aftur í staðin.
[22] Tí at hetta eru revsingardagar, tá ið alt skal ganga út, sum skrivað er.
[23] Men tær neyðarkonur, sum í teimum døgum hava barn undir belti og á brósti! Tí at stór neyð skal tá verða í landinum og vreiði yvir hesum fólki.
[24] Og tey skulu falla fyri svørðseggjum og hertikin verða førd burtur til øll heiðin fólk; og Jerúsalem skal verða undirtraðkað av heidningum, inntil heidninganna tíðir eru lidnar.
[25] Og tað skulu verða tekin í sól og mána og stjørnum, og á foldini munnu tjóðflokkar kvíða í ráðloysi, tí at hav og sjógvar bróta,
[26] meðan menn ørmaktast av ótta og stúran fyri tí, ið koma skal yvir jarðarríkið; tí at skakast skulu himmalsins kreftur.
[27] Og tá skulu tey síggja menniskjusonin koma í ský við mátti og miklari dýrd.
[28] Men tá ið hetta fer at henda, tá lítið upp og hevjið upp høvdum tykkara, av tí at loysn tykkara nærkast.»
[29] Og hann segði teimum eitt líknilsi: «Hyggið at fikutræinum og øllum trøum;
[30] tá ið tit síggja, at tey fara at spretta, tá skilja tit av tykkum sjálvum, at summarið nú er í nánd.
[31] Á sama hátt skulu tit eisini vita, tá ið tit síggja hetta henda, at Guðs ríki er í nánd.
[32] Sanniliga sigi eg tykkum: henda slekt skal als ikki forganga, áðrenn alt samalt er hent.
[33] Himin og heimur skulu ganga undir, men orð míni skulu als ikki forganga.
[34] Men verið varnir, at hjørtu tykkara ikki skulu verða tyngd av svirri og drykkjuskapi og sút fyri hesum lívi, so at tann dagurin kemur dáttliga á tykkum sum ein snara;
[35] tí at koma skal hann á øll tey, sum búgva um allan jarðarkring.
[36] Vakið tí á hvørji stund og biðið, so at tit kunnu verða førir fyri at komast undan øllum hesum, ið henda skal, og at standast fyri menniskjusoninum!»
[37] Um dagarnar lærdi hann í halgidóminum, men um næturnar fór hann út og hevði tilhald á tí fjallinum, sum kallast Oljufjallið.
[38] Og alt fólkið kom tíðliga á morgni til hansara í halgidóminum til at lýða á hann.