Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 9:23

[1] Men tað hendi í teimum døgum, at tað komu boð frá Augustusi keisara um, at allur heimurin skuldi verða skrivaður í manntal.

[2] (Hetta fyrsta manntalið var, meðan Kvirinius var landshøvdingi í Sýriulandi).

[3] Og øll fóru at verða skrivað, hvør í ættarbygd sína.

[4] Men eisini Jósef fór úr Galileu, úr bygdini Nasaret, niðan til Júdeu, til Dávids bygd, sum eitur Betlehem, tí at hann var slektaður av Dávids húsi og ætt,

[5] at verða skrivaður, saman við Mariu, trúlovaðu festarmoy síni, sum var við barn.

[6] Men tað hendi, meðan tey vóru har, at tíðin kom, at hon skuldi eiga barn.

[7] Og hon átti son sín, hin fyrstafødda, og hon reivaði hann og legði hann í eina krubbu, tí at ikki var rúm fyri teimum í tilhaldshúsinum.

[8] Og tað vóru hirðar har í sama bygdarlaginum, sum lógu úti á markini um náttina og goymdu at seyðafylgjum sínum.

[9] Og sí, eingil Harrans stóð hjá teimum, og dýrd Harrans ljómaði rundan um teir, og teir vórðu ógvuliga óttafullir.

[10] Og eingilin segði við teir: «Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið.

[11] Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði!

[12] Og hetta skulu tit hava til merkis: Tit skulu finna eitt barn reivað og liggjandi í eini krubbu.»

[13] Og í somu stund var hjá einglinum ein fjøld av himmalskum herskarum, sum lovaðu Guði og søgdu:

[14] «Heiður veri Guði í hægsta himli, [og friður á jørð, og í menniskjum góður tokki!»]

[15] Og tað hendi, tá ið einglarnir vóru farnir frá teimum aftur til himmals, tá søgdu hirðarnir hvør við annan: «Latum okkum nú fara beinanvegin til Betlehem og vita um hesi tíðindi, sum hend eru, og sum Harrin hevur kunngjørt okkum.»

[16] Og teir fóru við skundi hagar og funnu bæði Mariu og Jósef og barnið liggjandi í krubbuni.

[17] Og tá ið teir sóu tað, søgdu teir frá teimum orðum, sum talað høvdu verið til teirra um hetta barn.

[18] Og øll, ið hoyrdu tað, undraðust á tað, sum teimum varð sagt av hirðunum.

[19] Men Maria legði sær øll hesi orð í geyma og hugsaði um tey í hjarta sínum.

[20] Og hirðarnir fóru avstað aftur, og teir lovaðu og prísaðu Guði fyri alt tað, sum teir høvdu hoyrt og sæð, soleiðis sum tað hevði verið sagt við teir.

[21] Og tá ið átta dagar vóru lidnir, og hann skuldi verða umskorin, tá varð navn hansara kallað Jesus, soleiðis sum tað var kallað av einglinum, áðrenn hann var gitin í móðurlívi.

[22] Men tá ið reinsunardagar teirra eftir Móselógini vóru úti, fóru tey við honum niðan til Jerúsalem fyri at føra hann fram fyri Harran, –

[23] eftir tí sum skrivað stendur í lóg Harrans: «Alt kallkyn, sum fyrst opnar móðurlív, skal kallast Harranum halgað,» –

[24] og fyri at bera fram eitt offur, eftir tí sum sagt er í lóg Harrans: «Tvær turtildúvur ella tveir dúvuungar.»

[25] Og sí, í Jerúsalem var ein maður, nevndur Símeon, og hesin maður var rættvísur og gudrøkin, og hann væntaði troyst Ísraels; og heilagi andin var yvir honum.

[26] Og heilagi andin hevði gjørt hann varan við, at hann skuldi ikki síggja deyðan, fyrr enn hann hevði sæð hin salvaða Harrans.

[27] Og hann kom leiddur av andanum inn í halgidómin; og tá ið foreldrini komu inn við barninum Jesusi fyri at gera við tað, sum siður var eftir lógini,

[28] tá tók hann tað í føvningin og lovaði Guði og segði:

[29] «Harri, nú letur tú tænara tín fara í friði eftir orði tínum;

[30] tí at eygu míni hava sæð frelsu tína,

[31] sum tú hevur búgvið til fyri øll fólkasløg,

[32] eitt ljós til at lýsa fyri heidnum monnum og eina dýrd fyri Ísrael, fólk títt.»

[33] Og faðir hansara og móðir hansara undraðust á tað, ið sagt varð um hann.

[34] Og Símeon vælsignaði tey og segði við Mariu, móður hansara: «Sí, hesin er settur mongum í Ísrael til fals og til uppreisingar og til eitt mótmælismerki, –

[35] ja, eisini tína egnu sál skal svørð fara ígjøgnum, – til tess at hjartans hugsan hjá mongum má gerast kunn.»

[36] Og har var ein profetkvinna, Anna Fanuelsdóttir, av Assers ætt; hon var avgomul, hevði livað saman við manni sínum sjey ár aftan á jomfrúdagar sínar,

[37] og hevði nú sitið einkja fram at fýra og áttati ára aldri. Hon veik ikki úr halgidóminum, og tænaði Guði við føstu og bønahaldi nátt og dag.

[38] Eisini hon kom til í teirri somu stund og lovaði Guði og talaði um hann við øll, sum væntaðu bjarging Jerúsalems.

[39] Og tá ið tey høvdu útint alt tað, sum var fyriskipað í lóg Harrans, fóru tey avstað aftur til Galileu, til Nasaret, heimbygd sína.

[40] Men barnið vaks og styrknaði og varð fult av vísdómi, og náði Guðs var yvir honum.

[41] Og foreldur hansara ferðaðust á hvørjum ári til Jerúsalem um páskirnar.

[42] Og ta ferðina, tá ið hann var vorðin tólv ára gamal, og tey fóru niðan, sum siðurin var um hátíðina,

[43] og tey høvdu verið har teir dagarnar, tá varð drongurin Jesus eftir í Jerúsalem, tá ið tey fóru heim aftur; og foreldur hansara varnaðu tað ikki.

[44] Men av tí at tey hildu, at hann mundi vera við í ferðalaginum, hildu tey leiðini fram ein dag, og tey leitaðu eftir honum hjá skyldfólki teirra og kunningum.

[45] Og tá ið tey ikki funnu hann, vendu tey um aftur til Jerúsalem og leitaðu eftir honum.

[46] Og ikki fyrr enn tríggir dagar vóru farnir, tá funnu tey hann í halgidóminum, har sum hann sat mitt ímillum lærumeistaranna og bæði lýddi á teir og spurdi teir.

[47] Men øll, ið hoyrdu hann, vóru heilt bilsin av vitsku hansara og svørum.

[48] Og tá ið tey bóru eyga við hann, kom ræðsla á tey; og móðir hansara segði við hann: «Barn mítt, hví gjørdi tú okkum hetta? Sí, faðir tín og eg hava við sorg og sút leitað eftir tær.»

[49] Og hann segði við tey: «Hví leitaðu tit eftir mær? Vistu tit ikki, at eg eigi at vera í [tí, sum faðirs míns er?»]

[50] Men tey fataðu ikki hetta orðið, sum hann talaði til teirra.

[51] Og hann fór oman við teimum og kom til Nasaret og var teimum lýðin. Og móðir hansara goymdi øll hesi orð í hjarta sínum.

[52] Og Jesus tók til í vísdómi og aldri og yndi hjá Guði og monnum.

Evangeliið eftir Lukas — Chapters