[1] Men hann segði við lærusveinar sínar: «Tað er ómøguligt annað, enn at meinbogar koma; men vei tí, sum teir koma frá.
[2] Tað hevði verið betri fyri hann, at ein mylnusteinur var hongdur um hálsin á honum, og hann var kastaður í havið, enn at hann skuldi vera ein meinbogi fyri einum av hesum smáu.
[3] Hyggið um tykkum sjálvar. Um bróðir tín syndar, tá hav at honum; og um hann iðrast, tá fyrigev honum.
[4] Og um hann sjey ferðir um dagin syndar ímóti tær og sjey ferðir kemur aftur til tín og sigur: «Eg iðrist,» tá skalt tú fyrigeva honum.»
[5] Og ápostlarnir søgdu við Harran: «Gev okkum meiri trúgv.»
[6] Men Harrin segði: «Um tit høvdu trúgv sum eitt sinopskorn, tá kundu tit sagt við hetta morberjatræið: «Slít teg upp við rót og set teg niður í havið;» og tað hevði verið tykkum lýðið.
[7] Men hvør tykkara, sum hevur ein húskall, ið pløgir ella røktar seyð, man siga við hann, tá ið hann kemur heim av markini: «Kom higar alt fyri eitt og set teg til borðs»?
[8] Man hann ikki heldur siga við hann: «Ger tað til, sum eg skal hava til náttverðar og gyrð teg og borðreið fyri mær, meðan eg fái mær at eta og drekka, og síðan kanst tú eta og drekka?»
[9] Man hann veita húskallinum tøkk fyri, at hann gjørdi tað, sum honum var lagt á?
[10] Somuleiðis eisini tit; tá ið tit hava gjørt alt tað, sum tykkum er lagt á, sigið tá: «Vit eru ónýtir tænarar; vit hava eina gjørt tað, sum var skylda okkara at gera.»»
[11] Og tað hendi, meðan hann var á ferðini til Jerúsalem, at leið hansara lá mitt ímillum Sámáriu og Galileu.
[12] Og í tí hann skuldi fara inn í eina bygd, møttu honum tíggju spitalskir menn, sum stóðu langt burtur,
[13] og teir rópaðu hart og søgdu: «Jesus, meistari, miskunna okkum!»
[14] Og tá ið hann sá teir, segði hann við teir: «Farið og sýnið tykkum fyri prestunum!» Og tað bar so á, meðan teir fóru avstað, at teir vórðu reinsaðir.
[15] Men ein teirra vendi aftur, tá ið hann sá, at hann var lektur, og lovaði Guði við harðari rødd,
[16] og hann kastaði seg fram eftir rommum fyri føtur hansara og takkaði honum; og hann var ein Sámáriubúgvi.
[17] Men Jesus svaraði og segði: «Vórðu ikki teir tíggju reinsaðir? Hvar eru teir níggju?
[18] Var annars eingin, sum vendi aftur at geva Guði heiðurin uttan hesin fremmandi?»
[19] Og hann segði við hann: «Statt upp og far tú leið tína; trúgv tín hevur frelst teg!»
[20] Men tá ið hann av Farisearunum varð spurdur um, nær Guðs ríki mundi koma, svaraði hann teimum og segði: «Guðs ríki kemur ikki soleiðis, at tey kunnu vísa á tað;
[21] ei heldur skulu tey kunna siga: «Sí, her er tað!» ella: «Har er tað!» Tí sí, Guðs ríki er innan í tykkum.»
[22] Men hann segði við lærusveinarnar: «Teir dagar munnu koma, tá ið tit skulu tráa eftir at síggja ein av døgum menniskjusonarins, og tit skulu ikki fáa at síggja hann.
[23] Og tey munnu fara at siga við tykkum: Sí, har er hann! Sí, her er hann! Farið tá ikki avstað, fylgið ikki heldur eftir!
[24] Tí at eins og snarljósið, tá ið tað skyggir úr eini ætt undir himlinum, lýsir í eina aðra ætt undir himlinum, soleiðis skal menniskjusonurin verða á degi sínum.
[25] Men fyrst eigur hann at líða nógv og verða vrakaður av hesi slekt.
[26] Og sum tað gekk á døgum Nóa, soleiðis skal eisini verða á døgum menniskjusonarins:
[27] Tey ótu, tey drukku, tey giftust, tey vórðu burturgift, líka til tann dagin, tá ið Nóa fór inn í ørkina, og flóðin mikla kom og týndi øll.
[28] Somuleiðis, sum tað gekk á døgum Lots: Tey ótu, tey drukku, tey keyptu, tey seldu, tey plantaðu, tey bygdu;
[29] men á tí degi, tá ið Lot fór út úr Sódomu, regnaði eldur og svávul av himni og týndi øll.
[30] Á sama hátt skal tað ganga á tí degi, tá ið menniskjusonurin verður opinberaður.
[31] Tann, sum á tí degi er staddur uppi á tekjuni og hevur amboð síni inni í húsinum, hann fari ikki oman eftir teimum, og somuleiðis vendi tann, sum er úti á markini, ikki heim aftur.
[32] Minnist til konu Lots.
[33] Tann, sum roynir at bjarga sál síni, skal missa hana; og tann, sum missir hana, skal varðveita hana.
[34] Eg sigi tykkum: Í teirri nátt skulu tveir menn vera í eini song; annar skal verða tikin við, og annar latin eftir.
[35] Tvær konur skulu mala á somu kvørn; onnur skal verða tikin við, og onnur latin eftir.
[36] (Tveir menn skulu vera staddir úti á markini; annar skal verða tikin við, og annar latin eftir.»)
[37] Og teir svara og siga við hann: «Hvar, Harri?» Men hann segði við teir: «Har sum ræið er, har munnu eisini ørnirnar flykkjast.»