Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 7:57

[1] Men hann talaði eitt líknilsi til teirra um tað, at teir áttu altíð at biðja og ikki troyttast, og segði:

[2] «Í einum staði var ein dómari, sum ikki óttaðist Guð og ikki firnaðist fyri nøkrum menniskja.

[3] Men í sama staði var ein einkja, og hon kom til hansara og segði: «Lat meg fáa rætt yvir mótstøðumanni mínum!»

[4] Leingi vildi hann ikki, men at endanum segði hann við seg sjálvan: «Tó at eg ikki óttist Guð og ikki firnist fyri nøkrum menniskja,

[5] so vil eg kortini lata hesa einkjuna fáa rætt sín, av tí at hon ger mær ónáðir, fyri at hon ikki javnt og samt skal koma og plága meg.»

[6] Men Harrin segði: «Hoyrið, hvat hin órættvísi dómarin sigur.

[7] Og man tá Guð ikki lata síni útvaldu fáa rætt, tey, sum rópa til hansara dag og nátt? Og hevur hann ikki tol við teimum?

[8] Eg sigi tykkum: hann skal lata tey fáa rætt sín í bræði. Men tá ið menniskjusonurin kemur, man hann tá finna trúnna á jørðini?»

[9] Men hann segði eisini hetta líknilsi við nakrar, sum litu á seg sjálvar, at teir vóru rættvísir, og roknaðu hinar fyri einki:

[10] «Tveir menn fóru niðan í halgidómin at halda bøn, annar var Fariseari og annar tollari.

[11] Farisearin stóð og bað soleiðis fyri seg sjálvan: «Eg takki tær, Guð, at eg ikki eri sum aðrir menn: ránsmenn, órættvísir, horkallar ella líka sum hasin tollarin.

[12] Eg fasti tvær reisur um vikuna, eg lati tíggjund av øllum, sum mær ognast.»

[13] Men tollarin stóð langt burtur og vildi enn ikki hevja upp eygu síni móti himli, men sló seg fyri bringuna og segði: «Guð náði meg syndara!»

[14] Eg sigi tykkum: Hesin fór rættvísgjørdur heim til húsa, men hin ikki; tí at ein og hvør, sum setir seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt; men tann, sum setir seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt.»

[15] Men tey bóru eisini smábørnini til hansara, at hann skuldi nema við tey; men tá ið lærusveinarnir sóu tað, høvdu teir at teimum.

[16] Men Jesus kallaði tey til sín og segði: «Latið børnini koma til mín og forðið teimum tað ikki; tí at Guðs ríki hoyrir slíkum til.

[17] Sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum ikki tekur ímóti Guðs ríki eins og lítið barn, hann skal als ikki koma inn í tað.»

[18] Og ein av høvuðsmonnunum spurdi hann og segði: «Góði meistari, hvat skal eg gera, at eg kann arva ævigt lív?»

[19] Men Jesus segði við hann: «Hví kallar tú meg góðan? Eingin er góður uttan ein, tað er Guð.

[20] Boðini kennir tú: Tú mást ikki dríva hor; tú mást ikki sláa í hel; tú mást ikki stjala; tú mást ikki siga rangan vitnisburð; æra faðir tín og móður tína.»

[21] Men hann segði: «Alt hetta havi eg hildið frá barnaárum mínum.»

[22] Men tá ið Jesus hoyrdi hetta, segði hann við hann: «Eitt vantar tær enn. Sel alla ogn tína og skift hana sundur millum teirra fátæku, tá skalt tú hava dýran grip í himlinum, og kom so og fylg mær.»

[23] Men tá ið hann hoyrdi hetta, varð hann heilt tungur í huga, tí at hann var ógvuliga ríkur.

[24] Men tá ið Jesus sá tað á honum, segði hann: «Hvussu torført er hjá teimum, sum eiga ríkidømi, at koma inn í Guðs ríki!

[25] Tí at tað er lættari hjá einum kameli at fara ígjøgnum eitt nálareyga enn hjá einum ríkum at koma inn í Guðs ríki.»

[26] Men teir, sum hoyrdu hetta, søgdu: «Hvør kann tá verða frelstur?»

[27] Men hann segði: «Tað, sum er ógjørligt hjá monnum, er gjørligt hjá Guði.»

[28] Men Pætur segði: «Sí, vit hava yvirgivið okkara egna og fylgt tær.»

[29] Men hann segði við teir: «Sanniliga sigi eg tykkum, at tann er eingin, sum hevur yvirgivið hús ella konu ella brøður ella foreldur ella børn fyri Guðs ríkis sakir,

[30] uttan at hann skal fáa tað mangar ferðir aftur í hesi tíð og í hinum komandi heimi ævigt lív.»

[31] Men hann tók teir tólv til sín og segði við teir: «Sí, vit eru á ferð niðan til Jerúsalem, og alt tað, sum skrivað er av profetunum, skal fullbúgvast menniskjusoninum.

[32] Tí at hann skal verða givin upp í heidna manna hendur og spottaður og háðaður og áspýttur,

[33] og teir skulu húðfleingja hann og drepa hann, og triðja dagin skal hann rísa upp.»

[34] Men teir fataðu einki av hesum, og hetta orðið var dult fyri teimum, og teir skildu ikki tað, sum talað var.

[35] Men tað bar so á, tá ið hann nærkaðist Jeriko, at har sat ein blindur maður við vegin og biddaði.

[36] Og tá ið hann hoyrdi eina fjøld av fólki ganga framvið, spurdi hann, hvat hetta var.

[37] Tey søgdu honum, at Jesus úr Nasaret kom framvið.

[38] Og hann tók at rópa og segði: «Jesus, sonur Dávids, miskunna mær!»

[39] Og tey, sum gingu undan, hóttaðu at honum, at hann skuldi tiga; men hann rópaði nógv harðari: «Sonur Dávids, miskunna mær!»

[40] Tá steðgaði Jesus og beyð, at hann skuldi verða leiddur til sín; og tá ið hann var komin tætt til hansara, spurdi hann hann og segði:

[41] «Hvat vilt tú, at eg skal gera fyri teg?» Men hann segði: «Harri, tað, at eg má fáa sjón mína aftur!»

[42] Og Jesus segði við hann: «Fái tú sjónina! Trúgv tín hevur frelst teg!»

[43] Og í stundini fekk hann sjónina aftur, og hann fylgdi honum og prísaði Guði. Og alt fólkið lovaði Guði, tá ið tey hetta sóu.

Evangeliið eftir Lukas — Chapters