[1] Men um sama leitið vóru har nakrir hjástaddir, sum søgdu honum frá teimum Galileingum, sum Pilatus hevði blandað blóðið av saman við ofrum teirra.
[2] Og hann svaraði og segði við teir: «Halda tit, at hesir Galileingarnir vóru størri syndarar enn allir aðrir Galileingar, av tí at teir hava verið fyri hesum.
[3] Nei, sigi eg tykkum; men um tit ikki venda um, tá skulu tit allir umkomast á sama hátt.
[4] Ella teir átjan, sum tornið í Siloam datt oman yvir og varð at bana, halda tit, at teir vóru sekari enn alt hitt fólkið, sum býr í Jerúsalem?
[5] Nei, sigi eg tykkum; men um tit ikki venda um, tá skulu tit allir umkomast á sama hátt.»
[6] Og hann segði hetta líknilsi: «Ein maður átti eitt fikutræ, sum var sett niður í víngarði hansara; og hann kom og leitaði eftir frukt á tí og fann onga.
[7] Hann segði tá við víngarðsmannin: «Sí, nú havi eg í trý ár komið og leitað eftir frukt á hesum fikutræi og havi onga funnið; høgg tað upp; hví skal tað arma jørðina út aftrat?»
[8] Men hann svaraði og segði við hann: «Harri, lat tað standa enn hetta árið, til eg fái grivið uttan um tað og taðað tað;
[9] hvør veit, um tað tá ikki fer at bera frukt í komandi tíð; men verður tað ikki, so kanst tú tá høgga tað upp.»
[10] Og hann lærdi í einum av samkomuhúsunum ein hvíludag.
[11] Og sí, har var kona, sum hevði havt ein veikleiks anda í átjan ár; og hon var kropnað saman og orkaði ikki á nakran hátt at rætta seg upp.
[12] Men tá ið Jesus bar eyga við hana, rópaði hann hana til sín, og segði við hana: «Kvinna, tú ert loyst frá veikleika tínum!»
[13] Og hann legði hendurnar á hana, og í stundini rættist hon upp og lovaði Guði.
[14] Men forstøðumaðurin fyri samkomuhúsinum, sum var illur um, at Jesus hevði grøtt um hvíludagin, tók til orða og segði við mannamúgvuna: «Tað eru seks dagar, sum tað eigur at verða arbeitt í; teir dagarnar kunnu tit koma og verða grødd, og ikki hvíludagin.»
[15] Men Harrin svaraði honum og segði: «Tykkara falsarar! Loysir ikki ein og hvør tykkara oksa sín ella ásin sítt av básinum um hvíludagin og leiðir tey at drekka?
[16] Men henda konan, sum er dóttir Ábrahams og sum Sátan hevur hildið bundna í fjøtrum, og tað í átjan ár, átti hon ikki at verða loyst úr hesum bandi ein hvíludag?»
[17] Og tá ið hann segði hetta, vórðu allir mótstøðumenn hansara fyri skommum, og øll mannfjøldin gleddist yvir alt tað dýrdarríka, sum hann gjørdi.
[18] Hann segði tá: «Hvørjum er Guðs ríki líkt, og hvat skal eg líkna tað við?
[19] Tað er líkt einum sinopskorni, sum ein maður tók og setti niður í urtagarð sín; og tað vaks og varð til eitt træ, og himmalsins fuglar bygdu reiður í greinunum á tí.»
[20] Og aftur segði hann: «Hvat skal eg líkna Guðs ríki við?
[21] Tað er líkt súrdeiggi, sum ein kona tók og legði í trý mál av mjøli, inntil alt samalt var sýrað.»
[22] Og hann fór úr staði í stað og úr bygd í bygd og lærdi, alt meðan hann helt fram ferð síni til Jerúsalem.
[23] Men onkur segði við hann: «Harri, eru tað fá, ið verða frelst?» Men hann segði við tey:
[24] «Stríðist fyri at koma inn ígjøgnum hinar trongu dyrnar; tí at mong, sigi eg tykkum, skulu royna at koma inn, og kunnu tað ikki.
[25] Um tit tá fyrstani, tá ið húsbóndin er farin upp og hevur stongt dyrnar, geva tykkum til at standa fyri uttan at banka á dyrnar og siga: «Harri, lat okkum upp!» tá man hann svara og siga við tykkum: «Eg veit ikki, hvaðan tit eru.»
[26] Tá munnu tit fara at siga: «Vit hava etið og drukkið fyri eygunum á tær, og tú hevur lært á gøtunum hjá okkum.»
[27] Og hann skal tá siga: «Eg sigi tykkum, eg veit ikki, hvaðan tit eru. Víkið frá mær øll tit, sum gera órætt!»
[28] Har skal verða grátur og tannagrísl, tá ið tit fáa at síggja Ábraham og Ísak og Jákup og allar profetarnar í Guðs ríki, men tykkum sjálv koyrd uttanfyri.
[29] Og tey skulu koma eystaneftir og vestaneftir og norðaneftir og sunnaneftir og setast til borðs í Guðs ríki.
[30] Og sí, til eru síðstir, sum skulu verða fyrstir, og til eru fyrstir, sum skulu verða síðstir.»
[31] Á somu stund komu nakrir Farisearar og søgdu við hann: «Far avstað og halt burtur hiðani, tí at Heródes ætlar at drepa teg.»
[32] Og hann segði við teir: «Farið tit og sigið við henda revin: Sí, eg reki út illar andar og gevi heilsubót í dag og í morgin, og triðja dagin eri eg komin á enda;
[33] men eg eigi at halda ferð míni fram í dag og í morgin og dagin eftir; tí at tað sømir seg ikki, at ein profetur letur lívið aðrar staðir enn í Jerúsalem.
[34] Jerúsalem, Jerúsalem! tú sum tekur profetarnar av lívi og steinar teir, sum eru sendir til tín, hvussu ofta havi eg viljað savnað saman børn tíni, eins og høna ungar sínar undir veingirnar á sær, – og tit vildu ikki.
[35] Sí, hús tykkara skal verða latið til tykkara sjálvs. Men eg sigi tykkum, at tit skulu als ikki síggja meg, fyrr enn tann tíðin kemur, tá ið tit siga: Vælsignaður veri tann, ið kemur í Harrans navni!»