[1] Men allir tollarar og syndarar hildu seg nær at honum fyri at lýða á hann.
[2] Og bæði Fariseararnir og hinir skriftlærdu knarraðu og søgdu: «Hesin fagnar syndarum og etur saman við teimum.»
[3] Men hann talaði hetta líknilsi til teirra og segði:
[4] «Hvør tykkara, sum hevur hundrað seyðir og hevur mist ein teirra, letur ikki teir níggju og níti vera eftir í haganum og fer at leita eftir tí burturmista, inntil hann finnur hann?
[5] Og tá ið hann hevur funnið hann, leggur hann hann fegin á herðarnar;
[6] og tá ið hann kemur heim, kallar hann saman vinmenn sínar og grannar og sigur við teir: «Samgleðist við mær, tí at eg havi funnið seyð mín, sum burtur farin var.»
[7] Eg sigi tykkum: Soleiðis skal verða meiri gleði í himni um ein syndara, sum vendir um, enn um níggju og níti rættvís, sum ikki hava umvending fyri neyðini.
[8] Ella hvør kona, sum hevur tíggju drakmur og missir eina drakmu, tendrar ikki ljós og sópar húsið og leitar væl, inntil hon finnur hana?
[9] Og tá ið hon hevur funnið hana, kallar hon saman vinkonur sínar og grannkonur og sigur: «Samgleðist við mær; tí at eg havi funnið ta drakmuna, sum eg misti.»
[10] Soleiðis, sigi eg tykkum, verður gleði hjá Guðs einglum um ein syndara, sum vendir um.»
[11] Og hann segði: «Ein maður átti tveir synir.
[12] Og hin yngri teirra segði við faðirin: «Faðir, gev mær tann partin av ognini, sum mær líknast.
[13] Og hann býtti góðsið millum teirra. Og ikki mangar dagar eftir hetta savnaði hin yngri sonurin alt saman og fór burtur í eitt fjarlagið land, og har oyddi hann burtur ogn sína í einum óryggiligum levnaði.
[14] Men tá ið hann hevði forkomið øllum burtur, kom hørð hungursneyð um hetta sama land, og hann fór at líða neyð.
[15] Og hann fór til ein bónda har í landinum og helt seg aftrat honum, og hesin sendi hann út á mark sína at sita hjá svínum.
[16] Og hann vildi fegin fylla búk sín av tí dravi, sum svínini ótu; men eingin gav honum nakað.
[17] Tá gekk hann í seg sjálvan og segði: «Hvussu mangir bønarmenn hjá faðir mínum hava ikki yvirflóð av mati, men eg doyggi her í hungri!
[18] Eg vil standa upp og fara til faðirs míns og siga við hann: «Faðir, eg havi syndað ímóti himlinum og ímóti tær;
[19] ikki eri eg longur verdur at eita sonur tín; lat meg sleppa at vera sum ein av bønarmonnum tínum?» »
[20] Og hann reistist og tók at ganga til faðirs síns. Men meðan hann enn var langt burtur, sá faðir hansara hann og tókti stórliga synd í honum; og hann kom rennandi og hálsfevndi hann og kysti hann.
[21] Men sonurin segði við hann: «Faðir, eg havi syndað ímóti himlinum og ímóti tær; ikki eri eg longur verdur at eita sonur tín.»
[22] Men faðirin segði við húskallar sínar: «Farið eftir teimum bestu klæðunum og latið hann í tey, og setið ring á fingurin á honum og gevið honum skógvar upp á føturnar;
[23] og farið eftir gøðingarkálvinum og drepið hann, og latum okkum eta og vera glaðar!
[24] Tí at hesin sonur mín var deyður og er livnaður aftur, hann var farin og er fingin aftur.» Og teir tóku at halda sær á gaman.
[25] Men hin eldri sonur hansara var úti á markini; og tá ið hann kom heim og nærkaðist húsunum, hoyrdi hann spæl og dans.
[26] Og hann rópaði ein av húskøllunum til sín og spurdi hann, hvat hetta hevði at týða.
[27] Men hann segði við hann: «Bróðir tín er komin, og faðir tín hevur dripið gøðingarkálvin, av tí at hann hevur fingið hann heilan aftur.»
[28] Tá varð hann illur og vildi ikki fara inn. Faðir hansara fór tá út og bað hann.
[29] Men hann svaraði og segði við faðirin: «Sí, í so mong ár havi eg nú tænt tær, og havi aldri gjørt ímóti boðum tínum; og mær hevur tú aldri givið so frægt sum eitt smálamb, so at eg kundi fáa mær ein stuttleika saman við vinum mínum!
[30] Men tá ið hasin sonur tín er heim aftur komin, sum hevur oytt burtur ognir tínar við skøkjum, nú drepur tú gøðingarkálvin til hansara!»
[31] Men hann segði við hann: «Sonur mín, tú ert altíð hjá mær, og alt mítt er títt;
[32] men nú áttu vit at hildið okkum at gamni og at verið glaðir, tí at hesin bróðir tín var deyður og er livnaður aftur, var farin og er fingin aftur.»