Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 8:27

[1] Men Jesus vendi aftur frá Jórdan, fullur av heilagum anda, og hann varð av andanum førdur út í oyðimørkina

[2] í fjøruti dagar, alt meðan hann varð freistaður av djevulinum. Og hann át einki teir dagarnar, og tá ið teir vóru lidnir, fór hann at hungra.

[3] Men djevulin segði við hann: «Ert tú sonur Guðs, tá sig við henda steinin, at hann skal verða breyð.»

[4] Og Jesus svaraði honum: «Skrivað stendur: «Menniskjan livir ikki av breyði eina.»

[5] Tá fór hann niðan á við honum og sýndi honum øll ríki heimsins í einum eygnabragdi.

[6] Og djevulin segði við hann: «Tær vil eg geva alt hetta veldið og dýrd teirra, tí at mær er tað givið í hendur, og eg lati hvønn fáa tað, sum eg vil.

[7] Um tú tí vilt tilbiðja meg, tá skal tað alt verða títt.»

[8] Og Jesus svaraði og segði við hann: «Skrivað stendur: «Harran, Guð tín, eigur tú at tilbiðja og tæna honum eina.»»

[9] Og hann fór við honum inn í Jerúsalem og setti hann upp á tindin á halgidóminum og segði við hann: «Um tú ert sonur Guðs, tá stoyt teg oman hiðani;

[10] tí at skrivað stendur: «Einglum sínum man hann geva boð um teg, at teir skulu varðveita teg,

[11] og á hondum munnu teir bera teg, at tú ikki skalt meiða fót tín á nøkrum steini.»»

[12] Og Jesus svaraði og segði við hann: «Tað hevur verið sagt: «Tú mást ikki freista Harran, Guð tín.»»

[13] Og tá ið djevulin hevði lokið alla freisting, veik hann frá honum um stund.

[14] Og Jesus vendi í kraft andans aftur til Galileu; og tíðindi um hann komu út um øll bygdarløgini har um vegir.

[15] Og hann lærdi í samkomuhúsum teirra og varð lovaður av øllum.

[16] Og hann kom til Nasaret, har sum hann var vaksin upp, og hann fór, sum siður hansara var, hvíludagin inn í samkomuhúsið; og hann reisti seg upp at lesa fyri.

[17] Og bók Jesaja profets varð honum fingin, og tá ið hann opnaði bókina, fann hann niður á tann staðin, har sum skrivað stóð:

[18] «Andi Harrans er yvir mær, av tí at hann hevur salvað meg, til at bera fátækum gleðiboð. Sent hevur hann meg út til at boða fangum frælsi og blindum sjón, til at sleppa neyðstøddum leysum,

[19] til at kunngera eitt Harrans náðiár.»

[20] Og hann legði bókina saman og fekk tænaranum hana og settist niður; og hvørs mans eygu í samkomuhúsinum hugdu upp á hann.

[21] Men hann tók undir at tala til teirra: «Í dag er hetta skriftorðið gingið út fyri oyrum tykkara.»

[22] Og øllum leitst væl á hann, og tey undraðust á tey lívsælu orð, sum komu av munni hansara; og tey søgdu: «Er hann ikki sonur Jósefs?»

[23] Og hann segði við tey: «Óivað munnu tit fara og siga við meg hetta orðtakið: «Lækni, lek sjálvan teg. Ger eisini her í heimbygd tíni so stór verk, sum vit hava frætt at vera hend í Kapernaum.»»

[24] Og enn meira segði hann: «Sanniliga sigi eg tykkum: Eingin profetur er væl kendur í sínum egna fosturlandi.

[25] Men eg sigi tykkum av sonnum: Mangar vóru einkjurnar í Ísrael á døgum Elia, tá ið himmalin var latin aftur í trý ár og seks mánaðir, ta ferðina tað var stórur hungur í øllum landinum;

[26] og til onga teirra var Elia sendur, men bert til Sáreptu við Sidon til eina einkju.

[27] Og mangir vóru hinir spitalsku í Ísrael, meðan Elisa profetur var uppi á døgum, og eingin teirra varð reinsaður, men eina Náaman Sýriulendingur.»

[28] Og øll í samkomuhúsinum vórðu full av vreiði, tá ið tey hoyrdu hetta,

[29] og tey reistust og koyrdu hann avstað út úr bygdini og fóru við honum ytst á røðina á tí fjallinum, sum bygd teirra var bygd á, at rinda honum oman har.

[30] Men hann gekk ígjøgnum, mitt ímillum teirra, og fór leið sína.

[31] Og hann kom oman til Kapernaum, eina bygd í Galileu; og hann lærdi tey har um hvíludagin;

[32] og tey vóru bilsin av læru hansara, tí at tala hansara var við mekt og mæti.

[33] Og í samkomuhúsinum var ein maður, sum hevði ein óreinan, illan anda, og hann rópaði so hart, sum hann var mentur:

[34] «Ey! Hvat hava vit at gera við teg, Jesus úr Nasaret? Ert tú komin at oyðileggja okkum? Eg veit, hvør tú ert, hin heilagi Guðs.»

[35] Og Jesus hótti at honum og segði: «Tig og far út úr honum!» Og hin illi andin rendi hann mitt inn ímillum teirra og fór út úr honum, men hevði ikki skaðað hann nakað.

[36] Og ræðsla kom á øll, og tey talaðu saman sín ámillum og spurdu hvør annan: «Hvat er hetta fyri orð? Tí at við mátti og megi býður hann teimum óreinu andunum, og teir fara út!»

[37] Og tíðindini um hann komu út allar staðir har um vegir.

[38] Men hann reistist og fór út úr samkomuhúsinum og gekk inn við hús hjá Símuni. Men vermóðir Símunar lá sjúk, yvirtikin av sterkari hitasótt; og tey bóðu hann fyri hana.

[39] Og hann gekk fram at henni og stóð uppi yvir henni og hótti at hitasóttini, og hon fór av henni; og í stundini fór hon upp og borðreiddi fyri teimum.

[40] Men tá ið sólin setti, komu øll tey, sum høvdu sjúk fólk av alskyns sjúkum, við teimum til hansara; og hann legði hendurnar á hvørt eitt av teimum og grøddi tey.

[41] Eisini illir andar fóru út úr mongum, og teir rópaðu og søgdu: «Tú ert sonur Guðs!» Og hann hótti at teimum og gav teimum ikki loyvi at tala, tí at teir vistu, at hann var Kristus.

[42] Men tá ið dagur var komin, gekk hann út og fór burtur á ein oyðistað, og mannamúgvurnar leitaðu eftir honum; og tey komu til hansara og royndu at halda honum aftur, at hann ikki skuldi fara frá teimum.

[43] Men hann segði við tey: «Eg eigi eisini at bera hinum bygdunum gleðiboðskapin um Guðs ríki, tí at til tess varð eg sendur.»

[44] Og hann prædikaði í samkomuhúsunum í Galileu.

Evangeliið eftir Lukas — Chapters