Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 8:07

[1] Men tað bar á, meðan mannamúgvan tyrptist um hann og lýddi á Guðs orð, og hann var staddur við Genesaret vatnið,

[2] at hann sá tveir bátar liggja í fjøruni, men útróðrarmenninir vóru farnir burtur frá teimum og sótu og reinskaðu gørnini.

[3] Og hann fór tá inn í annan bátin, sum Símun átti, og bað hann leggja eitt sindur út frá landi; og hann settist tá niður og lærdi mannfjøldina úr bátinum.

[4] Men tá ið hann var hildin uppat at tala, segði hann við Símun: «Legg út á dýpið, og setið gørn tykkara út eina setu!»

[5] Og Símun svaraði og segði: «Meistari, vit hava roynt alla nátt og einki fingið; men eftir tínum orði vil eg seta gørnini út aftur.»

[6] Og tá ið teir hetta gjørdu, fingu teir eina stóra mongd av fiski í; men gørnini hjá teimum skrædnaðu.

[7] Og teir veittraðu eftir lagsmonnum sínum á hinum bátinum at koma og hjálpa sær; og teir komu, og teir fyltu upp í báðar bátarnar, so at teir vóru søkkladnir.

[8] Men tá ið Símun Pætur hetta sá, fell hann Jesusi til kníggja og segði: «Far frá mær, Harri, tí at eg eri ein syndigur maður!»

[9] Tí at ræðsla var komin á hann og á allar teir, sum við honum vóru, av hesi fiskaveiði, sum teir høvdu fingið;

[10] og somuleiðis eisini á Jákup og Jóhannes, synir Sebedeusar, sum vóru lagsmenn Símunar. Og Jesus segði við Símun: «Óttast ikki, hereftir skalt tú veiða menn!»

[11] Og teir drógu bátarnar upp á land og fóru frá øllum og fylgdu honum.

[12] Og tað bar so á, meðan hann var í eini bygdini, at har var ein maður, fullur av spitalskusjúku; og tá ið hann sá Jesus, kastaði hann seg niður fram eftir rommum og bað hann og segði: «Harri, um tú vilt, kanst tú reinsa meg.»

[13] Og hann rætti hondina út, nam við hann og segði: «Eg vil, verð reinur!» Og í stundini fór spitalskusjúkan av honum.

[14] Og hann beyð honum ikki at siga nøkrum hetta; men «far tú avstað og sýn teg fyri prestinum og ofra fyri reinsan tína, soleiðis sum Móses hevur ásett, til vitnisburðar fyri teimum!»

[15] Men tíðindini um hann komu hvaðna víðari um, og stórar mannfjøldir komu saman at lýða á hann og at fáa heilsubót fyri sjúkdómum sínum.

[16] Men sjálvur hevði hann seg undan út í oyðimerkurnar og helt bøn.

[17] Og tað bar so á ein dagin, meðan hann lærdi, at har sótu Farisearar og lóglærarar, sum komnir vóru úr hvørji bygd í Galileu og Júdeu og úr Jerúsalem; og kraft Harrans var yvir honum til at grøða.

[18] Og sí, tá komu menn berandi við einum manni, sum var giktsjúkur, á eini song; og teir royndu at bera hann inn og leggja hann niður framman fyri hann.

[19] Og tá ið teir ongan veg sóu at sleppa inn við honum fyri mannamúgvuni, fóru teir upp á tekjuna og lótu hann við songini síga niður millum taksteinanna beint framman fyri Jesus.

[20] Og tá ið hann sá trúgv teirra, segði hann: «Maður, syndir tínar eru tær fyrigivnar!»

[21] Og hinir skriftlærdu og Fariseararnir tóku at hugsa við sær sjálvum og søgdu: «Hvør er hesin, sum talar slíka gudsspottan? Hvør kann fyrigeva syndir uttan Guð eina?»

[22] Men tá ið Jesus skildi hugsan teirra, svaraði hann og segði við teir: «Hvat hugsa tit í hjørtum tykkara?

[23] Hvat er lættari at siga: «Syndir tínar eru tær fyrigivnar», ella at siga: «Statt upp og gakk?»

[24] Men fyri at tit skulu vita, at menniskjusonurin hevur vald á jørð til at fyrigeva syndir,» – tá segði hann við hin giktsjúka –: «Eg sigi tær, statt upp og tak song tína og far heim til tín sjálvs!»

[25] Og í stundini stóð hann upp beint fyri eygunum á teimum, tók legu sína og fór heim til sín sjálvs lovandi Guði.

[26] Og øll stóðu bilsin og ovfarin, og tey lovaðu Guði; og tey vóru full av ótta og søgdu: «Vit hava í dag sæð tað, sum er ótrúligt.»

[27] Og eftir hetta fór hann út aftur, og hann sá tá ein tollara, nevndan Levi, sitandi við tollbúðina, og hann segði við hann: «Fylg mær!»

[28] Og hann fór frá øllum, stóð upp og fylgdi honum.

[29] Og Levi gjørdi eina stóra veitslu fyri honum heima við hús hjá sær sjálvum, og har var ein stórur flokkur av tollarum og øðrum, sum sótu til borðs saman við teimum.

[30] Og Fariseararnir og hinir skriftlærdu teirra illkendust við lærusveinar hansara og søgdu: «Hví eta tit og drekka tit í felagi við tollarum og syndarum?»

[31] Og Jesus svaraði og segði við teir: «Ikki tarvast teimum frísku lækna, men teimum, ið ilt hava.

[32] Eg eri ikki komin at kalla rættvísar, men syndarar til umvendingar.»

[33] Men teir søgdu við hann: «Lærusveinar Jóhannesar fasta ofta og halda bønir, og somuleiðis eisini teir hjá Farisearunum; men teir hjá tær eta og drekka.»

[34] Men Jesus segði við teir: «Munnu tit kunna fáa brúðmenninar at fasta, meðan brúðgómurin er hjá teimum?

[35] Men dagar skulu koma, og tá ið brúðgómurin verður tikin frá teimum, tá skulu teir fasta á teimum døgum.

[36] Men hann segði teimum eisini eitt líknilsi: «Eingin skræðir eina bót av einum nýggjum klæðum og setir hana í eini gomul klæði; annars skræðir hann tey nýggju sundur, og bótin av teimum nýggju hóskar ikki upp í tey gomlu.

[37] Og eingin letur nýtt vín í gamlar leðurfløskur; annars spreingir hitt nýggja vínið leðurfløskurnar, og tað fer til spillis, og leðurfløskurnar fara fyri einki.

[38] Men nýtt vín eigur at verða latið í nýggjar leðurfløskur. Tá verða báðir partar goymdir.

[39] Og eingin, sum hevur drukkið gamalt vín, ynskir sær nýtt; tí at hann sigur: hitt gamla er gott.»

Evangeliið eftir Lukas — Chapters