Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 11:15

[1] Og tað bar so á, meðan hann var á einum staði og helt bøn, at ein av lærusveinum hansara segði við hann, tá ið hann var hildin uppat: «Harri, lær okkum at biðja, soleiðis sum eisini Jóhannes lærdi lærusveinar sínar.»

[2] Men hann segði við teir: «Tá ið tit biðja, tá sigið: Faðir, heilagt veri navn títt, komi ríki títt,

[3] gev okkum hvønn dag okkara dagliga breyð,

[4] og fyrigev okkum syndir okkara, tí at eisini vit sjálvir fyrigeva einum og hvørjum, sum okkum er skyldugur; og leið okkum ikki í freistingar.»

[5] Og hann segði við teir: «Um onkur av tykkum eigur ein vin og fer til hansara á miðjari nátt og sigur við hann: «Vinur mín, læna mær trý breyð;

[6] tí at ein vinmaður mín er komin til mín av ferð, og eg havi einki at seta fyri hann;»

[7] og hin fyri innan svarar og sigur: «Ger mær ongar ónáðir, dyrnar eru longu latnar aftur, og børn míni eru í song við mær; eg kann ikki fara upp aftur og fáa tær tey;»

[8] tað sigi eg tykkum, at um hann so ikki vil fara upp aftur og fáa honum tey, fyri tað at hann er vinur hansara, tá man hann kortini fara upp, av teirri grund at hann er so framførur, og lata hann fáa alt tað, sum honum tørvar.

[9] Og eg sigi tykkum: Biðið, og tykkum skal verða givið; leitið, og tit skulu finna; bankið uppá, og upp skal verða latið fyri tykkum;

[10] tí at hvør tann, sum biður, hann fær, og tann, sum leitar, hann finnur, og tí, sum bankar uppá, skal verða latið upp fyri.

[11] Og hvør er tann faðir tykkara millum, sum vil geva syni sínum ein stein, tá ið hann biður um breyð? ella tá ið hann biður um fisk, tá vil geva honum ein orm í staðin fyri ein fisk?

[12] ella vil geva honum ein dreka, tá ið hann biður um eitt egg?

[13] Um tá tit, ið ónd eru, vita at geva børnum tykkara góðar gávur, hvør mikið meira skal tá faðirin av himni geva teimum heilagan anda, sum biðja hann?»

[14] Og hann rak út ein illan anda, og hann var málleysur; men tað hendi, tá ið hin illi andin var farin út, tá talaði hin málleysi. Og mannamúgvurnar undraðust.

[15] Men summi av teimum søgdu: «Við Beelsebul, høvdinga hinna illu andanna rekur hann hinar illu andarnar út.»

[16] Men summi freistaðu hann og kravdu av honum eitt tekin av himli.

[17] Men tá ið hann kendi hugsan teirra, segði hann við tey: «Hvørt ríki, sum er í ósemju við seg sjálvt, legst í oyði, og hús fellur á hús.

[18] Men um nú eisini Sátan er í ósemju við sjálvan seg, hvussu kann tá ríki hansara standa við? Tí at tit siga meg reka út hinar illu andarnar við Beelsebul.

[19] Men um eg reki út hinar illu andarnar við Beelsebul, við hvørjum reka tá synir tykkara teir út? Teir skulu tí vera dómarar tykkara.

[20] Men um eg reki út hinar illu andarnar við fingri Guðs, tá er Guðs ríki komið á tykkum.

[21] Tá ið hin sterki alvápnaður heldur vakt um garð sín, tá eru allir ognarlutir hansara í friði;

[22] men tá ið ein, sum sterkari er enn hann, kemur á hann og vinnur hann, tá tekur hann øll herklæðini og vápnini, sum hann leit á, frá honum og býtir sundur fongin frá honum.

[23] Tann, ið ikki er við mær, er ímóti mær; og tann, ið ikki savnar við mær, hann skilir sundur.

[24] Tá ið hin óreini andin er farin út úr menniskjuni, fer hann um vatnleysar staðir og leitar sær hvílu; og tá ið hann onga finnur, sigur hann: «Eg vil venda við aftur til hús mítt, sum eg fór úr.»

[25] Og tá ið hann kemur, finnur hann tað sópað og prýtt.

[26] Tá fer hann og tekur við sær sjey aðrar andar, verri enn hann sjálvur, og teir fara inn og festa búgv har, og hitt seinna hjá teirri menniskjuni verður verri enn hitt fyrra.»

[27] Men tað hendi, í tí hann segði hetta, tá hevði ein kvinna úr mannfjøldini upp rødd sína og segði við hann: «Sælt er tað móðurlív, sum teg hevur borið, og sæl tey bróst, sum tú hevur sogið!»

[28] Men hann segði: «Ja, men sæl eru tey, sum hoyra Guðs orð og varðveita tað.»

[29] Men tá ið mannfjøldin tyrptist saman um hann, tók hann til orða og segði: «Henda slektin er ein ónd slekt; hon krevur tekin, men ikki skal annað tekin verða henni givið enn tekin Jónasar.

[30] Tí at líkasum Jónas var Nineve-monnum eitt tekin, soleiðis skal eisini menniskjusonurin vera tað fyri hesi slekt.

[31] Suðurlanda-drotningin skal standa upp í dóminum saman við monnunum av hesi slekt og dómfella teir, tí at hon kom frá ytstu útnesum á jørðini fyri at hoyra vísdóm Sálomons; og sí, meir er her enn Sálomon!

[32] Nineve-menn skulu stíga fram í dóminum saman við hesi slekt og dómfella hana, tí at teir vendu um við prædiku Jónasar; og sí, meir er her enn Jónas!

[33] Eingin, sum tendrað hevur eitt ljós, setir tað inn í skotið ella undir skeppumálið, men í ljósastakan, so at tey, sum koma inn, kunnu síggja skinið av tí.

[34] Eyga títt er ljós likamsins; tá ið eyga títt er frískt, tá er eisini alt likam títt ljóst; men er tað sjúkt, tá er eisini likam títt myrkt.

[35] Síggj tí til, at ljósið, sum tær er í, ikki er myrkur!

[36] Um tí alt likam títt er ljóst og eingin partur av tí er myrkur, tá skal tað verða ljóst alt sum tað er, líkasum tá ið ljósið við síni glæmu lýsir á teg.»

[37] Men tá ið hann hevði talað, beyð ein Fariseari honum at eta døgverð hjá sær; og hann fór inn og settist til borðs.

[38] Men Farisearin undraðist, tá ið hann sá, at hann ikki hevði tváað sær fyrst undan máltíðini.

[39] Men Harrin segði við hann: «Tit Farisearar reinsa nú bikarið og fatið uttan; men innan eru tit fullir av ráni og illskapi.

[40] Tykkara býttlingar! Tann, sum gjørdi tað, ið er uttaná, gjørdi hann ikki tað við, ið er innaní?

[41] Men gevið tað í olmussu, ið er innaní, og sí, tá er alt samalt reint hjá tykkum!

[42] Men vei tykkum, tit Farisearar, tí at tit lata tíggjund av myntu og rútu og alskyns urtum, men tit leggja eftir rættferðina og kærleikan til Guðs. Hetta átti at verið gjørt og hitt ikki verið ógjørt.

[43] Vei tykkum, tit Farisearar, tí at tykkum líkar teir fremstu sessirnar í samkomuhúsunum og heilsanir á torgunum!

[44] Vei tykkum, tí at tit eru eins og ókenniligar gravir; fólk ganga oman á teimum, og vita ikki av tí.»

[45] Men ein av hinum lógkønu tók til orða og sigur við hann: «Meistari, tá ið tú sigur hetta, tá háðar tú okkum við.»

[46] Men hann segði: «Vei tykkum við, tit lógkønu, tí at tit byrða fólk við byrðum, ringar at bera; men sjálvir vilja tit ikki nerta byrðarnar við einum fingri tykkara.

[47] Vei tykkum, tí at tit byggja upp leiði profetanna, meðan fedrar tykkara drópu teir.

[48] So geva tit tá verkum fedra tykkara vitnisburð og samtykkja í teimum, við tað at teir drópu teir, men tit byggja leiðini upp.

[49] Tess vegna hevur eisini vísdómur Guðs sagt: «Eg vil senda til teirra profetar og ápostlar, og summar av teimum skulu teir taka av døgum og summar skulu teir forfylgja,

[50] til tess at alt tað profetablóð, sum helt hevur verið út, frá tí at heimurin var grundaður, skal verða kravt av hesi slekt,

[51] frá blóði Ábels líka til blóð Sakariasar, sum varð dripin millum altars og tempuls; ja, tað sigi eg tykkum, tað skal verða kravt av hesi slekt.

[52] Vei tykkum, tit lógkønu, tí at tit hava tikið burtur lykil kunnugleikans. Sjálvir eru tit ikki farnir inn, og teimum, sum ætlaðu sær inn, hava tit forðað.»

[53] Og tá ið hann var farin út haðani, fóru hinir skriftlærdu og Fariseararnir at ganga hart at honum og at fregna hann um ymist,

[54] alt meðan teir lúrdu eftir honum fyri at lofta einumhvørjum av munni hansara.

Evangeliið eftir Lukas — Chapters