[1] Men hátíð hinna ósúrgaðu breyða, sum tey kalla páskir, nærkaðist.
[2] Og høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu løgdu ráð saman um, hvussu teir skuldu fáa tikið hann av døgum; tí at teir ræddust fólkið.
[3] Men Sátan fór í Judas, sum kallaður var Iskarjot og var ein í tali teirra tólv;
[4] og hann fór og fann høvuðsprestarnar og høvuðsmenninar á máli um, hvussu hann skuldi fáa hann givnan upp til teirra.
[5] Og teir vórðu glaðir og lovaðu at geva honum pening.
[6] Og hann tók við og royndi nú at fáa føri til at geva hann upp til teirra so stillisliga, at ongan vardi.
[7] Men dagurin fyri hinum ósúrgaðu breyðunum kom, tá ið páskalambið átti at verða dripið;
[8] og hann sendi Pætur og Jóhannes avstað og segði: «Farið og gerið okkum páskalambið til, so at vit kunnu halda máltíð!»
[9] Men teir søgdu við hann: «Hvar vilt tú, at vit skulu gera tað til?»
[10] Men hann segði við teir: «Sí, tá ið tit koma inn í staðin, man ein maður møta tykkum, sum ber eina krukku av vatni. Honum skulu tit fylgja at teimum húsunum, sum hann fer inn í;
[11] og so skulu tit siga við húsbóndan í húsunum: «Meistarin letur siga tær: Hvar er herbergið, har sum eg kann eta páskalambið saman við lærusveinum mínum?»
[12] Og hann man tá vísa tykkum ein stóran sal, borðreiddan; har skulu tit gera tað til.»
[13] Og teir fóru og funnu tað alt soleiðis, sum hann hevði sagt teimum, og teir gjørdu páskalambið til.
[14] Og tá ið tímin kom, settist hann til borðs og ápostlarnir við honum.
[15] Og hann segði við teir: «Mær hevur hjartaliga longst eftir at eta hetta páskalambið við tykkum, áðrenn eg líði;
[16] tí at eg sigi tykkum, at eg skal onga tíð meira eta tað, fyrr enn tað verður fullbúgvið í Guðs ríki.»
[17] Og hann tók ein kalik, takkaði og segði: «Takið henda og skiftið hann ímillum tykkara;
[18] tí at eg sigi tykkum, eg skal frá hesi stund ikki drekka av fruktum víntræsins, fyrr enn Guðs ríki kemur.»
[19] Og hann tók breyð, takkaði, breyt tað og gav teimum tað og segði: «Hetta er likam mítt, sum fyri tykkum verður givið. Gerið hetta til áminning mína!»
[20] Somuleiðis tók hann eisini kalikin aftan á kvøldmáltíðina og segði: «Hesin kalikur er hin nýggi sáttmálin í mínum blóði, sum verður helt út fyri tykkum.
[21] Men sí, hond hansara, sum meg svíkur, er her hjá mær við borðið.
[22] Tí at fullvæl fer menniskjusonurin burtur, eftir tí sum tilskilað er; men vei tí manni, sum hann verður svikin av!»
[23] Og teir tóku at spyrja hvør annan sín ámillum um, hvør teirra tað mundi vera, sum hetta mundi fara at gera.
[24] Men tað varð eisini orðadráttur teirra millum um, hvør teirra mundi tykjast at vera størstur.
[25] Og hann segði við teir: «Kongar fólkanna ráða yvir teimum, og teir, sum á teimum hava valdið verða nevndir vælgerðarmenn.
[26] Men soleiðis eigur ikki at vera hjá tykkum, men hin størsti tykkara millum verði sum hin yngsti, og tann, ið ræður, sum tann, ið tænir.
[27] Tí at hvør er størri, tann, ið situr til borðs, ella tann, ið tænir? Man ikki tann, ið situr til borðs? Men eg eri millum tykkara sum tann, ið tænir.
[28] Men tað eru tit, sum hava hildið út hjá mær í freistingum mínum.
[29] Og eg fái tykkum kongadømi, eins og faðir mín hevur fingið mær tað,
[30] fyri at tit skulu eta og drekka við borð mítt í mínum ríki og skulu sita í hásætum og døma Ísraels tólv ættir.
[31] Símun, Símum, sí, Sátan hevur kravt tykkum, at sálda tykkum sum hveiti.
[32] Men eg havi biðið fyri tær, at trúgv tín ikki má tróta; og tá ið tú einaferð er vendur um, tá styrk brøður tínar.»
[33] Men hann segði við hann: «Harri, við tær eri eg til reiðar at fara bæði í fangahús og í deyða.»
[34] Men hann segði: «Eg sigi tær, Pætur: hanin man ikki gala í dag, fyrr enn tú tríggjar ferðir hevur noktað fyri, at tú kennir meg.»
[35] Og hann segði við teir: «Tá ið eg sendi tykkum út uttan pung og klæðsekk og skógvar, vantaði tykkum tá nakað?» Og teir søgdu: «Nei, einki.»
[36] Men hann segði við teir: «Men nú skal tann, sum hevur pung, taka hann við sær, somuleiðis eisini klæðsekk; og tann, sum einki svørð hevur, skal selja kappa sín og keypa eitt.
[37] Tí at eg sigi tykkum: Tað sum skrivað er, eigur at ganga út við mær, hetta: «Og hann varð roknaður javnt við lógbrotsmenn;» tí at tað líður móti endanum hjá mær.»
[38] Men teir søgdu: «Harri, sí, her eru tvey svørð.» Og hann segði við teir: «Tað er nóg nógv.»
[39] Og hann gekk út og fór sum hann var vanur til Oljufjallið; og lærusveinarnir fylgdust eisini við honum.
[40] Og tá ið hann var komin á staðin, segði hann við teir: «Biðið, at tit ikki mega koma í freisting!»
[41] Og hann fór frá teimum okkurt um eitt steinkast og legðist á knæ og bað og segði:
[42] «Faðir, hevði tú viljað tikið hesa skál frá mær! Men verði tó ikki mín vilji, men tín!»
[43] Men ein eingil av himni birtist fyri honum og styrkti hann.
[44] Og tá ið hann var í deyðaangist, bað hann enn meira tráliga, og sveitti hansara varð rætt sum blóðsdropar, sum fullu á jørðina.
[45] Og tá ið hann reistist frá bønini og kom til lærusveinarnar, hitti hann teir sovandi av trega.
[46] Og hann segði við teir: «Hví sova tit? Standið upp og biðið, fyri at tit ikki mega koma í freisting!»
[47] Meðan hann enn talaði, sí, tá kom ein skari; og hann, sum æt Judas, ein av teimum tólv, gekk á odda, og hann nærkaðist Jesusi til at kyssa hann.
[48] Men Jesus segði við hann: «Judas, svíkur tú menniskjusonin við einum kossi?»
[49] Men tá ið teir, sum hjá honum vóru, sóu, hvussu tað mundi fara at ganga, søgdu teir: «Harri, skulu vit sláa til við svørði?»
[50] Og ein teirra legði til tænaran hjá høvuðsprestinum og høgdi høgra oyrað av honum.
[51] Men Jesus tók til orða og segði: «Latið tað nú vera nóg mikið!» Og hann nam við oyrað á honum og grøddi hann.
[52] Og Jesus segði við høvuðsprestarnar og høvuðsmenninar fyri halgidóminum og hinar elstu, sum vóru komnir út eftir honum: «Sum eftir einum ránsmanni eru tit farnir út við svørðum og gøssum.
[53] Tá ið eg dag og dagliga var hjá tykkum í halgidóminum, tá rættu tit ikki út hendurnar ímóti mær; men hetta er tykkara tími og vald myrkursins.»
[54] Og teir løgdu hendur á hann og fóru avstað við honum og førdu hann inn í húsini hjá høvuðsprestinum; men Pætur fylgdi langt aftaná.
[55] Og tá ið teir høvdu kynt upp ein eld í miðjum garðinum og vóru setstir uttan um hann, settist Pætur millum teirra.
[56] Men ein arbeiðiskona sá hann sita í eldglæmuni, og hon stardi upp á hann og segði: «Hesin var eisini við honum.»
[57] Men hann avnoktaði hann og segði: «Eg kenni hann ikki, kvinna!»
[58] Og eitt sindur seinni sá ein annar hann og segði: «Tú ert eisini ein teirra!» Men Pætur segði: «Maður, eg eri tað ikki!»
[59] Og tá ið okkurt um ein tími var liðin, helt ein annar tað fyri vist og segði: «Sanniliga var hesin maðurin eisini við honum; tí at hann er jú eisini Galileingur.»
[60] Men Pætur segði: «Maður, eg fati ikki, hvat tú sigur.» Og í sama viðfangi, meðan hann enn talaði, gól hanin.
[61] Og Harrin vendi sær á og leit til Pæturs. Og orð Harrans rann Pæturi í huga, tá ið hann segði við hann: «Áðrenn hanin gelur í dag, manst tú avnokta meg tríggjar ferðir.»
[62] Og hann fór útum og græt sáran.
[63] Og teir menn, sum hildu Jesusi, háðaðu hann og slógu hann.
[64] Og teir bundu fyri eyguni á honum og spurdu hann og søgdu: «Profetera! Hvør var tað, sum sló teg?»
[65] Og mong onnur tílík spottorð talaðu teir til hansara.
[66] Og tá ið tað var liðið út ímóti degi, kom fólksins elstaráð saman og høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu, og teir førdu hann fram fyri ráðsamkomu sína,
[67] og søgdu: «Ert tú Kristus, tá sig okkum tað!» Men hann segði við teir: «Um eg sigi tykkum tað, tá trúgva tit tí ikki;
[68] og um eg spyrji, tá svara tit mær ikki.
[69] Frá hesi stund skal menniskjusonurin eiga sæti við høgru hond Guðs kraftar.»
[70] Og teir søgdu allir: «Ert tú tá sonur Guðs?» Men hann segði við teir: «Tit siga tað, tí at eg eri tað.»
[71] Men teir søgdu: «Hvat nýtist okkum longur vitnisburðir? Tí at vit hava sjálvir hoyrt tað av hansara egna munni.»