Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 8:27

[1] Og tað bar so á ein dagin, meðan hann lærdi fólkið í halgidóminum og bar fram gleðiboðskapin, at høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu saman við hinum elstu fóru til hansara;

[2] og teir talaðu til hansara og søgdu: «Sig okkum, av hvørjum valdi gert tú hetta, ella hvør er tað, sum hevur givið tær hetta valdið?»

[3] Men hann svaraði og segði við teir: «Eg vil eisini seta tykkum ein spurning; sigið tit mær:

[4] Dópur Jóhannesar, var hann frá himni ella frá monnum?»

[5] Men teir samráddust sín ámillum og søgdu: «Um vit siga: «Frá himni;» tá man hann siga: «Hví trúðu tit honum tá ikki?»

[6] Men um vit siga: «Frá monnum;» tá man alt fólkið steina okkum; tí at tey eru vís í, at Jóhannes er ein profetur.»

[7] Og teir svaraðu, at teir vistu ikki, hvaðan hann var.

[8] Og Jesus segði við teir: «So sigi eg heldur ikki tykkum, av hvørjum valdi eg geri hetta.»

[9] Men hann tók til at tala við fólkið hetta líknilsi: «Ein maður plantaði ein víngarð og læt víngarðsmenn fáa hann til leigu og fór so út av landinum og var burtur eitt langt skifti.

[10] Og tá ið tíðin kom, sendi hann ein húskall til víngarðsmenninar, fyri at teir skuldu lata hann fáa nakað av fruktum víngarðsins; men víngarðsmenninir bardu hann og sendu hann burtur við tómum hondum.

[11] Og aftur sendi hann ein annan húskall; men teir bardu eisini hann og háðaðu hann og sendu hann burtur við tómum hondum.

[12] Og uppaftur sendi hann hin triðja; men eisini hann meinslaðu teir og kastaðu hann út.

[13] Men víngarðsins harri segði: «Hvat skal eg gera? Eg vil senda elskaða son mín; teir munnu fara at hava fyrilit fyri honum.»

[14] Men tá ið víngarðsmenninir sóu hann, løgdu teir ráð upp saman og søgdu: «Hatta er arvingin; lat okkum drepa hann, fyri at vit kunnu fáa arvin!»

[15] Og teir kastaðu hann út um víngarðin og drópu hann. Hvat man nú víngarðsins harri gera við teir?

[16] Hann skal koma og týna hesum víngarðsmonnum av lívi og geva øðrum víngarðin.» Men tá ið teir hetta hoyrdu, søgdu teir: «Tað verði aldri!»

[17] Men hann hugdi upp á teir og segði: «Hvat er tá hetta, sum skrivað er: «Steinurin, sum smiðirnir vrakaðu, hann er vorðin aðalhyrnissteinur».

[18] Hvør tann, ið fellur um henda steinin, skal sora seg sundur; men tann, ið hann fellur á, skal hann smildra.»

[19] Og hinir skriftlærdu og høvuðsprestarnir ætlaðu at leggja hendur á hann tá í stundini; men teir óttaðust fyri fólkinum; tí at teir skildu, at hann talaði hetta líknilsið um teir.

[20] Og teir góvu gætur eftir honum og sendu út njósnarar, sum skuldu látast at vera rættvísir, fyri at teir kundu seta hann fastan í orðum, so at teir kundu geva hann upp til yvirvøldina og í hendurnar á landshøvdinganum.

[21] Og teir spurdu hann og søgdu: «Meistari, vit vita, at tú talar og lærir beint og gert ongan mannamun, men at tú lærir Guðs veg í sannleika.

[22] Er tað okkum loyviligt at gjalda keisaranum skatt ella ikki?»

[23] Men við tað at hann kendi fals teirra, segði hann við teir:

[24] «Sýnið mær ein denar! Hvørs mynd og yvirskrift hevur hann?» Men teir søgdu: «Keisarans.»

[25] Men hann segði við teir: «Gevið tá keisaranum tað, sum keisarans er, og Guði tað, sum Guðs er!»

[26] Og teir kundu ikki seta hann fastan í orðum, so fólkið hoyrdi; og teir undraðust á svar hansara og tagdu.

[27] Men nakrir av Saddukearunum, teimum, sum siga, at eingin uppreisn er til, komu til hansara og spurdu hann og søgdu:

[28] «Meistari, Móses hevur skrivað okkum tað boðið, at um ein giftur bróðir hjá onkrum doyr og hann er barnleysur, tá skal bróðir hansara taka konuna og reisa upp bróður sínum avkom.

[29] Nú vóru tað sjey brøður; hin fyrsti tók sær konu og doyði barnleysur.

[30] Somuleiðis hin annar.

[31] Og hin triði tók hana, og líkaleiðis eisini teir sjey; teir lótu ikki børn eftir seg og doyðu.

[32] Seinast doyði eisini konan.

[33] Kona hvørs teirra verður hon nú í uppreisnini? Tí at teir allir sjey hava havt hana til konu.»

[34] Og Jesus segði við teir: «Børnini av hesi verøldini giftast og verða burturgift;

[35] men tey, sum verða hildin verðig at fáa lut í hini verøldini og uppreisnini frá deyðum, tey hvørki giftast ella verða burturgift;

[36] tey kunnu heldur ikki doyggja meir, tí at tey eru einglum lík og eru Guðs børn, við tað at tey eru uppreisnarinnar børn.

[37] Men at hini deyðu rísa upp, tað hevur eisini Móses sýnt í søguni um tornarunnin, har sum hann kallar Harran Guð Ábrahams og Guð Ísaks og Guð Jákups.

[38] Men hann er ikki Guð teirra deyðu, men teirra livandi; tí at fyri honum liva øll.»

[39] Men nakrir av hinum skriftlærdu svaraðu og søgdu: «Meistari, tú talaði væl!»

[40] Og teir tordu ikki meira at seta nakran spurning fyri hann.

[41] Men hann segði við teir: «Hvussu kunnu tey siga, at Kristus er sonur Dávids?

[42] Tí at sjálvur Dávid sigur í sálmabókini: «Harrin segði við Harra mín: Set teg við mína høgru lið,

[43] til eg leggi fíggindar tínar sum fótskammul fyri føtur tínar.»

[44] Dávid kallar hann tá harra, og hvussu kann hann tá vera sonur hansara?»

[45] Men meðan alt fólkið hoyrdi, segði hann við lærusveinarnar:

[46] «Varið tykkum fyri hinum skriftlærdu, sum fegnir vilja ganga í síðum klæðum og sum tað líkar væl at verða heilsaðir á torgunum og at hava teir fremstu sessirnar í samkomuhúsunum og tey ovastu sætini í veitslunum;

[47] teir sum oyðeta húsini hjá einkjum og á kvamsvís halda langar bønir. Teir skulu fáa tess strangari dóm.»

Evangeliið eftir Lukas — Chapters