[1] Og teir reistust, allur flokkurin, og førdu hann til Pilatusar.
[2] Og teir tóku at klaga hann og søgdu: «Vit eru vorðnir varir við, at hesin maðurin villir fólk okkara inn á avvegir og forbjóðar at lata keisaranum skatt og sigst sjálvur vera Kristus, kongur.»
[3] Og Pilatus spurdi hann og segði: «Ert tú kongur Jødanna?» Men hann svaraði honum og segði: «Tú sigur tað.»
[4] Men Pilatus segði við høvuðsprestarnar og við fólkið: «Eg finni onga søk hjá hesum manni.»
[5] Men teir gjørdust enn ágrýtnari og søgdu: «Hann øsir upp fólkið, við tað at hann lærir um alla Júdeu, líka frá Galileu, har sum hann setti á, og higar.»
[6] Men tá ið Pilatus hoyrdi tað, spurdi hann, um maðurin var Galileingur.
[7] Og tá ið hann var vorðin vísur í tí, at hann var úr umdømi Heródesar, sendi hann hann til Heródesar, sum sjálvur eisini var staddur í Jerúsalem í teimum døgunum.
[8] Men tá ið Heródes sá Jesus, varð hann ógvuliga glaður; tí at hann hevði langa tíð fegin viljað sæð hann, av tí at hann hevði hoyrt um hann; og hann gjørdi sær vón um at fáa at síggja eitthvørt tekin gjørt av honum.
[9] Og hann spurdi hann mangar spurningar; men hann svaraði honum einki.
[10] Men høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu stóðu har og átalaðu hann harðliga.
[11] Men tá ið Heródes við hermonnum sínum hevði hildið hann fyri háð og spott, kastaði hann eitt skartaklæði um hann og sendi hann aftur til Pilatusar.
[12] Og tann dagin vórðu teir Pilatus og Heródes vinmenn báðir; tí at áður hevði verið fíggindskapur teirra millum.
[13] Men Pilatus kallaði saman høvuðsprestarnar og høvuðsmenninar og fólkið
[14] og segði við tey: «Tit hava ført mær higar henda mann sum tann, ið villir fólkið út á avvegir; og sí, eg havi so tit hava hoyrt, forhoyrt hann, og eg havi onga søk funnið hjá hesum manni í tí, sum tit klaga hann fyri.
[15] Og heldur ikki Heródes; tí at hann sendi hann aftur til okkara; og sí, hann hevur einki gjørt, sum hann eigur at verða dripin fyri.
[16] Eg vil tí revsa hann og sleppa honum leysum.» (
[17] Men hann noyddist at sleppa teimum einum fanga leysum um hátíðina.)
[18] Men tey rópaðu øll somul og søgdu: «Burtur við honum! Gev okkum Barabbas leysan!»
[19] Men hetta var ein maður, sum var settur fastur fyri uppreist, sum verið hevði í staðinum, og fyri manndráp.
[20] Og Pilatus talaði upp aftur til teirra, av tí at hann hevði hug at lata Jesus leysan.
[21] Men tey rópaðu og søgdu: «Krossfest, krossfest hann!»
[22] Men triðju ferðina segði hann við tey: «Hvat ilt hevur hann tá gjørt? Eg havi onga deyðasøk funnið hjá honum; eg vil tí revsa hann og lata hann leysan.»
[23] Men tey strongdu á við hørðum rópum og kravdu, at hann skuldi verða krossfestur; og róp teirra vórðu við yvirlutan.
[24] Og Pilatus dømdi tá, at tað skuldi verða soleiðis, sum tey kravdu;
[25] og hann slepti honum leysum, sum fyri uppreist og manndráp hevði verið settur fastur, tí, sum tey bóðu um; men Jesus gav hann teimum eftir vild teirra.
[26] Men tá ið teir førdu hann út, tóku teir fatur á einum manni, Símuni frá Kýrene, sum kom uttan av markini, og teir løgdu krossin upp á hann, at hann skuldi bera hann aftan á Jesus.
[27] Men honum fylgdi ein stórur skari av fólkinum, og av kvinnum, sum bæði harmaðu hann og grótu um hann.
[28] Men Jesus vendi sær á ímóti teimum og segði: «Jerúsalem-døtur, grátið ikki um meg, men grátið um tykkum sjálvar og um børn tykkara!
[29] Tí at, sí, teir dagar skulu koma, tá ið sagt man verða: «Sælar eru ófruktirnar, og sæl eru tey móðurlív, sum ikki hava føtt, og tey bróst, sum ikki hava givið at súgva!
[30] Tá skulu tey fara at siga við fjøllini: «Fallið yvir okkum!» og við heyggjarnar: «Fjalið okkum!»
[31] Tí at gera tey hetta við hitt grøna træið, hvussu fer tá at gangast hinum turra?» »
[32] Men tveir aðrir, tveir illgerðarmenn, vórðu førdir út við at verða tiknir av døgum saman við honum.
[33] Og tá ið teir komu á tann staðin, sum kallast Skallin, krossfestu teir hann har og illgerðarmenninar, annan høgrumegin og annan vinstrumegin.
[34] Men Jesus segði: «Faðir, fyrigev teimum; tí at teir vita ikki, hvat teir gera!» Men teir býttu klæði hansara millum sín og kastaðu lut um tey.
[35] Og fólkið stóð og hugdi at. Men høvuðsprestarnir hildu hann fyri spott og søgdu: «Øðrum hevur hann hjálpt, lat hann nú hjálpa sær sjálvum, um hann er Guðs Kristus, hin útvaldi!»
[36] Somuleiðis spottaðu eisini hermenninir hann; teir komu og rættu honum edik og søgdu:
[37] «Ert tú kongur Jødanna, so bjarga tær sjálvum!»
[38] Men ein yvirskrift var eisini uppi yvir honum: Hetta er kongur Jødanna.
[39] Men annar av illgerðarmonnunum, sum hongdir vóru, spottaði hann og segði: «Ert tú ikki Kristus? Bjarga tær sjálvum og okkum!»
[40] Men annar svaraði og hevði at honum og segði: «Óttast tú heldur ikki Guð, tá ið tú ert undir sama dómi?
[41] Og vit eru tað við rættum; tí at vit fáa tað afturlønt, sum vit hava gjørt; men hesin hevur einki ósámiligt gjørt.»
[42] Og hann segði: «Jesus, minst tú til mín, tá ið tú kemur í ríki títt!»
[43] Og hann segði við hann: «Sanniliga sigi eg tær, í dag skalt tú vera við mær í páradís!»
[44] Og tað var nú okkurt um hin sætta tíman, og myrkur kom um alt landið líka til hin níggjunda tíman,
[45] við tað at sólin myrknaði. Og forhangið í templinum skrædnaði í tvey eftir miðjuni.
[46] Og Jesus rópaði við harðari rødd og segði: «Faðir, í tínar hendur gevi eg anda mín!» Og í tí hann hetta segði, andaðist hann.
[47] Men tá ið herhøvdingin sá tað, sum hendi, gav hann Guði æruna og segði: «Av sonnum var hesin maður rættvísur!»
[48] Og allar tær mannamúgvur, sum saman vóru komnar at síggja hesa sjón, slógu seg fyri bringuna, tá ið tær sóu, hvat ið hendi, og fóru avstað aftur.
[49] Men allir kunningar hansara, og tær kvinnur, sum høvdu fylgt honum úr Galileu, stóðu langt burtur frá og hugdu at hesum.
[50] Og sí, ein maður var, ið æt Jósef; hann var ráðsharri, ein góður og rættvísur maður;
[51] og hann hevði ikki samtykt í teirra ráði og verki; hann var úr Arimateu, einum staði í Jødalandi, og hann væntaði Guðs ríki.
[52] Hesin maður fór til Pilatusar og bað um likamið av Jesusi.
[53] Og hann tók tað niður, sveipaði tað inn í línklæði og legði tað í eina grøv, høgda inn í klettin, sum eingin hevði ligið í áður.
[54] Og tað var atfangadagur, og hvíludagurin var í hondum.
[55] Og tær kvinnurnar, sum vóru komnar við honum úr Galileu, fylgdu eftir, og tær sóu grøvina og hvussu likam hansara varð lagt.
[56] Tær fóru so avstað aftur og gjørdu til angandi urtir og smyrsl; og hvíludagin hildu tær sær í kvirrum eftir lógini.