[1] Men á fimtanda stjórnarári Tiberiusar keisara, meðan Pontius Pilatus var landshøvdingi í Júdeu, og Heródes var fjórðingshøvdingi í Galileu, og Filippus bróðir hansara fjórðingshøvdingi í landspartinum Itureu og Trakonitis, og Lýsanias fjórðingshøvdingi í Abilene,
[2] og meðan Annas og Kaifas vóru høvuðsprestar, tá kom orð Guðs til Jóhannesar Sakariassonar í oyðimørkini.
[3] Og hann steig fram og fór um øll bygdarløgini við Jórdan og prædikaði umvendingardóp til fyrigevingar syndanna,
[4] eins og skrivað stendur í spádómsbók Jesaja profets: «Ein rødd á einum, ið rópar í oyðimørkini: Slættið veg Harrans, gerið beinar leiðir hansara.
[5] Hvør ein lægd skal fyllast upp, og hvør ein hædd og hvør ein heygur skal javnast; og tað, ið krókut er, skal verða beinað, og tað, ið knortlut er, skal verða slættar gøtur;
[6] og alt hold skal síggja frelsu Guðs.»
[7] Hann segði tí við mannamúgvurnar, sum komu út til hansara at verða doyptar av honum: «Tykkara ormaungar! Hvør lærdi tykkum at flýggja undan hini komandi vreiðini?
[8] Berið tá ávøkst, sum samsvarar við umvendingina, og farið ikki og sigið við tykkum sjálvum: «Vit hava Ábraham til faðir;» tí at eg sigi tykkum, at Guð er mentur at vekja Ábrahami børn av hesum steinunum.
[9] Men øksin liggur tí eisini longu við røturnar á trøunum; hvørt tað træ, sum ikki ber góðan ávøkst, verður tá avhøgt og kastað í eldin.»
[10] Og mannamúgvurnar spurdu hann og søgdu: «Hvat eiga vit tá at gera?»
[11] Men hann svaraði og segði við tey: «Tann, ið eigur tveir kyrtlar, býti við tann, ið ongan eigur; og tann, ið hevur mat, geri so við.»
[12] Men eisini tollarar komu at verða doyptir, og teir søgdu við hann: «Meistari, hvat eiga vit at gera?»
[13] Men hann segði við teir: «Krevjið ikki meira enn tað, sum tykkum er lagt á!»
[14] Men eisini hermenn spurdu hann og søgdu: «Hvat eiga vit tá at gera?» Og hann segði við teir: «Noyðið ikki peningar av nøkrum við voldum ella svikum, og latið tykkum noyða við løn tykkara.»
[15] Men tá ið nú fólkið gekk í væntan, og tey øll hugsaðu í hjørtum sínum um Jóhannes, hvørt hann ikki mundi vera Kristus,
[16] tá svaraði Jóhannes og segði við øll: «Eg doypi tykkum við vatni; men tann kemur, sum er mætari enn eg, og eg eri ikki verdur at loysa tveingir hansara; hann skal doypa tykkum við heilagum anda og eldi.
[17] Hann heldur tíningarskuvluni í hond síni fyri at tína allan sorn sín og goyma kornið saman í løðu síni; men dumbuna skal hann brenna í einum ósløkkjandi eldi.»
[18] Og eisini við mongum øðrum áminningum bar hann fólkinum gleðiboðskapin.
[19] Men tá ið Heródes fjórðingshøvdingin varð átalaður av honum vegna Heródiasar, bróðurkonu hansara, og fyri alt tað illa, sum Heródes hevði gjørt,
[20] tá legði hann tað aftur at øllum hinum, at hann setti Jóhannes fastan.
[21] Men meðan alt fólkið varð doypt, bar tað so á, tá ið Jesus eisini var vorðin doyptur og helt bøn, at himmalin opnaðist,
[22] og heilagi andin steig niður yvir hann í likamligum líki sum ein dúgva, og ein rødd kom av himli: «Tú ert sonur mín, hin elskaði; til tín havi eg góðan tokka.»
[23] Og sjálvur var Jesus okkurt um tríati ára gamal, tá ið hann byrjaði, og var, sum tey hildu, sonur Jósefs, sonar Eli,
[24] sonar Mattats, sonar Levi, sonar Melki, sonar Jannai, sonar Jósefs,
[25] sonar Mattatiasar, sonar Ámosar, sonar Náhums, sonar Esli, sonar Naggai,
[26] sonar Máats, sonar Mattatiasar, sonar Simei, sonar Jóseks, sonar Jóda,
[27] sonar Jóhanans, sonar Resa, sonar Serubábels, sonar Sealtiels, sonar Neri,
[28] sonar Melki, sonar Addi, sonar Kosams, sonar Elmadams, sonar Ers,
[29] sonar Jesu, sonar Eliesers, sonar Jórims, sonar Mattats, sonar Levi,
[30] sonar Símeons, sonar Júda, sonar Jósefs, sonar Jónams, sonar Eljakims,
[31] sonar Melea, sonar Menna, sonar Mattata, sonar Nátans sonar Dávids,
[32] sonar Ísai, sonar Óbeds, sonar Bóasar, sonar Salmons, sonar Naksons,
[33] sonar Amminadabs, sonar Ráms, sonar Hesrons, sonar Peresar, sonar Júda,
[34] sonar Jákups, sonar Ísaks, sonar Ábrahams, sonar Tára, sonar Nákors,
[35] sonar Seruks, sonar Rehu, sonar Peleks, sonar Ebers, sonar Sela,
[36] sonar Kenans, sonar Arpaksads, sonar Sems, sonar Nóa, sonar Lameks,
[37] sonar Metúsala, sonar Enoks, sonar Jareds, sonar Malálaels, sonar Kenans,
[38] sonar Enosar, sonar Sets, sonar Ádams, sonar Guðs.