Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 6:22

[1] Og tá ið hann gekk framvið, sá hann ein mann, sum var blindur frá føðingini.

[2] Og lærusveinar hansara spurdu hann og søgdu: «Meistari, hvør hevur syndað, hesin maðurin ella foreldur hansara, so at hann skuldi føðast blindur?»

[3] Jesus svaraði: «Hvørki hann hevur syndað ella foreldur hansara; men hetta er hent, til tess at Guðs gerningar mega verða opinberaðir á honum.

[4] Vit eiga at gera gerningar hansara, sum sendi meg, meðan dagur er; nátt kemur, tá ið eingin kann arbeiða.

[5] Meðan eg eri í heiminum, eri eg ljós heimsins.»

[6] Tá ið hann hevði sagt hetta, spýtti hann á jørðina og gjørdi runu av spýttinum og smurdi rununa upp á eyguni á honum

[7] og segði við hann: «Far og tváa tær í hylinum Siloam (tað merkir: sendur). Hann fór tá avstað og tváaði sær og kom aftur síggjandi.

[8] Tá søgdu grannarnir og teir, sum høvdu sæð hann áður, tí at hann var ein, sum bað um olmussu: «Er ikki hetta hann, sum er vanur at sita og biðja om olmussu?»

[9] Summir søgdu: «Jú, tað er hann.» Summir søgdu: «Nei, men hann líkist honum.» Sjálvur segði hann: «Tað eri eg.»

[10] Teir søgdu tá við hann: «Hvussu opnaðust tá eygu tíni?»

[11] Hann svaraði: «Tann maðurin, sum kallaður er Jesus, gjørdi runu og smurdi hana upp á eyguni á mær og segði við meg: Far til Siloam og tváa tær. Tá ið eg so fór avstað og tváaði mær, fekk eg sjónina.»

[12] Teir søgdu við hann: «Hvar er hann?» Hann sigur: «Eg veit tað ikki.»

[13] Teir føra nú tann, sum áður var blindur, til Farisearanna.

[14] Men tað var hvíludagur tann dagin, tá ið Jesus gjørdi rununa og opnaði eygu hansara.

[15] Nú spurdu eisini Fariseararnir hann aftur, hvussu hann hevði fingið sjónina. Men hann segði við teir: «Hann legði runu upp á eyguni á mær, og eg tváaði mær, og nú síggi eg.»

[16] Tá søgdu nakrir av Farisearunum: «Ikki er hesin maðurin frá Guði, við tað at hann ikki heldur hvíludagin.» Aðrir søgdu: «Hvussu kann ein syndigur maður gera slík tekin?» Og tvídráttur var teirra millum.

[17] Teir siga tá aftur við hin blinda: «Hvat sigur tú um hann, við tað at hann opnaði eygu tíni?» Men hann segði: «Hann er profetur.»

[18] Jødarnir trúðu tá ikki um hann, at hann hevði verið blindur og hevði fingið sjónina, fyrr enn teir rópaðu foreldur hansara, sum hevði fingið sjónina.

[19] Og teir spurdu tey og søgdu: «Er hetta sonur tykkara, sum tit siga um, at hann varð føddur blindur? Hvussu hevur hann tá nú fingið sjónina?»

[20] Foreldur hansara svaraðu og søgdu: «Vit vita, at hann er sonur okkara, og at hann føddist blindur;

[21] men hvussu hann nú hevur fingið sjónina, vita vit ikki, ella hvør ið hevur opnað eygu hansara, vita vit heldur ikki. Spyrjið hann sjálvan; hann hevur aldurin; hann kann sjálvur svara fyri seg.»

[22] Hetta søgdu foreldur hansara, tí at tey óttaðust Jødarnar; tí at nú vóru Jødarnir samráddir um, at um nakar vildi kennast við, at hann var Kristus, skuldi hann verða koyrdur út úr samkomuhúsinum.

[23] Tí søgdu foreldur hansara: «Hann hevur aldurin; spyrjið hann sjálvan.»

[24] Teir rópaðu tá á øðrum sinni til sín mannin, sum hevði verið blindur, og søgdu við hann: «Gev Guði æruna; vit vita, at hesin maðurin er syndari.»

[25] Tá svaraði hann: «Um hann er syndari, veit eg ikki; eitt veit eg, at eg, sum var blindur, nú síggi.»

[26] Teir søgdu tá við hann: «Hvat gjørdi hann við teg? Hvussu læt hann eygu tíni upp?»

[27] Hann svaraði teimum: «Eg havi longu sagt tykkum tað, og tit lurtaðu ikki eftir tí. Hví vilja tit nú hoyra tað aftur? Ætla tit eisini at verða lærusveinar hansara?»

[28] Tá deildu teir hann og søgdu: «Tú ert lærusveinur hansara; men vit eru lærusveinar Mósesar.

[29] Vit vita, at Guð hevur talað við Móses, men um henda mannin vita vit ikki, hvaðan hann er.»

[30] Maðurin svaraði og segði við teir: «Hetta er tó undarligt, at tit ikki vita, hvaðan hann er, og hann hevur tó latið upp eygu míni.

[31] Vit vita, at Guð ikki hoyrir syndarar; men um onkur óttast Guð og ger vilja hansara, tann hoyrir hann.

[32] Frá fyrndartíð hevur tað ikki hoyrst, at nakar hevur opnað eyguni á honum, sum var føddur blindur.

[33] Var hesin ikki frá Guði, tá kundi hann einki gjørt.»

[34] Teir svaraðu og søgdu við hann: «Tú ert føddur í synd allur sum tú ert, og tú vilt læra okkum!» Og teir koyrdu hann út.

[35] Jesus fekk at hoyra, at teir høvdu koyrt hann út, og tá ið hann hitti hann, segði hann við hann: «Trýrt tú á menniskjusonin?»

[36] Hann svaraði og segði: «Og hvør er hann, Harri, at eg kann trúgva á hann?»

[37] Jesus segði við hann: «Bæði hevur tú sæð hann, og tað er hann, sum talar við teg.»

[38] Men hann segði: «Eg trúgvi, Harri,» og hann fell á knæ niður fyri honum.

[39] Og Jesus segði: «Til dóms eri eg komin í henda heimin, til tess at tey, sum ikki síggja, skulu síggja, og tey, sum síggja, skulu verða blind.»

[40] Hetta hoyrdu teir av Farisearunum, sum vóru hjá honum, og teir søgdu við hann: «Eru vit tá eisini blindir?»

[41] Jesus segði við teir: «Vóru tit blindir, tá høvdu tit ikki synd; men nú siga tit: vit síggja – synd tykkara verður verandi.»

Evangeliið eftir Jóhannes — Chapters