[1] Og eftir hetta ferðaðist Jesus um í Galileu; tí at hann vildi ikki ferðast um í Júdeu, við tað at Jødarnir lógu eftir honum og vildu drepa hann.
[2] Men tann hátíðin hjá Jødum, sum kallast leyvsalahátíðin, var í nánd.
[3] Tá søgdu brøður hansara við hann: «Flyt burtur hiðani og far til Júdeu, til tess at eisini lærusveinar tínir kunnu fáa at síggja gerningar tínar, sum tú gert.
[4] Tí at eingin, sum vil verða alkendur, ger nakað í loyndum. Tá ið tú gert hetta, so sýn teg sjálvan fyri heiminum!»
[5] Tí at brøður hansara trúðu ikki heldur á hann.
[6] Tá sigur Jesus við teir: «Tíð mín er ikki komin enn; men hjá tykkum er tíðin altíð lagalig.
[7] Ikki kann heimurin hata tykkum; men meg hatar hann, tí at eg vitni um hann, at gerningar hansara eru óndir.
[8] Farið tit niðan til hátíðina, eg fari ikki niðan til hesa hátíðina; tí at tíð mín er enn ikki fullkomin.»
[9] Hetta segði hann við teir og varð verandi í Galileu.
[10] Men tá ið brøður hansara vóru farnir niðan til hátíðina, tá fór hann eisini sjálvur niðan, ikki opinlýst, men loyniliga.
[11] Jødarnir leitaðu tí eftir honum á hátíðini og søgdu: «Hvar er hann?»
[12] Og har var nógv tos um hann millum manna; summir søgdu: «Hann er ein góður maður;» men aðrir søgdu: «Nei, heldur villleiðir hann fólkið.»
[13] Tó talaði eingin beint fram um hann av ótta fyri Jødunum.
[14] Men tá ið hátíðin var hálvliðin, gekk Jesus niðan í halgidómin og lærdi.
[15] Jødarnir undraðust nú og søgdu: «Hvaðan hevur hann lærdóm sín, tá ið hann er ólærdur?»
[16] Tá svaraði Jesus teimum og segði: «Læra mín er ikki mín, men hansara, sum sendi meg.
[17] Vil nakar gera vilja hansara, skal hann koma til royndar um læruna, annaðhvørt hon er frá Guði, ella um eg tali av mær sjálvum.
[18] Tann, sum talar av sær sjálvum, søkir sína egnu æru; men tann, sum søkir æru hansara, sum sendi hann, er sannorðaður, og órættur er ikki í honum.
[19] Hevur ikki Móses givið tykkum lógina? Og eingin tykkara heldur lógina. Hví royna tit at taka meg av døgum?»
[20] Mannamúgvan svaraði: «Tú hevur ein illan anda. Hvør roynir at taka teg av døgum?»
[21] Jesus svaraði og segði við teir: «Ein gerning gjørdi eg, og tit undrast allir á hann.
[22] Móses hevur givið tykkum umskeringina – ja, hon er nú ikki frá Mósesi, men frá fedrunum – og tit umskera mann um hvíludagin.
[23] Fær nú maður umskering ein hvíludag, fyri at Móselóg ikki skal verða brotin, eru tit tá vreiðir við meg fyri tað, at eg gjørdi allan mannin frískan ein hvíludag?
[24] Dømið ikki eftir útsjónd, men dømið rættvísan dóm!»
[25] Tá søgdu nakrir av monnunum í Jerúsalem: «Er hetta ikki tann maðurin, sum teir liggja eftir at drepa?
[26] Og sí, hann talar opinberliga, og teir siga einki við hann. Munnu høvuðsmenninir av sonnum hava skilt, at hann er Kristus?
[27] Nei, um henda vita vit, hvaðan hann er; men tá ið Kristus kemur, veit eingin, hvaðan hann er.»
[28] Tá rópaði Jesus, meðan hann lærdi í halgidóminum, og segði: «Ja, meg kenna tit og vita, hvaðan eg eri; og tó eri eg ikki komin av mær sjálvum, men tann er sannur, sum sendi meg, og hann kenna tit ikki.
[29] Eg kenni hann, tí at eg komi frá honum, og hann hevur sent meg.»
[30] Teir ætlaðu tá at taka hann á hondum; men eingin legði hond á hann, tí at enn var tími hansara ikki komin.
[31] Men mangir úr mannamúgvuni trúðu á hann, og teir søgdu: «Tá ið Kristus kemur, man hann tá fara at gera fleiri tekin, enn hesin hevur gjørt?»
[32] Fariseararnir hoyrdu, at fólkið mølmaði hetta um hann; og høvuðsprestarnir og Fariseararnir sendu sveinar út at taka hann.
[33] Tá segði Jesus: «Enn eina lítla stund eri eg hjá tykkum, so fari eg til hansara, sum sendi meg.
[34] Tit skulu leita eftir mær og ikki finna meg, og har sum eg eri, kunnu tit ikki koma.»
[35] Tá søgdu Jødarnir sín ámillum: «Hvar man hann ætla sær at fara, tá ið vit ikki skulu finna hann? Man hann ætla sær at fara til teirra, sum eru spjaddir millum Grikka og læra Grikkar?
[36] Hvat meinti hann við hesum orðinum, sum hann segði: Tit skulu leita eftir mær og ikki finna meg, og: har sum eg eri, kunnu tit ikki koma?»
[37] Men síðsta dagin, tann størsta á hátíðini, stóð Jesus har og rópaði og segði: «Er nakar tystur, tá komi hann til mín og drekki!
[38] Tann, sum trýr á meg, úr lívi hansara skulu, soleiðis sum skriftin hevur sagt, renna løkir við livandi vatni.»
[39] Men hetta segði hann um andan, sum teir, ið trúðu á hann, skuldu fáa; tí at enn var andin ikki komin, við tað at Jesus enn ikki var vorðin dýrmettur.
[40] Nakrir úr mannamúgvuni, sum hoyrdu hesi orð, søgdu nú: «Sanniliga er hesin profeturin.»
[41] Aðrir søgdu: «Hesin er Kristus.» Men summir søgdu: «Man tá Kristus koma úr Galileu?
[42] Hevur ikki skriftin sagt, at Kristus skal koma av Dávids ætt og frá Betlehem, bygdini, har sum Dávid átti heima?»
[43] Nú var ósemja millum manna um hann,
[44] og summir av teimum høvdu hug at taka hann, men eingin legði hond á hann.
[45] Sveinarnir komu tá aftur til høvuðsprestarnar og Fariseararnar, og teir søgdu við teir: «Hví tóku tit hann ikki við tykkum?»
[46] Sveinarnir svaraðu: «Aldri hevur nakar maður talað soleiðis.»
[47] Fariseararnir svaraðu teimum tá: «Eru tit við vilstir burtur av leið?
[48] Man nakar av ráðsharrunum hava trúð á hann ella av Farisearunum?
[49] Men henda múgvan, sum ikki kennir lógina, hon er devulsett.»
[50] Nikodemus – hann sum fyrr var komin til hansara og sum var ein teirra – sigur við teir:
[51] «Dømir lóg okkara nakran mann, uttan at hann fyrst er forhoyrdur, og fingið er at vita, hvat hann ger?»
[52] Teir svaraðu og søgdu við hann: «Ert tú eisini úr Galileu? Granska eftir, so fært tú at síggja, at aldri kemur profetur úr Galileu!» [
[53] Og teir fóru heim, hvør til sín.