Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 5:07

[1] «Hetta havi eg talað til tykkara, fyri at tit ikki skulu fáa meinboga.

[2] Teir skulu koyra tykkum út úr samkomuhúsunum; ja, tann stund kemur, tá ið hvør tann, sum drepur tykkum, skal halda, at hann veitir Guði eina dýrkan.

[3] Og hetta gera teir, av tí at teir hvørki kenna faðirin ella meg.

[4] Men hetta havi eg talað til tykkara, fyri at tit, tá ið tann stund kemur, skulu minnast, at eg havi sagt tykkum tað. Men hetta segði eg tykkum ikki av fyrstu tíð, við tað at eg var hjá tykkum.

[5] Men nú fari eg burtur til hansara, sum sendi meg; og eingin tykkara spyr meg: «Hvar fert tú?»

[6] Men av tí at eg havi talað hetta til tykkara, hevur sorg fylt hjarta tykkara.

[7] Men eg sigi tykkum sannleikan: Tað er tykkum at gagni, at eg fari burtur. Tí at fari eg ikki burtur, kemur talsmaðurin ikki til tykkara; men fari eg burtur skal eg senda hann til tykkara.

[8] Og tá ið hann kemur, skal hann sannføra heimin um synd og um rættvísi og um dóm.

[9] Um synd, av tí at teir ikki trúgva á meg;

[10] um rættvísi, av tí at eg fari til faðirin, og tit síggja meg ikki longur;

[11] men um dóm, av tí at høvdingin í hesum heimi er dømdur.

[12] Enn havi eg nógv at siga tykkum; men tit eru ikki mentir at bera tað nú.

[13] Men tá ið hann kemur, sannleikans andi, tá skal hann vegleiða tykkum til allan sannleikan; tí at hann skal ikki tala av sær sjálvum, men hvat sum hann hoyrir, skal hann tala, og tað, sum skal koma, skal hann kunngera tykkum.

[14] Hann skal dýrmeta meg; tí at hann skal taka av mínum og kunngera tykkum.

[15] Alt tað, sum faðirin hevur, er mítt. Tí segði eg, at hann tekur av mínum og kunnger tykkum.

[16] Um lítla stund, og tit síggja meg ikki longur, og aftur um lítla stund, tá skulu tit síggja meg.»

[17] Tá søgdu nakrir av lærusveinum hansara hvør við annan: «Hvat er hetta, sum hann sigur við okkum: Um lítla stund, og tit síggja meg ikki, og aftur um lítla stund, og tit skulu síggja meg, og: Eg fari til faðirin?»

[18] Teir søgdu tí: «Hvat er hetta, sum hann sigur: Um lítla stund. Vit skilja ikki, hvat hann talar.»

[19] Jesus visti, at teir ætlaðu at spyrja hann, og hann segði við teir: «Er tað hetta, tit skifta orð um tykkara millum, at eg segði: Um lítla stund, og tit síggja meg ikki, og aftur um lítla stund, og tit skulu síggja meg?

[20] Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tit skulu gráta og eymka tykkum, men heimurin skal fegnast: Tit skulu verða sorgarbundnir, men sorg tykkara skal verða vend til gleði.

[21] Konan, sum skal eiga barn, hevur sorg, tí at tími hennara er komin; men tá ið hon hevur átt barnið, kemur henni ikki longur neyðina í hug fyri gleðina um, at ein menniskja er fødd í heimin.

[22] Eisini tit hava tá nú sorg, men eg skal síggja tykkum aftur, og tá skal hjarta tykkara gleðast, og eingin skal taka gleði tykkara frá tykkum.

[23] Og tann dagin skulu tit ikki spyrja meg um nakað. Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Hvat tit so biðja faðirin um, tað skal hann geva tykkum í navni mínum.

[24] Higartil hava tit einki biðið um í navni mínum. Biðið, og tit skulu fáa, fyri at gleði tykkara kann verða fullkomin.

[25] Hetta havi eg talað til tykkara í líknilsum. Tann stund kemur, tá ið eg ikki longur skal tala til tykkara í líknilsum, men beint fram kunngera tykkum um faðirin.

[26] Tann dagin skulu tit biðja í navni mínum, og eg sigi tykkum ikki, at eg skal biðja faðirin fyri tykkum;

[27] tí at faðirin sjálvur elskar tykkum, av tí at tit hava elskað meg og trúð, at eg eri gingin út frá faðirinum.

[28] Eg eri gingin út frá faðirinum og eri komin í heimin; eg fari úr heiminum aftur og fari til faðirin.»

[29] Lærusveinar hansara siga: «Sí, nú talar tú beint fram og sigur einki líknilsi.

[30] Nú vita vit, at tú veitst alt, og at tær ikki tørvar, at nakar spyr teg; tess vegna trúgva vit, at tú ert komin frá Guði.»

[31] Jesus svaraði teimum: «Nú trúgva tit!

[32] Sí, tann stund kemur og er longu komin, tá ið tit skulu spjaðast sundur, hvør til sítt, og lata meg vera einsamallan eftir. Tó eri eg ikki einsamallur, tí at faðirin er við mær.

[33] Hetta havi eg talað til tykkara, til tess at tit skulu hava frið í mær. Í heiminum hava tit trongd; men havið gott treyst, eg havi vunnið sigur av heiminum.»

Evangeliið eftir Jóhannes — Chapters