[1] Eftir hetta fór Jesus avstað til økið hinumegin Galileuvatnið ella Tiberiasvatnið.
[2] Og stór mannamúgva fylgdi honum, tí at tey sóu tey tekin, sum hann gjørdi á hinum sjúku.
[3] Men Jesus fór niðan á fjallið og settist har saman við lærusveinum sínum.
[4] Men páskir, hátíðin hjá Jødum, vóru í nánd.
[5] Tá ið Jesus nú lyfti upp eygum sínum og sá, at stór mannamúgva kom til hansara, sigur hann við Filippus: «Hvar skulu vit keypa breyð, so at hesi kunnu fáa nakað at eta?»
[6] Men hetta segði hann fyri at royna hann; tí at sjálvur visti hann, hvat hann ætlaði sær at gera.
[7] Filippus svaraði honum: «Breyð fyri tvey hundrað denarar røkkur ikki til hjá teimum, so at hvør teirra kann fáa eitt lítið sindur.»
[8] Ein av lærusveinum hansara, Andrias, bróðir Símun Pæturs, sigur við hann:
[9] «Her er ein smádrongur, sum hevur fimm byggbreyð og tveir fiskar; men hvat munar tað hjá so mongum?»
[10] Jesus segði: «Latið fólkið setast niður!» Men har var nógv gras á staðinum. Tá settust kallmenninir niður, okkurt um fimm túsund í tali.
[11] Jesus tók tá breyðini, og tá ið hann hevði takkað, býtti hann tey til teirra, sum setstir vóru niður, somuleiðis eisini av fiskunum so mikið, sum teir vildu hava.
[12] Men tá ið teir vóru mettir, sigur hann við lærusveinar sínar: «Hentið saman breyðmolarnar, sum leypa av, so at einki fer til spillis!»
[13] Teir hentaðu teir so saman og fyltu upp í tólv tægur av molum, sum vóru til avlops av teimum fimm byggbreyðunum hjá teimum, sum høvdu etið.
[14] Tá ið nú fólkini sóu tað tekinið, sum hann hevði gjørt, søgdu tey: «Hesin er av sonnum profeturin, sum koma skal í heimin.»
[15] Tá ið Jesus tí skildi at teir ætlaðu at koma og taka hann við valdi, til tess at gera hann til kong, fór hann aftur avsíðis niðan á fjallið, einsamallur í einingi.
[16] Men tá ið komið var at kvøldi, fóru lærusveinar hansara oman at vatninum,
[17] og teir fóru í ein bát og ætlaðu at fara yvir um vatnið til Kapernaum. Og tað var longu vorðið myrkt, og Jesus var enn ikki komin til teirra.
[18] Og tað vóru stórar aldur á vatninum, við tað at vindurin var nógvur.
[19] Tá ið teir nú høvdu róð okkurt um fimm og tjúgu ella tríati stádiur, síggja teir Jesus koma gangandi eftir vatninum og nærkast bátinum, og teir ræddust.
[20] Men hann sigur við teir: «Tað eri eg, ræðist ikki!»
[21] Teir vildu nú taka hann inn í bátin, og straks var báturin komin at landinum, sum teir hildu ímót.
[22] Dagin eftir sá mannamúgvan, sum stóð hinumegin vatnið, at har ikki hevði verið meira enn ein bátur og at Jesus ikki var farin inn í bátin saman við lærusveinum sínum, men at lærusveinar hansara vóru farnir avstað einsamallir;
[23] – men har vóru komnir bátar frá Tiberias nær til tann staðin, har sum teir ótu breyðið, aftan á at Harrin hevði gjørt takkargerð.
[24] Tá ið tí mannamúgvan sá, at Jesus ikki var har, ikki heldur lærusveinar hansara, fóru tey í bátarnar og komu til Kapernaum fyri at leita eftir Jesusi.
[25] Og tá ið tey funnu hann hinumegin vatnið, søgdu tey við hann: «Rabbi, nær komst tú higar?»
[26] Jesus svaraði teimum og segði: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tit leita eftir mær, ikki tí at tit sóu tekin, men tí at tit ótu av breyðunum og vórðu mett.
[27] Arbeiðið ikki fyri tann matin, sum forferst, men fyri tann matin, sum varir við til ævigt lív, sum menniskjusonurin skal geva tykkum; tí at hann hevur faðirin, Guð sjálvur, innsiglað.»
[28] Teir søgdu tí við hann: «Hvat skulu vit gera, fyri at vit kunnu útinna Guðs gerningar?»
[29] Jesus svaraði og segði við teir: «Hetta er Guðs gerningur, at tit skulu trúgva á hann, sum hann sendi.»
[30] Teir søgdu tá við hann: «Hvat tekin gert tú tá, til tess at vit mega síggja og trúgva tær? Hvat arbeiði gert tú?
[31] Fedrar okkara ótu manna í oyðimørkini, soleiðis sum skrivað er: Breyð av himni gav hann teimum at eta.»
[32] Tá segði Jesus við teir: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Ikki Móses gav tykkum breyðið av himni; men faðir mín gevur tykkum hitt sanna breyðið av himni.
[33] Tí at Guðs breyð er tað, sum kemur niður av himni og gevur heiminum lív.»
[34] Tá søgdu teir við hann: «Harri, gev okkum altíð hetta breyðið!»
[35] Jesus segði við teir: «Eg eri lívsins breyð. Tann, sum kemur til mín, skal ikki hungra, og tann, sum á meg trýr, skal aldri tysta.
[36] Men eg havi sagt tykkum, at tit hava sæð meg og trúgva tó ikki.
[37] Alt, sum faðirin gevur mær, skal koma til mín; og tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur.
[38] Tí at eg eri komin niður av himni, ikki fyri at gera vilja mín, men vilja hansara, sum sendi meg.
[39] Men hetta er vilji hansara, sum sendi meg, at av øllum tí, sum hann hevur givið mær, skal eg einki missa, men eg skal reisa tað upp á evsta degi.
[40] Tí at hetta er vilji faðirs míns, at hvør tann, sum sær sonin og trýr á hann, skal hava ævigt lív, og eg skal reisa hann upp á evsta degi.»
[41] Tá ilskaðust Jødarnir á hann, tí at hann segði: «Eg eri tað breyðið, sum kom niður av himni.»
[42] Og teir søgdu: «Er hetta ikki Jesus, sonur Jósefs, sum vit kenna bæði faðir og móður at? Hvussu kann hann tá siga: «Eg eri komin niður av himni?» »
[43] Jesus svaraði og segði við teir: «Ilskist ikki tykkara millum!
[44] Eingin kann koma til mín, uttan faðirin, sum sendi meg, dregur hann, og eg skal reisa hann upp á evsta degi.
[45] Skrivað er hjá profetunum: «Og teir skulu allir verða upplærdir av Guði.» Ein og hvør, sum hevur hoyrt av faðirinum og lært, kemur til mín.
[46] Ikki so at nakar hevur sæð faðirin uttan hann, sum er frá Guði, hann hevur sæð faðirin.
[47] Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum trýr, hevur ævigt lív.
[48] Eg eri lívsins breyð.
[49] Fedrar tykkara ótu manna í oyðimørkini og doyðu.
[50] Hetta er breyðið, sum kemur niður av himni, at tey skulu eta tað og ikki doyggja.
[51] Eg eri hitt livandi breyðið, sum kom niður av himni; um nakar etur av hesum breyði, skal hann liva allar ævir; og breyðið, sum eg skal geva, er hold mítt, sum eg skal geva heiminum til lívs.»
[52] Tá trættu Jødarnir sín ámillum og søgdu: «Hvussu kann hann geva okkum hold sítt at eta?»
[53] Jesus segði tá við teir: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Eta tit ikki hold menniskjusonarins og drekka blóð hansara, tá hava tit ikki lív í tykkum.
[54] Tann, sum etur hold mítt og drekkur blóð mítt, hevur ævigt lív, og eg skal reisa hann upp á evsta degi.
[55] Tí at hold mítt er sannur matur, og blóð mítt er sannur drykkur.
[56] Tann, sum etur hold mítt og drekkur blóð mítt, hann verður verandi í mær og eg í honum.
[57] Eins og hin livandi faðirin sendi meg, og eg livi vegna faðirsins, soleiðis skal tann, sum etur meg, liva vegna mín.
[58] Hetta er breyðið, sum er komið niður av himni; tað er ikki sum hjá fedrunum, sum ótu og doyðu; tann, sum etur hetta breyðið, skal liva allar ævir.»
[59] Hetta segði hann, meðan hann lærdi í einum samkomuhúsi í Kapernaum.
[60] Mangir av lærusveinum hansara søgdu, tá ið teir hoyrdu tað: «Hetta er hørð tala, hvør orkar at lýða á hann?»
[61] Men Jesus visti við sær sjálvum, at lærusveinar hansara ilskaðust um hetta, og hann segði tí við teir: «Taka tit tykkum meinboga av hesum?
[62] Hvat tá, um tit fáa at síggja menniskjusonin fara upp hagar, sum hann var áður?
[63] Tað er andin, sum lívgar; holdið gagnar einki. Orðini, sum eg havi talað til tykkara, eru andi og eru lív.
[64] Men tað eru summir av tykkum, sum ikki trúgva.» Tí at Jesus visti frá fyrstu stund, hvørjir teir vóru, sum ikki trúðu, og hvør tann var, sum skuldi svíkja hann.
[65] Og hann segði: «Tess vegna havi eg sagt tykkum, at eingin kann koma til mín, uttan at tað er honum givið av faðirinum.»
[66] Frá teirri tíð fóru mangir av lærusveinum hansara burtur frá honum og ferðaðust ikki longur um við honum.
[67] Jesus segði tá við teir tólv: «Vilja tit eisini fara burtur?»
[68] Símun Pætur svaraði honum: «Harri, hvønn skulu vit fara til? Tú hevur orð hins æviga lívs;
[69] og vit hava trúð og vita, at tú ert hin heilagi Guðs.»
[70] Jesus svaraði teimum: «Havi eg ikki útvalt mær tykkum tólv? Og ein tykkara er ein djevul.»
[71] Men hetta meinti hann við Judas, son Símunar Iskarjot; tí at tað var hann, sum síðan skuldi svíkja hann, ein av teimum tólv.