Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 5:25

[1] «Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum ikki gongur gjøgnum dyrnar inn í seyðabyrgið, men fer uppum aðra staðni, hann er tjóvur og ránsmaður.

[2] Men tann, sum gongur inn gjøgnum dyrnar, hann er hirði hjá seyðunum.

[3] Fyri honum letur duravaktarin upp, og seyðirnir hoyra reyst hansara, og hann kallar seyðir sínar við navni og fer út við teimum.

[4] Tá ið hann hevur latið allar seyðir sínar út, gongur hann undan teimum, og seyðirnir fylgja honum, av tí at teir kenna reyst hansara.

[5] Men einum ókunnigum vilja teir ikki fylgja, men vilja heldur flýggja frá honum, av tí at teir ikki kenna reystina á hinum ókunnigu.»

[6] Hetta líknilsi segði Jesus teimum; men teir skildu ikki, hvat hann talaði til teirra um.

[7] Jesus segði tá aftur við teir: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Eg eri dyrnar hjá seyðunum.

[8] Allir teir, sum eru komnir undan mær, eru tjóvar og ránsmenn; men seyðirnir hoyrdu teir ikki.

[9] Eg eri dyrnar. Gongur nakar inn um meg, skal hann verða bjargaður, og hann skal ganga inn og ganga út og finna føði.

[10] Tjóvurin kemur ikki til annað enn at stjala og drepa og oyða; eg eri komin til tess, at teir skulu hava lív og hava yvirflóð.

[11] Eg eri hin góði hirðin. Hin góði hirðin setir lív sítt til fyri seyðirnar.

[12] Leigusveinurin, sum ikki er hirði og sum ikki eigur seyðirnar, sær úlvin koma og fer frá seyðunum og rýmir, og úlvurin rænir teir og spjaðir teir sundur,

[13] av tí at hann er leigusveinur og hann einki leggur í seyðirnar.

[14] Eg eri hin góði hirðin, og eg kenni mínar, og mínir kenna meg,

[15] eins og eg kenni faðirin, og faðirin kennir meg; og eg seti lív mítt til fyri seyðirnar.

[16] Eg havi eisini aðrar seyðir, sum ikki hoyra upp í hetta fylgið. Eisini teir eigi eg at leiða, og teir skulu hoyra reyst mína, og tað skal verða eitt seyðafylgi, ein hirði.

[17] Tí elskar faðirin meg, at eg seti lív mítt til fyri at taka tað aftur.

[18] Eingin tekur tað frá mær; men eg seti tað til av mær sjálvum. Eg havi vald til at seta tað til, og eg havi vald til at taka tað aftur. Hetta boðið fekk eg frá faðir mínum.»

[19] Tá varð aftur tvídráttur millum Jødanna út av hesum orðum.

[20] Og mangir teirra søgdu: «Hann hevur illan anda og er óður! Hví lurta tit eftir honum?»

[21] Aðrir søgdu: «Hetta eru ikki orð av manni, sum hevur illan anda. Kann illur andi lata upp eyguni á blindum?»

[22] So kom tempulvígsluhátíðin í Jerúsalem. Tað var vetur.

[23] Og Jesus gekk umkring í halgidóminum, í súlnagangi Sálomons.

[24] Tá umringaðu Jødarnir hann og søgdu við hann: «Hvussu leingi vilt tú halda sál okkara í óvissu? Ert tú Kristus, tá sig okkum tað beint fram!»

[25] Jesus svaraði teimum: «Eg havi sagt tykkum tað, og tit trúgva ikki. Teir gerningarnir, sum eg geri í navni faðirs míns, teir vitna um meg;

[26] men tit trúgva ikki, tí at tit eru ikki av mínum seyðum.

[27] Mínir seyðir hoyra reyst mína, og eg kenni teir, og teir fylgja mær,

[28] og eg gevi teimum ævigt lív, og teir skulu allar ævir ikki glatast, og eingin skal slíta teir úr hond míni.

[29] Faðir mín, sum hevur givið mær teir, er størri enn allir, og eingin skal slíta teir úr hond faðirsins.

[30] Eg og faðirin eru eitt.»

[31] Uppaftur tóku Jødarnir steinar at steina hann.

[32] Jesus tók tá til orða og segði við teir: «Mangar góðar gerningar havi eg sýnt tykkum frá faðirinum; fyri hvønn av hesum gerningum steina tit meg?»

[33] Jødarnir svaraðu honum: «Fyri góðan gerning steina vit teg ikki, men fyri gudsspottan og fyri tað, at tú, sum ert ein menniskja, gert teg sjálvan til Guð.»

[34] Jesus svaraði teimum: «Er ikki skrivað í lóg tykkara: Eg havi sagt: Tit eru gudar!

[35] Tá ið nú hann kallar teir gudar, sum Guðs orð kom til, og skriftin kann ikki vikast,

[36] siga tit tá við tann, sum faðirin halgaði og sendi í heimin: tú spottar Guð, tí at eg segði: eg eri sonur Guðs!

[37] Geri eg ikki gerningar faðirs míns, tá trúgvið mær ikki.

[38] Men geri eg teir, tá trúgvið gerningunum, um tit so ikki trúgva mær, til tess at tit mega vita og sanna, at faðirin er í mær og eg í faðirinum.»

[39] Tá royndu teir aftur at taka hann; men hann komst undan úr hondum teirra.

[40] Og hann fór aftur yvir um Jórdan, á tann staðin, har sum Jóhannes av fyrstu tíð doypti, og hann varð verandi har.

[41] Og mangir komu til hansara, og teir søgdu: «Jóhannes gjørdi víst einki tekin; men alt tað, sum Jóhannes segði um henda var satt.»

[42] Og mangir trúðu á hann har.

Evangeliið eftir Jóhannes — Chapters