Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 4:18

[1] «Eg eri hitt sanna víntræið, og faðir mín er víngarðsmaðurin.

[2] Eina og hvørja grein á mær, sum ikki ber ávøkst, hana tekur hann burtur, og eina og hvørja, sum ber ávøkst, reinsar hann, til tess at hon skal bera meiri ávøkst.

[3] Tit eru longu reinir av tí orði sum eg havi talað til tykkara.

[4] Verðið í mær, so verði eisini eg í tykkum: Eins og greinin ikki kann bera ávøkst av sær sjálvari, uttan hon verður í víntræinum, soleiðis kunnu ikki heldur tit, uttan tit verða í mær.

[5] Eg eri víntræið, tit eru greinarnar; tann, sum verður í mær og eg í honum, hann ber miklan ávøkst, tí at uttan meg kunnu tit als einki gera.

[6] Um nakar ikki verður verandi í mær, verður hann kastaður út sum ein grein og følnar: tey henta tær saman og kasta tær í eldin, og tær brenna.

[7] Verða tit verandi í mær, og verða orð míni verandi í tykkum, tá biðið um, hvat tit so vilja, og tað skal veitast tykkum.

[8] Av hesum verður faðir mín gjørdur dýrmettur, at tit bera miklan ávøkst, og tit verða lærusveinar mínir.

[9] Eins og faðirin hevur elskað meg, soleiðis havi eg elskað tykkum. Verðið verandi í kærleika mínum.

[10] Halda tit boð míni, tá verða tit verandi í kærleika mínum, líkasum eg havi hildið boð faðirs míns og verði verandi í kærleika hansara.

[11] Hetta havi eg talað til tykkara, til tess at gleði mín kann vera í tykkum, og gleði tykkara kann verða fullkomin.

[12] Hetta er boð mítt, at tit skulu elska hvør annan, eins og eg havi elskað tykkum.

[13] Størri kærleika hevur eingin enn tann, at hann letur lív sítt fyri vinir sínar.

[14] Tit eru vinir mínir, um tit gera tað, sum eg bjóði tykkum.

[15] Eg kalli tykkum ikki longur tænarar; tí at tænarin veit ikki, hvat harri hansara ger; men tykkum havi eg kallað vinir, tí at eg havi kunngjørt tykkum alt tað, sum eg havi hoyrt av faðir mínum.

[16] Ikki tit hava útvalt meg; men eg havi útvalt tykkum, og eg havi sett tykkum til tess, at tit skulu fara og bera ávøkst, og at ávøkstur tykkara skal vara við, til tess at faðirin skal geva tykkum, hvat tit so biðja hann um í navni mínum.

[17] Hetta bjóði eg tykkum, at tit skulu elska hvør annan.

[18] Um heimurin hatar tykkum, tá vitið, at hann hevur hatað meg undan tykkum.

[19] Vóru tit av heiminum, tá hevði heimurin elskað sítt egna. Men av tí at tit ikki eru av heiminum, men eg havi útvalt tykkum úr heiminum, tess vegna hatar heimurin tykkum.

[20] Minnist tað orðið, sum eg havi sagt tykkum: Ikki er tænari størri enn harri hansara. Hava teir forfylgt mær, munnu teir eisini forfylgja tykkum; hava teir varðveitt orð mítt, munnu teir eisini varðveita tykkara.

[21] Men alt hetta skulu teir gera móti tykkum fyri navns míns sakir, tí at teir ikki kenna hann, sum sendi meg.

[22] Var eg ikki komin og hevði talað til teirra, tá høvdu teir ikki synd; men nú hava teir onga avsakan fyri synd sína.

[23] Tann, sum hatar meg, hatar eisini faðir mín.

[24] Hevði eg ikki gjørt slíkar gerningar millum teirra, sum eingin annar hevur gjørt, tá høvdu teir ikki synd; men nú hava teir sæð teir, og kortini hatað bæði meg og faðir mín.

[25] Men tað er tí, at tað orðið, sum stendur skrivað í lóg teirra, skuldi ganga út: Teir hataðu meg uttan orsøk.

[26] Men tá ið talsmaðurin kemur, sum eg skal senda tykkum frá faðirinum, sannleikans andi, sum gongur út frá faðirinum, tá skal hann vitna um meg.

[27] Men eisini tit skulu vitna; tí at tit hava verið við mær av fyrstu tíð.»

Evangeliið eftir Jóhannes — Chapters