[1] Tá ið Harrin fekk at vita, at Fariseararnir høvdu hoyrt, at Jesus fekk fleiri lærusveinar og doypti fleiri enn Jóhannes,
[2] – tó at Jesus ikki sjálvur doypti, men lærusveinar hansara –
[3] tá fór hann úr Júdeu og fór avstað aftur til Galileu.
[4] Men hann mátti leggja ferð sína gjøgnum Sámáriu.
[5] Hann kemur tá til eina bygd í Sámáriu, sum eitur Sikar, nær við tað lendið, sum Jákup gav Jósefi, syni sínum.
[6] Men har var Jákups brunnur. Tá ið Jesus nú var móður av ferðini, settist hann niður har við brunnin; tað var um sætta tíma.
[7] Ein kona úr Sámáriu kemur tá at draga upp vatn. Jesus sigur við hana: «Gev mær at drekka!»
[8] Tí at lærusveinar hansara vóru farnir avstað inn í bygdina at keypa mat.
[9] Sámáriukonan sigur tá við hann: «Hvussu kanst tú, sum ert Jødi, biðja meg, sum eri ein Sámáriukona, um drekka?» – Tí at Jødar hava eingi viðurskifti saman við Sámáriumenn –.
[10] Jesus svaraði og segði við hana: «Um tú kendi Guðs gávu, og hvør tann er, sum sigur við teg: Gev mær at drekka, tá mundi tú biðið hann, og hann hevði givið tær livandi vatn.»
[11] Konan sigur við hann: «Harri, tú hevur einki kerald at draga upp við, og brunnurin er djúpur, hvaðan hevur tú tá hitt livandi vatnið?
[12] Manst tú vera størri enn faðir okkara, Jákup, sum hevur givið okkum brunnin, og sjálvur drakk úr honum og synir hansara og fæ hansara?»
[13] Jesus svaraði og segði við hana: «Ein og hvør, sum drekkur av hesum vatni, skal tysta aftur;
[14] men tann, sum drekkur av tí vatninum, sum eg vil geva honum, skal um ævir ikki tysta; men vatnið, sum eg vil geva honum, skal verða í honum ein kelda av vatni, sum vellir fram til ævigt lív.»
[15] Konan sigur við hann: «Harri, gev mær hetta vatnið, til tess at eg ikki skal tysta og ikki koma higar at draga upp.»
[16] Hann sigur við hana: «Far avstað og rópa mann tín, og kom higar!»
[17] Konan svaraði og segði við hann: «Eg havi ongan mann.» Jesus sigur við hana: «Rætt segði tú: eg havi ongan mann;
[18] tí at tú hevur havt fimm menn, og tann, sum tú nú hevur, er ikki maður tín. Hetta hevur tú sagt satt.»
[19] Konan sigur við hann: «Harri, eg síggi, at tú ert ein profetur.
[20] Fedrar okkara tilbóðu á hesum fjallinum, og tit siga, at í Jerúsalem er staðurin, har sum tað eigur at verða tilbiðið.»
[21] Jesus sigur við hana: «Trúgv tú mær, kvinna, tann stund kemur, tá ið tit hvørki á hesum fjallinum ella í Jerúsalem skulu tilbiðja faðirin.
[22] Tit tilbiðja tað, sum tit ikki kenna; vit tilbiðja tað, sum vit kenna, tí at frelsan kemur frá Jødunum.
[23] Men tann stund kemur, ja, hon er longu nú komin, tá ið hinir sonnu tilbiðjarar skulu tilbiðja í anda og sannleika; tí at tað eru slíkir tilbiðjarar, faðirin søkir.
[24] Guð er andi, og teir, sum tilbiðja hann, eiga at tilbiðja í anda og sannleika.»
[25] Konan sigur við hann: «Eg veit, at Messias kemur (tað merkir: Kristus); tá ið hann kemur, skal hann kunngera okkum alt.»
[26] Jesus sigur við hana: «Tað eri eg, tann sum talar við teg.»
[27] Og í tí sama komu lærusveinar hansara, og teir undraðust á, at hann talaði við eina konu. Tó segði eingin: «Hvørjum spyrt tú eftir?» ella: «Hví talar tú við hana?»
[28] Tá læt konan vatnskerald sítt standa eftir og fór avstað inn í bygdina og sigur við fólkini:
[29] «Komið og síggið ein mann, sum hevur sagt mær alt tað, sum eg havi gjørt: man hann ikki vera Kristus?»
[30] Tey fóru út úr bygdini og komu til hansara.
[31] Tess ámillum bóðu lærusveinarnir hann og søgdu: «Rabbi, fá tær at eta.»
[32] Men hann segði við teir: «Eg havi mat at eta, sum tit ikki vita um.»
[33] Lærusveinarnir søgdu tá hvør við annan: «Man nakar hava borið honum at eta?»
[34] Jesus sigur við teir: «Matur mín er at gera vilja hansara, sum meg sendi, og at fullføra gerning hansara.
[35] Siga tit ikki: «Enn eru fýra mánaðir, so kemur akurskurðurin?» Sí, eg sigi tykkum, lyftið upp eygum tykkara og síggið akrarnar; teir eru longu hvítir til skurðar.
[36] Tann, sum sker, fær løn, og savnar ávøkst til ævigt lív, til tess at bæði tann, sum sáar, og tann, sum sker, skulu gleðast í felagi.
[37] Tí at í hesum føri er tað orðtakið satt: «Ein sáar, annar sker.»
[38] Eg havi sent tykkum út at skera tað, sum tit ikki hava arbeitt við; aðrir hava arbeitt, og tit eru komnir inn í arbeiði teirra.»
[39] Men úr teirri bygdini trúðu mangir av Sámáriubúgvum á hann fyri orð konunnar, tá ið hon vitnaði: «Hann hevur sagt mær alt tað, sum eg havi gjørt.»
[40] Tá ið nú Sámáriubúgvarnir komu til hansara, bóðu teir hann um at dvølja hjá teimum, og hann dvaldi har tveir dagar.
[41] Og nógv fleiri trúðu fyri orð hansara.
[42] Og við konuna søgdu teir: «Vit trúgva nú ikki longur fyri talu tína; tí at sjálvir hava vit hoyrt, og vit vita, at hesin av sonnum er frelsari heimsins.»
[43] Men eftir hesar tveir dagarnar fór hann burtur haðani til Galileu.
[44] Tí at Jesus vitnaði sjálvur, at profetur ikki verður virdur í sínum egna fosturlandi.
[45] Tá ið hann nú kom til Galileu, tóku Galileumenn móti honum, við tað at teir høvdu sæð alt tað, sum hann hevði gjørt í Jerúsalem um hátíðina; tí at teir vóru eisini komnir til hátíðina.
[46] Hann kom tá aftur til Kána í Galileu, har sum hann hevði gjørt vatnið til vín. Og har var ein kongsmaður í Kapernaum, sum sonurin lá sjúkur hjá.
[47] Tá ið hann hoyrdi, at Jesus var komin frá Júdeu til Galileu, fór hann til hansara og bað hann koma oman og gera son sín frískan; tí at hann lá at doyggja.
[48] Jesus segði tá við hann: «Síggja tit ikki tekin og undurgerningar, vilja tit ikki trúgva.»
[49] Kongsmaðurin sigur við hann: «Harri, kom oman, áðrenn barn mítt doyr!»
[50] Jesus sigur við hann: «Far tú, sonur tín livir!» Maðurin trúði tí orði, sum Jesus segði við hann, og fór avstað.
[51] Men longu á heimleiðini møttu húskallar hansara honum og bóru honum tey boðini, at barn hansara livdi.
[52] Tá spurdi hann teir um tíman, nær tað var farið at lætta hjá honum. Og teir søgdu við hann: «Í gjár um sjeynda tíma fór hitasóttin av honum.»
[53] Tá skildi faðirin, at tað var í tí tíma, tá ið Jesus hevði sagt við hann: «Sonur tín livir.» Og hann trúði sjálvur og alt hús hansara.
[54] Hetta var annað tekinið, sum Jesus gjørdi, tá ið hann var komin frá Júdeu til Galileu.