Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 4:52

[1] «Hjarta tykkara verði ikki óttafult! Trúgvið á Guð, og trúgvið á meg!

[2] Í faðirs míns húsi eru mangir bústaðir. Var tað ikki so, hevði eg sagt tykkum tað; tí at eg fari burtur at tilbúgva stað fyri tykkum.

[3] Og tá ið eg eri farin burtur og havi tilbúgvið stað fyri tykkum, komi eg aftur og skal taka tykkum til mín, til tess at har sum eg eri, skulu tit eisini vera.

[4] Og hvar eg fari, hagar vita tit vegin.»

[5] Tummas sigur við hann: «Harri, vit vita ikki, hvar tú fert; hvussu skulu vit tá vita vegin?»

[6] Jesus sigur við hann: «Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær.

[7] Høvdu tit kent meg, tá høvdu tit eisini kent faðir mín. Og frá hesi stund kenna tit hann og hava sæð hann.»

[8] Filippus sigur við hann: «Harri, sýn okkum faðirin, og tað er okkum nóg mikið.»

[9] Jesus sigur við hann: «So langa tíð havi eg verið hjá tykkum, og tú kennir meg ikki, Filippus? Tann, sum hevur sæð meg, hevur sæð faðirin; hvussu kanst tú tá siga: Sýn okkum faðirin?

[10] Trýrt tú ikki, at eg eri í faðirinum, og faðirin er í mær? Tey orð, sum eg tali til tykkara, tey tali eg ikki av mær sjálvum. Men faðirin, sum í mær er, hann ger gerningar sínar.

[11] Trúgvið mær, at eg eri í faðirinum, og faðirin í mær; men um ikki, tá trúgvið mær fyri sjálva gerninganna skuld!

[12] Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum trýr á meg, hann skal eisini gera teir gerningar, sum eg geri; og hann skal gera enn størri gerningar enn hesar, tí at eg fari til faðirin.

[13] Og hvat tit so biðja um í navni mínum, tað skal eg gera, til tess at faðirin skal verða gjørdur dýrmettur í syninum.

[14] Biðja tit um okkurt í navni mínum, skal eg gera tað.

[15] Elska tit meg, tá haldið boð míni!

[16] Og eg skal biðja faðirin, og hann skal geva tykkum annan talsmann, fyri at hann skal verða hjá tykkum allar ævir,

[17] sannleikans anda, sum heimurin ikki kann taka ímóti, tí at hann sær hann ikki og kennir hann ikki; men tit kenna hann, tí at hann verður verandi hjá tykkum og er í tykkum.

[18] Eg vil ikki lata tykkum verða eftir faðirleysar; eg komi til tykkara.

[19] Enn eina stutta stund, og heimurin sær meg ikki longur; men tit síggja meg, tí at eg livi og tit skulu liva.

[20] Tann dagin skulu tit ásanna, at eg eri í faðir mínum, og tit í mær, og eg í tykkum.

[21] Tann, sum hevur boð míni og heldur tey, hann er tann, sum elskar meg; men tann, sum elskar meg, skal verða elskaður av faðir mínum, og eg skal elska hann og opinbera meg fyri honum.»

[22] Judas, ikki Iskarjot, sigur við hann: «Harri, hvussu ber tað til, at tú vilt opinbera teg fyri okkum og ikki fyri heiminum?»

[23] Jesus svaraði og segði við hann: «Elskar nakar meg, tá varðveitir hann orð mítt, og faðir mín skal elska hann, og vit skulu koma til hansara og gera okkum bústað hjá honum.

[24] Tann, sum ikki elskar meg, hann varðveitir ikki orð míni; og orðið, sum tit hoyra, er ikki mítt, men faðirsins, sum sendi meg.

[25] Hetta havi eg talað til tykkara, meðan eg var verandi hjá tykkum.

[26] Men talsmaðurin, heilagi andin, sum faðirin skal senda í mínum navni, hann skal læra tykkum alt og minna tykkum á alt, sum eg havi sagt tykkum.

[27] Frið lati eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki eins og heimurin gevur. Hjarta tykkara óttist ikki og ræðist ikki!

[28] Tit hoyrdu, at eg segði við tykkum: Eg fari burtur og komi til tykkara. Elskaðu tit meg, tá høvdu tit glett tykkum um, at eg fari til faðirin; tí at faðirin er størri enn eg.

[29] Og nú havi eg sagt tykkum tað, áðrenn tað hendir, fyri at tit skulu trúgva, tá ið tað er hent.

[30] Eg skal ikki longur tala nógv við tykkum, tí at høvdingin í hesum heimi kemur, og í mær eigur hann als einki;

[31] men fyri at heimurin skal kenna, at eg elski faðirin og at eg geri soleiðis, sum faðirin hevur boðið mær: Standið upp, latum okkum fara hiðani!»

Evangeliið eftir Jóhannes — Chapters