Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 7:39

[1] Tá tók Pilatus Jesus og húðflongdi hann.

[2] Og hermenninir flættaðu eina krúnu av tornum og settu á høvdið á honum og kastaðu ein skarlakskappa uttan um hann,

[3] og teir gingu yvir til hansara og søgdu: «Heilur og sælur, kongur Jødanna!» Og teir slógu hann í andlitið.

[4] Og Pilatus fór tá út aftur og sigur við teir: «Sí, eg komi nú við honum út til tykkara, fyri at tit skulu vita, at eg finni onga søk hjá honum.»

[5] Jesus gekk tá út við tornakrúnuni á høvdi og í skarlakskappanum, og Pilatus sigur við teir: «Sí, her er maðurin!»

[6] Tá ið nú høvuðsprestarnir og sveinarnir sóu hann, rópaðu teir og søgdu: «Krossfest, krossfest!» Pilatus sigur við teir: «Takið tit hann og krossfestið hann; tí at eg finni onga søk hjá honum.»

[7] Jødarnir svaraðu honum: «Vit hava lóg, og eftir lógini eigur hann at doyggja; tí at hann hevur gjørt seg sjálvan til Guðs son.»

[8] Tá ið nú Pilatus hoyrdi hetta orðið, kom enn meiri ótti á hann;

[9] og hann fór inn aftur í borgina og sigur við Jesus: «Hvaðan ert tú?» Men Jesus gav honum einki svar.

[10] Pilatus sigur tá við hann: «Talar tú ikki til mín? Veitst tú ikki, at eg havi vald at sleppa tær leysum, og at eg havi vald at krossfesta teg?»

[11] Jesus svaraði honum: «Tú hevði als einki vald á mær, um tað ikki var givið tær oman úr erva. Tí hevur tann størri synd, sum gav meg upp í hendur tínar.»

[12] Eftir hetta royndi Pilatus at sleppa honum leysum. Men Jødarnir rópaðu og søgdu: «Sleppir tú honum leysum, tá ert tú ikki vinur keisarans. Hvør tann, sum ger seg sjálvan til kong, setir seg upp móti keisaranum.»

[13] Tá ið nú Pilatus hoyrdi hesi orð, førdi hann Jesus út og settist í dómarasætið á einum staði, sum nevnist «á steinsettum» (á hebráiskum máli: Gabbata).

[14] Men tað var atfangadagur fyri páskir, okkurt um sætta tíma. Og hann sigur við Jødarnar: «Sí, har er kongur tykkara!»

[15] Tá rópaðu teir: «Burtur, burtur við honum! Krossfest hann!» Pilatus sigur við teir: «Skal eg krossfesta kong tykkara?» Høvuðsprestarnir svaraðu: «Vit hava ongan kong uttan keisaran.»

[16] Tá gav hann hann upp til teirra, at hann skuldi verða krossfestur.

[17] Teir tóku nú Jesus; og hann bar sjálvur kross sín og gekk út á tann staðin, sum kallast Ennistaðurin, og sum á hebráiskum eitur Golgata.

[18] Har krossfestu teir hann og saman við honum tveir aðrar, ein hvørjumegin, men Jesus í miðjuni.

[19] Men Pilatus skrivaði eisini eina yvirskrift og setti hana á krossin; har stóð skrivað: «Jesus úr Nasaret, kongur Jødanna.»

[20] Hesa yvirskriftina lósu nú mangir av Jødunum, tí at staðurin, har sum Jesus varð krossfestur, var nær við bygdina, og hon var skrivað á hebráiskum og rómverskum og grikskum máli.

[21] Tá søgdu høvuðsprestar Jødanna við Pilatus: «Skriva ikki: Kongur Jødanna; men: Hann segði: Eg eri kongur Jødanna.»

[22] Pilatus svaraði: «Tað, sum eg havi skrivað, havi eg skrivað.»

[23] Tá ið nú hermenninir høvdu krossfest Jesus, tóku teir klæði hansara og býttu tey sundur í fýra lutir, hvørjum hermanni ein lut, somuleiðis kyrtilin; men kyrtilin var óseymaður, vovin í einum oman ígjøgnum.

[24] Teir søgdu tí hvør við annan: «Latum okkum ikki skera hann sundur, men latum okkum heldur kasta lut um hann, hvør ið skal fáa hann;» tí at skriftin skuldi ganga út: «Teir býttu klæði míni millum sín, og kastaðu lut um klædning mín.» Hetta gjørdu nú hermenninir.

[25] Men við Jesu kross stóð móðir hansara og móðursystir hansara, Maria, kona Kleopasar, og Maria Magdalena.

[26] Tá ið nú Jesus sá móður sína og lærusveinin, sum hann elskaði, standa har, sigur hann við móður sína: «Kvinna, har er sonur tín!»

[27] Síðan sigur hann við lærusveinin: «Sí, har er móðir tín!» Og frá teirri stund tók lærusveinurin hana heim til sín.

[28] Eftir hetta, tá ið Jesus visti, at alt nú longu var fullgjørt, til tess at skriftin skuldi ganga út, sigur hann: «Eg eri tystur.»

[29] Har stóð eitt ker fult av ediki. Teir settu tá ein svamp fullan av ediki á ein ýsopslegg og bóru honum at munni.

[30] Tá ið Jesus nú hevði fingið edikin, segði hann: «Tað er fullgjørt!» Og hann boygdi høvdið og gav upp andan.

[31] Við tað at tað var atfangadagur og fyri tann skuld at likamini ikki skuldu verða hangandi á krossinum um hvíludagin, tí at tann hvíludagurin var mikil, bóðu nú Jødarnir Pilatus um, at beinini í teimum máttu verða brotin sundur, og at tey máttu verða tikin niður.

[32] Hermenninir fóru tí og brutu beinini bæði í hinum fyrra og hinum øðrum, sum hevði verið krossfestur saman við honum.

[33] Men tá ið teir komu til Jesus og sóu, at hann longu var deyður, brutu teir ikki bein hansara.

[34] Men ein av hermonnunum stakk eitt spjót inn i síðuna á honum, og har kom við tað sama blóð og vatn útúr.

[35] Og tann, sum hevur sæð tað, hevur vitnað um tað, og vitnisburður hansara er sannur, og hann veit, at hann sigur tað, sum satt er, til tess at eisini tit mega trúgva.

[36] Tí at hetta hendi, til tess at skriftin skuldi ganga út: «Bein skal ikki verða brotið í tí.»

[37] Og upp aftur sigur eitt annað skriftorð: «Teir skulu líta til hansara, sum teir stungu.»

[38] Síðan kom Jósef úr Arimateu, sum var ein lærusveinur Jesu, men í duldum, av ótta fyri Jødunum, og bað Pilatus um, at hann mátti taka Jesu likam niður. Pilatus eftirlíkaði honum. Hann kom tí og tók likam hansara.

[39] Men Nikodemus, hann sum í fyrstuni var komin til hansara um náttina, kom eisini og hevði við sær okkurt um hundrað pund av eini blanding av myrru og aloe.

[40] Teir tóku nú Jesu likam og sveipaðu tað í línklæði saman við angandi urtum, soleiðis sum siður er hjá Jødum at búgva lík til jarðar.

[41] Men á tí staði, har sum hann hevði verið krossfestur, var urtagarður, og í urtagarðinum nýggj grøv, sum eingin enn hevði verið lagdur í.

[42] Har løgdu teir nú Jesus fyri atfangadags Jødanna skuld, við tað at grøvin var nær.

Evangeliið eftir Jóhannes — Chapters