[1] Men har var maður av Farisearunum, at navni nevndur Nikodemus, ein ráðharri hjá Jødum.
[2] Hesin kom til hansara á nátt og segði við hann: «Rabbi, vit vita, at tú ert lærari, komin frá Guði; tí at eingin kann gera hesi tekin, sum tú gert, uttan Guð er við honum.»
[3] Jesus svaraði og segði við hann: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tær: Eingin kann síggja Guðs ríki, uttan hann verður føddur av nýggjum.»
[4] Nikodemus sigur við hann: «Hvussu kann nakar verða føddur, tá ið hann er vorðin gamal? Man hann aðra ferð kunna koma inn í lívið á móður síni og verða føddur?»
[5] Jesus svaraði: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tær: Eingin kann koma inn í Guðs ríki, uttan hann verður føddur av vatni og anda.
[6] Tað, sum er føtt av holdinum, er hold, og tað, sum er føtt av andanum, er andi.
[7] Undrast ikki um, at eg segði við teg: Tit mega verða fødd av nýggjum.
[8] Vindurin blæsur, hvar sum hann vil, og tú hoyrir dunið av honum; men tú veitst ikki, hvaðan hann kemur, og hvar hann fer; soleiðis er tað við einum og hvørjum, sum er føddur av andanum.»
[9] Nikodemus svaraði og segði við hann: «Hvussu kann hetta bera til?»
[10] Jesus svaraði og segði við hann: «Tú ert lærari í Ísrael, og veitst ikki hetta!
[11] Sanniliga, sanniliga sigi eg tær: Vit tala tað, sum vit vita, og vitna um tað, sum vit hava sæð; og vitnisburði okkara taka tit ikki ímót.
[12] Tá ið eg sigi tykkum hinar jarðisku lutirnar, og tit trúgva ikki, hvussu skulu tit tá trúgva, tá ið eg sigi tykkum hinar himmalsku?
[13] Og eingin er farin upp til himmalin, uttan tann, sum fór niður av himlinum, menniskjusonurin, [sum er í himlinum].
[14] Og eins og Móses hevjaði upp ormin í oyðimørkini, soleiðis eigur menniskjusonurin at verða upphevjaður,
[15] til tess at ein og hvør, sum trýr, skal hava ævigt lív í honum.
[16] Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.
[17] Tí at ikki sendi Guð sonin í heimin, til tess at hann skal døma heimin, men til tess at heimurin skal verða frelstur við honum.
[18] Tann, sum trýr á hann, verður ikki dømdur. Tann, sum ikki trýr, er longu dømdur, við tað at hann ikki hevur trúð á navn hins einborna Guðs sonar.
[19] Men hesin er dómurin, at ljósið er komið í heimin og menniskjuni elskaðu myrkrið meira enn ljósið, tí at gerningar teirra vóru óndir.
[20] Tí at ein og hvør, sum ger tað, ið ilt er, hatar ljósið og kemur ikki til ljósið, til tess at gerningar hansara ikki skulu verða átalaðir.
[21] Men tann, sum ger sannleikan, kemur til ljósið, til tess at gerningar hansara mega verða opinberir, tí at teir eru gjørdir í Guði.»
[22] Eftir hetta kom Jesus og lærusveinar hansara til Júdeulands, og har dvaldist hann við teimum og doypti.
[23] Men Jóhannes doypti eisini í Ænon, nær við Salem, tí at har var nógv vatn. Og tey komu hagar og lótu seg doypa.
[24] Tí at enn var Jóhannes ikki kastaður í fongsil.
[25] Tá kom upp trætumál millum lærusveina Jóhannesar og Jøda um reinsan.
[26] Og teir komu til Jóhannesar og søgdu við hann: «Rabbi, tann sum var hjá tær hinumegin Jórdan, hann sum tú vitnaði um, sí, hann doypir, og allir koma til hansara.»
[27] Jóhannes svaraði og segði: «Maður kann als einki taka, uttan tað verður honum givið av himlinum.
[28] Tit eru sjálvir vitni míni, at eg segði: Eg eri ikki Kristus, men: Eg eri sendur undan honum.
[29] Tann, sum hevur brúðrina, er brúðgómur; men vinur brúðgómsins, sum stendur hjá honum og lýðir á hann, gleðist inniliga um rødd brúðgómsins. Henda gleðin mín er nú vorðin fullkomin.
[30] Hann eigur at vaksa, men eg at minka.
[31] Tann, sum kemur omanfrá, er yvir øllum; tann, sum er av jørðini, er av jørðini og talar av jørðini; tann, sum kemur av himni, er yvir øllum;
[32] og tað, sum hann hevur sæð og hoyrt, tað vitnar hann, og eingin tekur ímót vitnisburði hansara.
[33] Tann, sum hevur tikið ímót vitnisburði hansara, hevur staðfest, at Guð er sannorðaður.
[34] Tí at tann, sum Guð sendi út, talar Guðs orð; tí at hann gevur ikki andan eftir máli.
[35] Faðirin elskar sonin og hevur givið honum allar lutir upp í hendur.
[36] Tann, sum trýr á sonin, hevur ævigt lív; men tann, sum er syninum ólýðin, skal ikki síggja lívið, men vreiði Guðs verður verandi yvir honum.»