Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 8:03

[1] Men ein maður var sjúkur, Lázarus frá Betániu, úr teirri bygdini, sum Maria og Marta, systir hennara, búðu í.

[2] Men Maria var tann, sum salvaði Harran við myrrusmyrsli og turkaði føtur hansara við hári sínum, og tað var bróðir hennara, Lázarus, sum var sjúkur.

[3] Systrarnar sendu tá boð til hansara og lótu siga við hann: «Harri, sí, tann sum tú elskar, er sjúkur.»

[4] Men tá ið Jesus hoyrdi tað, segði hann: «Henda sjúka er ikki til deyða, men fyri dýrdar Guðs skuld, til tess at sonur Guðs skal verða dýrmettur av henni.»

[5] Men Jesus elskaði Martu og systur hennara og Lázarus.

[6] Tá ið hann nú hevði hoyrt, at hann var sjúkur, varð hann tó enn verandi tveir dagar á tí staði, har sum hann var.

[7] Síðan sigur hann eftir hetta við lærusveinarnar: «Latum okkum fara aftur til Júdeu!»

[8] Lærusveinarnir siga við hann: «Rabbi, nýliga ætlaðu Jødarnir at steina teg, og nú fert tú hagar aftur!»

[9] Jesus svaraði: «Eru ikki tólv tímar í deginum? Ferðast nakar á degi, snávar hann ikki, tí at hann sær ljósið í hesum heimi;

[10] men ferðast nakar á nátt, snávar hann, tí at ljósið er ikki í honum.»

[11] Hetta talaði hann, og eftir tað sigur hann við teir: «Lázarus, vinur okkara, er sovnaður; men eg fari nú at vekja hann.»

[12] Lærusveinarnir søgdu tá við hann: «Harri, er hann sovnaður, tá verður hann frískur.»

[13] Men Jesus hevði talað um deyða hansara; men teir hildu, at hann talaði um svøvnhvíldina.

[14] Tí segði Jesus teimum tá beint fram: «Lázarus er deyður!

[15] Og fyri tykkara skuld eri eg glaður, at eg ikki var har, fyri at tit skulu trúgva. Men latum okkum fara til hansara!»

[16] Tá segði Tummas, sum kallaður er Didymos (tað merkir: tvíburður) við samlærusveinar sínar: «Latum eisini okkum fara, so at vit kunnu doyggja saman við honum!»

[17] Tá ið Jesus nú kom, fekk hann at vita, at hann longu hevði ligið fýra dagar í grøvini.

[18] Men Betánia var nær við Jerúsalem, okkurt um fimtan stádiur haðani.

[19] Men mangir av Jødunum vóru komnir til Martu og Mariu at troysta tær eftir bróðurin.

[20] Tá ið Marta nú hoyrdi, at Jesus kom, gekk hon ímóti honum, men Maria varð sitandi heima.

[21] Marta segði tá við Jesus: «Harri, hevði tú verið her, tá var bróðir mín ikki deyður.

[22] Men eisini nú veit eg, at hvat tú so biður Guð um, tað vil Guð geva tær.»

[23] Jesus sigur við hana: «Bróðir tín skal rísa upp.»

[24] Marta sigur við hann: «Eg veit, at hann skal rísa upp í uppreisnini á evsta degi.»

[25] Jesus segði við hana: «Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr;

[26] og hvør tann, sum livir og trýr á meg, skal aldri um ævir doyggja; trýrt tú hesum?»

[27] Hon sigur við hann: «Ja, Harri, eg havi trúð, at tú ert Kristus, sonur Guðs, hann, sum kemur í heimin.»

[28] Og tá ið hon hetta hevði sagt, fór hon avstað og rópaði Mariu, systur sína, loyniliga og segði: «Meistarin er her og rópar teg.»

[29] Tá ið hon hoyrdi tað, reistist hon skundisliga og fór út til hansara.

[30] Men Jesus var enn ikki komin inn í bygdina, men hann var enn á tí staði, har sum Marta hevði møtt honum.

[31] Tá ið nú Jødarnir, sum vóru við hús hjá Mariu og troystaðu hana, sóu, at hon skundisliga reistist og fór út, fóru teir aftan á hana, av tí at teir hugsaðu, at hon fór út til grøvina at gráta har.

[32] Men tá ið Maria nú kom hagar, sum Jesus var, og sá hann, fell hon honum til fóta og segði við hann: «Harri, hevði tú verið her, tá var bróðir mín ikki deyður.»

[33] Tá ið nú Jesus sá hana gráta og Jødarnar, sum vóru komnir við henni, gráta, varð hann harmur í huga og gjørdist ógvuliga sinnisrørdur og segði:

[34] «Hvar hava tit lagt hann?» Teir siga við hann: «Harri, kom og síggj!»

[35] Jesus feldi tár.

[36] Tá søgdu Jødarnir: «Sí, hvussu hann elskaði hann!»

[37] Men summir teirra søgdu: «Kundi ikki hann, sum læt eyguni upp á hinum blinda, hava gjørt tað, at eisini hesin ikki var deyður?»

[38] Jesus varð tá aftur harmur í sær sjálvum og kemur til grøvina; men hon var eitt helli, og steinur lá fyri tí.

[39] Jesus sigur: «Takið steinin frá!» Marta, systir hins deyða, sigur við hann: «Harri, hann dampar longu; tí at hann hevur ligið har fýra dagar.»

[40] Jesus sigur við hana: «Segði eg tær ikki, at um tú trýrt, skalt tú síggja dýrd Guðs?»

[41] Teir tóku tá steinin frá. Men Jesus lyfti upp eygum sínum og segði: «Faðir, eg takki tær fyri tað, at tú hevur hoyrt meg.

[42] Eg visti fullvæl, at tú altíð hoyrir meg; men vegna mannamúgvunnar, sum stendur her rundan um, segði eg tað, fyri at tey skulu trúgva, at tú hevur sent meg.»

[43] Og tá ið hann hetta hevði sagt, rópaði hann við harðari rødd: «Lázarus, kom út higar!»

[44] Og út kom hin deyði, bundin á fótum og hondum við líkverju, og sveittadúkur var bundin fyri andlitið á honum. Jesus segði við teir: «Loysið hann og latið hann fara!»

[45] Mangir av Jødunum, teir, sum komnir vóru til Mariu og høvdu sæð tað, sum hann gjørdi, trúðu nú á hann.

[46] Men nakrir av teimum fóru til Farisearanna og søgdu teimum, hvat Jesus hevði gjørt.

[47] Høvuðsprestarnir og Fariseararnir savnaðu tá ráðið saman og søgdu: «Hvat skulu vit gera, tí at hesin maðurin ger mong tekin?

[48] Lata vit hann halda fram á henda hátt, vilja allir trúgva á hann, og Rómverjar munnu koma og taka bæði land okkara og fólk.»

[49] Men ein av teimum, Kajfas, sum var høvuðsprestur tað árið, segði við teir:

[50] «Tit vita als einki og heldur ikki hugsa tit um, at tað er gagnligari fyri tykkum, at ein maður doyr fyri fólkið, enn at øll tjóðin fer til grundar.»

[51] Men hetta segði hann ikki av sær sjálvum; men tá ið hann var høvuðsprestur tað árið, profeteraði hann, at Jesus skuldi doyggja fyri fólkið;

[52] og ikki bert fyri fólkið, men eisini til tess at savna í ein flokk Guðs sundurspjaddu børn.

[53] Eftir tann dag hildu teir tí ráð saman um at drepa hann.

[54] Jesus gekk tí ikki longur opinlýst umkring millum Jødanna, men fór avstað haðan út á landsbygdina nær við oyðimørkina í eina bygd, sum kallast Efraim, og har varð hann verandi saman við lærusveinunum.

[55] Men páskir hjá Jødum vóru í nánd, og mangir fóru av landsbygdini niðan til Jerúsalem fyri páskir til at reinsa seg.

[56] Teir leitaðu tá eftir Jesusi og søgdu sín ámillum, har sum teir stóðu í halgidóminum: «Hvat halda tit? Man hann ikki fara at koma til hátíðina?»

[57] Men høvuðsprestarnir og Fariseararnir høvdu givið boð, at um onkur visti, hvar hann var, skuldi hann siga frá, so at teir kundu taka hann.

Evangeliið eftir Jóhannes — Chapters