[1] Tað var tætt fyri páskahátíðina; Jesus visti, at tími hansara var komin, til at hann skuldi fara burtur úr hesum heimi til faðirin, og líkasum hann hevði elskað sínar egnu, sum vóru í heiminum, soleiðis elskaði hann teir líka til enda.
[2] Og meðan kvøldmáltíð varð hildin, tá ið djevulin longu hevði skotið inn í hjartað á Judasi Símunarsyni Iskarjot, at hann skuldi svíkja hann,
[3] og tá ið hann visti, at faðirin hevði givið honum allar lutir í hendur, og at hann var komin frá Guði og fór til Guðs,
[4] tá reisist hann frá kvøldmáltíðini og leggur yvirklæðini av sær og tók ein líndúk og bant hann um seg.
[5] So stoytir hann vatn í vaskiílátið og tók at tváa føturnar á lærusveinunum og turka teir við líndúkinum, sum hann var umbundin við.
[6] Hann kemur tá til Símun Pæturs, og hann sigur við hann: «Harri, tváar tú føtur mínar?»
[7] Jesus svaraði og segði við hann: «Tað, sum eg geri, skilir tú ikki nú; men seinni skalt tú skilja tað.»
[8] Pætur sigur við hann: «Aldri á ævini skalt tú tváa føtur mínar!» Jesus svaraði honum: «Tvái eg tær ikki, hevur tú ikki lut saman við mær!»
[9] Símun Pætur sigur við hann: «Harri, ikki bert føtur mínar, men eisini hendurnar og høvdið.»
[10] Jesus sigur við hann: «Tann, sum er tváaður, hann hevur ikki fyri neyðini at tváa sær (uttan um føturnar;) men hann er reinur allur sum hann er. Og tit eru reinir, men ikki allir.»
[11] Tí at hann kendi tann, sum skuldi svíkja hann; tí segði hann: «Tit eru ikki allir reinir.»
[12] Tá ið hann nú hevði tváað føtur teirra og latið seg í aftur klæðini og var setstur aftur, segði hann við teir: «Skilja tit, hvat eg havi gjørt við tykkum?
[13] Tit kalla meg «Meistara» og «Harra», og tit siga rætt; tí at eg eri tað.
[14] Tá ið nú eg, harrin og meistarin, havi tváað føtur tykkara, tá eiga eisini tit at tváa hvør annan um føturnar.
[15] Tí at eg havi givið tykkum eitt fyridømi, til tess at líkasum eg gjørdi við tykkum, soleiðis skulu eisini tit gera.
[16] Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Ikki er ein húskallur størri enn húsbóndi hansara; ikki heldur er eitt sendiboð størri enn tann, ið sendi tað.
[17] Skilja tit hetta, eru tit sælir, um tit gera tað.
[18] Eg tali ikki um tykkum allar. Eg veit, hvørjar eg havi útvalt; men skriftin mátti ganga út: Tann, sum breyð mítt etur, hevur lyft upp hæli sínum móti mær.
[19] Hereftir sigi eg tykkum tað, áðrenn tað hendir, fyri at tit, tá ið tað er hent, skulu trúgva, at tað eri eg.
[20] Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum tekur ímóti tí, sum eg sendi, hann tekur ímóti mær, og tann, sum tekur ímóti mær, tekur ímóti honum, sum sendi meg.»
[21] Tá ið Jesus hevði sagt hetta, varð hann ógvuliga rørdur í andanum og vitnaði og segði: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum, at ein tykkara skal svíkja meg.»
[22] Tá hugdu lærusveinarnir hvør upp á annan og vóru í iva um, hvønn hann talaði um.
[23] Ein av lærusveinum hansara sat har til borðs við Jesu høgru lið, – tann, sum Jesus elskaði.
[24] Til hansara nikkar tá Símun Pætur og sigur við hann: «Sig, hvør tað er, sum hann talar um!»
[25] Hesin leggur seg upp at Jesu barmi og sigur við hann: «Harri, hvør er tað?»
[26] Tá svarar Jesus: «Tað er hann, sum eg gevi tann bitan, sum eg nú dyppi niður í.» So dyppaði hann bitan og tók og gav Judasi Símunarsyni Iskarjot hann.
[27] Og tá ið hann hevði fingið bitan, fór Sátan inn í hann. Jesus sigur tá við hann: «Tað, sum tú gert, ger tað skjótt.»
[28] Men eingin teirra, sum sótu til borðs, skildi, hví hann segði hetta við hann.
[29] Tí at summir hildu, við tað at Judas hevði pungin, at Jesus hevði sagt við hann: «Keyp tað, sum okkum er tørvur á til hátíðina,» ella at hann skuldi geva hinum fátæku nakað.
[30] Tá ið hann nú hevði fingið bitan, fór hann alt fyri eitt út. Men nátt var.
[31] Tá ið hann nú var farin út, sigur Jesus: «Nú er menniskjusonurin vorðin dýrmettur, og Guð er vorðin dýrmettur í honum.
[32] Er Guð vorðin dýrmettur í honum, tá skal Guð eisini gera hann dýrmettan í sær, og hann skal brátt gera hann dýrmettan.
[33] Børn míni, bert stutta stund eri eg enn hjá tykkum. Tit skulu leita eftir mær, og líkasum eg segði við Jødarnar: «Hagar, sum eg fari, kunnu tit ikki koma,» soleiðis sigi eg nú eisini við tykkum.
[34] Nýtt boð gevi eg tykkum: Tit skulu elska hvør annan; líkasum eg havi elskað tykkum, soleiðis skulu eisini tit elska hvør annan.
[35] Á tí skulu allir kenna, at tit eru lærusveinar mínir, um tit hava kærleika hvør til annan.»
[36] Símun Pætur sigur við hann: «Harri, hvar fert tú?» Jesus svaraði: «Hagar, sum eg fari, kanst tú ikki fylgja mær nú; men tú skalt fylgja mær seinni.»
[37] Pætur sigur við hann: «Harri, hví kann eg ikki fylgja tær nú? Eg vil leggja lív mítt á fyri teg.»
[38] Jesus svarar: «Vilt tú leggja lív títt á fyri meg? Sanniliga, sanniliga sigi eg tær: Hanin skal ikki gala, fyrr enn tú hevur avnoktað meg tríggjar ferðir.»