Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 7:38

[1] Í fyrstuni var orðið, og orðið var hjá Guði, og orðið var Guð.

[2] Hetta var í fyrstuni hjá Guði.

[3] Allir lutir eru vorðnir til við tí, og uttan tað varð einki til av tí, sum til er vorðið.

[4] Í tí var lív, og lívið var ljós menniskjunnar.

[5] Og ljósið skínur í myrkrinum, og myrkrið tók ikki við tí.

[6] Maður kom, sendur frá Guði, hann æt Jóhannes.

[7] Hesin kom til vitnisburðar, til tess at hann skuldi vitna um ljósið, fyri at allir skuldu trúgva við honum.

[8] Hann var ikki ljósið, men hann skuldi vitna um ljósið.

[9] Hitt sanna ljósið, sum upplýsir hvørja menniskju, var við at koma í heimin.

[10] Hann var í heiminum, og heimurin er vorðin til við honum, og heimurin kendi hann ikki.

[11] Hann kom til sítt egna, og hansara egnu tóku ikki ímóti honum.

[12] Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guðs børn, teimum, sum trúgva á navn hansara,

[13] sum ikki eru gitnir av blóði, ei heldur av holds vilja, ei heldur av mans vilja, men av Guði.

[14] Og orðið varð hold og tók búgv okkara millum, og vit skoðaðu dýrd hansara, dýrd, sum einborin sonur hevur frá faðir sínum, fulla av náði og sannleika.

[15] Jóhannes vitnar um hann og rópar og sigur: «Hetta var hann, sum eg segði um: Tann, sum kemur aftan á meg, er komin undan mær; tí at hann var fyrr enn eg.»

[16] Tí at av fylling hansara hava vit allir fingið, og tað náði oman á náði;

[17] tí at lógin varð givin við Mósesi, náðin og sannleikin komu við Jesusi Kristi.

[18] Eingin hevur á nøkrum sinni sæð Guð; hin einborni sonurin, sum er í fangi faðirsins, hann hevur kunngjørt hann.

[19] Og hetta er vitnisburður Jóhannesar, tá ið Jødarnir sendu prestar og Levitar frá Jerúsalem til tess at spyrja hann: «Hvør ert tú?»

[20] Og hann ásannaði og noktaði ikki, og hann ásannaði: «Eg eri ikki Kristus.»

[21] Og teir spurdu hann: «Hvat tá? Ert tú Elia?» Hann sigur: «Ikki eri eg tað.» «Ert tú profeturin?» Og hann svaraði: «Nei.»

[22] Teir søgdu tá við hann: «Hvør ert tú? fyri at vit kunnu geva teimum svar, sum hava sent okkum. Hvat sigur tú um teg sjálvan?»

[23] Hann segði: «Eg eri rødd á einum, sum rópar í oyðimørkini: Gerið beinan veg Harrans, eins og Jesaja profetur hevur sagt.»

[24] Men teir, sum sendir vóru, vóru úr flokki Farisearanna.

[25] Og teir spurdu hann og søgdu við hann: «Hví doypir tú tá, um tú ikki ert Kristus, ei heldur Elia, ei heldur profeturin?»

[26] Jóhannes svaraði teimum og segði: «Eg doypi við vatni; mitt ímillum tykkara stendur hann, sum tit ikki kenna,

[27] hann sum kemur aftan á meg, sum eg ikki eri verdur at loysa tveingirnar hjá.»

[28] Hetta hendi í Betániu, hinumegin Jórdan, har sum Jóhannes doypti.

[29] Dagin eftir sær hann Jesus koma til sín og sigur: «Sí, Guðs lambið, sum ber synd heimsins!

[30] Hann er tann, sum eg segði um: Aftan á meg kemur maður, sum hevur verið undan mær; tí at hann var fyrr enn eg.

[31] Og eg kendi hann ikki; men fyri at hann skuldi verða opinberaður fyri Ísrael, tí eri eg komin og doypi við vatni.»

[32] Og Jóhannes vitnaði og segði: «Eg sá andan stíga niður av himni í dúgvu líki, og hann varð verandi yvir honum.

[33] Og eg kendi hann ikki; men tann, sum sendi meg at doypa við vatni, hann segði við meg: «Hann, sum tú sært andan stíga niður yvir og verða verandi yvir, hann er tann, sum doypir við heilagum anda.»

[34] Og eg havi sæð tað og havi vitnað, at hesin er sonur Guðs.»

[35] Dagin eftir stóð Jóhannes har aftur og tveir av lærusveinum hansara.

[36] Og í tí hann hugdi at Jesusi, sum kom gangandi, sigur hann: «Sí, Guðslambið!»

[37] Og teir tveir lærusveinarnir hoyrdu hann siga hetta, og teir fóru aftan á Jesus.

[38] Men Jesus vendi sær á, og tá ið hann sá teir koma aftan á seg, sigur hann við teir:

[39] «Hvørjum leita tit eftir?» Men teir søgdu við hann: «Rabbi (sum útlagt merkir: meistari), hvar býrt tú?»

[40] Hann sigur við teir: «Komið og síggið!» Teir komu og sóu, hvar hann búði, og teir vórðu verandi hjá honum tann dagin; tað var um tíggjunda tíma.

[41] Andrias, bróðir Símun Pæturs, var annar av teimum báðum, sum høvdu hoyrt hetta av Jóhannesi og høvdu fylgt honum.

[42] Hann finnur fyrst bróður sín, Símun, og sigur við hann: «Vit hava funnið Messias» (sum er tað sama sum Kristus; tað er: salvaður).

[43] Og hann førdi hann til Jesus. Men Jesus hugdi upp á hann og segði: «Tú ert Símun, sonur Jónasar, tú skalt verða kallaður Kefas (sum er útlagt: Petros; tað er: klettur.)

[44] Dagin eftir ætlaði hann at fara avstað til Galileu, og hann finnur Filippus; og Jesus sigur við hann: «Fylg mær!»

[45] Men Filippus var úr Betsajdu, bygd teirra Andriasar og Pæturs.

[46] Filippus finnur Natanael og sigur við hann: «Vit hava funnið tann, sum Móses í lógini og profetarnir hava skrivað um, Jesus, son Jósefs úr Nasaret.»

[47] Og Natanael segði við hann: «Kann nakað gott vera úr Nasaret?» Filippus sigur við hann: «Kom og síggj!»

[48] Jesus sá Natanael koma til sín, og hann sigur um hann: «Sí, har er av sonnum Ísraelitur, sum ikki svik eru í!»

[49] Natanael sigur við hann: «Hvaðan kennir tú meg?» Jesus svaraði og segði við hann: «Áðrenn Filippus rópaði teg, sá eg teg, har sum tú vart undir fikutræinum.»

[50] Natanael svaraði honum: «Rabbi, tú ert sonur Guðs, tú ert kongur Ísraels!»

[51] Jesus svaraði og segði við hann: «Trýrt tú, tí at eg segði tær, at eg sá teg undir fikutræinum? Tú skalt síggja tað, sum størri er enn hetta.»

[52] Og hann segði við hann: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tit skulu síggja himmalin opnan, og einglar Guðs stíga upp og stíga niður yvir menniskjusonin.»

Evangeliið eftir Jóhannes — Chapters