Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 4:22

[1] Og tá ið hann nakrar dagar seinni aftur fór inn í Kapernaum, spurdist tað, at hann var heima.

[2] Og mong komu saman, so at tey ikki rúmaðust longur, heldur ikki uttan fyri dyrnar, og hann talaði orðið til teirra.

[3] Og teir koma til hansara berandi við einum giktsjúkum manni, sum varð borin av fýra;

[4] og tá ið teir ikki kundu koma nær til hansara fyri mannfjøldini, rivu teir tekjuna av, har sum hann var, og brutu hol á og lótu seingina, sum hin giktsjúki lá í, síga niður.

[5] Og tá ið Jesus sá trúgv teirra, sigur hann við hin giktsjúka: «Sonur mín, syndir tínar eru fyrigivnar!»

[6] Men nakrir av hinum skriftlærdu sótu har, og teir hugsaðu í hjørtum sínum:

[7] «Hví talar hesin maðurin so? Hann spottar Guð! Hvør kann fyrigeva syndir, uttan ein, tað er Guð?»

[8] Og í stundini kendi Jesus í anda sínum, at teir hugsaðu soleiðis við sær sjálvum, og sigur við teir: «Hví hugsa tit slíkt í hjørtum tykkara?

[9] Hvat er lættari at siga við hin giktsjúka: «Syndir tínar eru fyrigivnar!» ella at siga: «Statt upp, tak song tína og gakk?»

[10] Men fyri at tit skulu vita, at menniskjusonurin hevur vald á jørðini til at fyrigeva syndir» – sigur hann við hin giktsjúka: –

[11] «Eg sigi tær: Statt upp, tak song tína og far heim til tín sjálvs!»

[12] Og hann stóð upp og tók alt fyri eitt seingina og gekk út fyri alra manna eygum, so at øll vórðu frá sær sjálvum av bilsni og prísaðu Guði og søgdu: «Slíkt hava vit onga tíð sæð!»

[13] Og hann fór út aftur fram við vatninum, og øll mannamúgvan kom til hansara, og hann lærdi tey.

[14] Og sum hann kom gangandi framvið, sá hann Levi, son Alfeusar, sitandi við tollbúðina, og hann sigur við hann: «Fylg mær!» Og hann reisti seg upp og fylgdi honum.

[15] Og tað hendi, tá ið hann sat til borðs heima hjá honum, at eisini mangir tollarar og syndarar settu seg til borðs saman við Jesusi og lærusveinum hansara; tí at teir vóru mangir,

[16] og eisini nakrir skriftlærdir millum Farisearanna fylgdu honum. Og tá ið teir sóu, at hann át saman við tollarum og syndarum, søgdu teir við lærusveinar hansara: «Hvussu ber tað til, at hann etur og drekkur saman við tollarum og syndarum?»

[17] Og tá ið Jesus hoyrdi hetta, sigur hann við teir: «Ikki tarvast teimum heilsusterku lækna, men teimum, ið ilt hava. Eg eri ikki komin at kalla rættvísar, men syndarar.»

[18] Bæði lærusveinar Jóhannesar og Fariseararnir hildu føstu; og teir koma og siga við hann: «Hví fasta lærusveinar Jóhannesar og lærusveinar Farisearanna, meðan tínir lærusveinar ikki fasta?»

[19] Og Jesus segði við teir: «Munnu brúðmenninir kunna fasta, meðan brúðgómurin er hjá teimum. So leingi sum teir hava brúðgómin hjá sær, kunnu teir ikki fasta.

[20] Men dagar skulu koma, tá ið brúðgómurin verður tikin frá teimum, og tá skulu teir fasta á tí degi.

[21] Eingin seymar eina bót av ótøvdum vaðmali á eini gomul klæði; annars skræðir henda nýggja bótin meir burtur av tí gamla, og holið verður verri.

[22] Og eingin letur nýtt vín í gamlar leðurfløskur; annars spreingir vínið fløskurnar, og vínið fer til spillis og fløskurnar við. Men nýtt vín í nýggjar leðurfløskur!»

[23] Og tað bar so til, at hann um hvíludagin gekk tvørtur um ein akur, og á veginum fóru lærusveinar hansara at slíta øks.

[24] Og Fariseararnir søgdu við hann: «Sí, hví gera teir um hvíludagin tað, sum ikki er loyviligt?»

[25] Og hann segði við teir: «Hava tit onga tíð lisið, hvat Dávid gjørdi, tá ið hann var neyðstaddur og hungraði, bæði hann sjálvur og teir, sum við honum vóru?

[26] hvussu hann fór inn í Guðs hús, meðan Abjatar var høvuðsprestur, og át sýnisbreyðini, sum tað ikki er nøkrum loyviligt at eta uttan prestunum, og gav eisini teimum, sum við honum vóru?»

[27] Og hann segði við teir: «Hvíludagurin varð til fyri menniskjunnar skuld, og ikki menniskjan fyri hvíludagsins skuld.

[28] Tí er menniskjusonurin eisini hvíludagsins harri.»

Evangeliið eftir Markus — Chapters