Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 5:23

[1] Og í tí hann gekk út úr halgidóminum, sigur ein av lærusveinum hansara við hann: «Meistari! Sí, slíkir steinar og slíkir bygningar!»

[2] Og Jesus segði við hann: «Sært tú hesar stóru bygningarnar? Ikki skal steinur liggja eftir á steini, sum ikki skal verða rivin niður.»

[3] Og tá ið hann var setstur uppi á Oljufjallinum beint yvir av halgidóminum, spurdu Pætur og Jákup og Jóhannes og Andrias hann einsæris og søgdu:

[4] «Sig okkum, nær fer hetta at henda, og hvat er tekinið, tá ið alt hetta fer at koma?»

[5] Men Jesus tók at siga við teir: «Varið tykkum, at eingin villleiðir tykkum.

[6] Mangir skulu koma í navni mínum og siga: «Tað eri eg;» og teir skulu villleiða mong.

[7] Men tá ið tit hoyra um bardagar og frætta tíðindi um bardagar, tá óttist ikki; hetta má henda, men ikki er endin enn.

[8] Tí at fólkaflokkur skal reisast móti fólkaflokki, og ríki móti ríki; landskjálvti skal verða á ymsum støðum; hungur skal verða og ófriður. Hetta eru teir fyrstu verkirnir.

[9] Men hyggið um tykkum sjálvar; tí at tey skulu føra tykkum fyri dómstólarnar, og í samkomuhúsunum skulu tit verða bardir, og inn fyri høvdingar og kongar skulu tit verða førdir fyri mína skuld til vitnisburðar fyri teimum.

[10] Og fyrst eigur gleðiboðskapurin at verða prædikaður fyri øllum fólkasløgum.

[11] Og tá ið tey føra tykkum fram og geva tykkum upp, tá skulu tit ikki frammanundan verða stúrnir fyri, hvat tit skulu tala; men tað, sum tykkum verður givið á teirri somu stund, tað skulu tit tala; tí at tað eru ikki tit, ið tala, men heilagi andin.

[12] Og bróðir skal veita bróður bana og faðir barni, og børn skulu stíga upp móti foreldrum sínum og taka tey av døgum.

[13] Og tit skulu verða hataðir av øllum fyri navns míns sakir; men tann, ið heldur út til enda, hann skal verða frelstur.

[14] Men tá ið tit síggja andstygd oyðingarinnar standa har, sum hon ikki átti at staðið – tann, ið hetta lesur, hann gevi tí gætur – tá rými tey, sum eru í Júdeu, til fjals.

[15] Men tann, ið er staddur uppi á tekjuni, hann fari ikki niður aftur ella fari inn eftir nøkrum í húsi sínum.

[16] Og tann, ið er staddur úti á markini, hann vendi ikki heim aftur eftir klæðum sínum.

[17] Men tær neyðarkonur, sum í teimum døgum hava barn undir belti og á brósti!

[18] Men biðið um, at tað ikki má verða um vetrartíð.

[19] Tí at teir dagar skal verða ein slík trongd, at tílík hevur eingin verið frá upphavi skapningsins, sum Guð skapaði, og til nú og ikki heldur skal koma.

[20] Og um Harrin ikki hevði stytt um hesar dagar, tá varð ikki maður frelstur; men vegna teirra útvaldu, sum hann hevur valt út, hevur hann stytt um dagarnar.

[21] Og um onkur tá sigur við tykkum: «Sí, har er Kristus!» ella: «Sí, her er hann!» tá trúgvið tí ikki.

[22] Tí at svikakristusar og svikaprofetar skulu koma upp og gera tekin og undurgerðir fyri ta søk at villleiða hini útvaldu, um tað var gjørligt.

[23] Men hyggið tit um tykkum sjálvar! Sí, eg havi sagt tykkum alt frammanundan.

[24] Men á teimum døgum, aftan á hesa trongd, skal sólin myrkna og mánin ikki geva skin sítt,

[25] og stjørnurnar skulu falla niður av himli, og skakast skulu himmalsins kreftur.

[26] Og tá skulu tey síggja menniskjusonin koma í skýggjum við dýrd og miklum mátti.

[27] Og tá skal hann senda út einglarnar og savna saman hini útvaldu síni úr teimum fýra ættunum, frá endamarki jarðar at endamarki himins.

[28] Men lærið líknilsið av fikutræinum. Tá ið gróðurin er komin í greinarnar, og leyvið fer at spretta, tá skilja tit, at summarið er í nánd.

[29] Soleiðis skulu tit eisini skilja, at tá ið tit síggja hetta henda, tá er hann í nánd, fyri durunum.

[30] Sanniliga sigi eg tykkum: Henda slektin skal als ikki ganga undir, fyrr enn alt hetta hendir.

[31] Himmalin og jørðin skulu ganga undir, men orð míni skulu als ikki ganga undir.

[32] Men um tann dag og tíma veit eingin, sjálvt ikki einglarnir í himli, heldur ikki sonurin, men eina faðirin.

[33] Verið varnir, vakið og biðið; tí at tit vita ikki, nær tíðin er komin.

[34] Líkasum ein maður, ið fór út av landinum, er farin frá húsi sínum og hevur givið húskøllum sínum umsitingina, hvørjum sítt verk, og hevur boðið duravaktaranum at vaka,

[35] soleiðis skulu tit við vaka; tí at tit vita ikki, nær húsbóndin kemur, við sólsetur ella um midnátt, í sólarrenning ella á morgni,

[36] at hann ikki má hitta tykkum sovandi, um hann skuldi komið dáttliga.

[37] Men tað sum eg sigi við tykkum, tað sigi eg við øll: vakið!»

Evangeliið eftir Markus — Chapters