Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 7:40

[1] Og hann fór avstað haðani og kemur í bygdirnar í Júdeu og bygdarløgini hinumegin Jórdan; og aftur flokkast mannamúgvur um hann, og sum hann var vanur, lærdi hann tey aftur.

[2] Og Fariseararnir komu og spurdu hann fyri at freista hann: «Er tað manni loyviligt at skiljast við konu sína?»

[3] Men hann svaraði teimum og segði: «Hvat hevur Móses boðið tykkum?»

[4] Men teir søgdu: «Móses gav loyvi at skriva skilnaðarbræv og skiljast við hana.»

[5] Men Jesus segði við teir: «Vegna hjartans harðleika tykkara skrivaði hann tykkum hetta boðið;

[6] men frá upphavi skapanarinnar skapaði hann tey kall og konu.

[7] Tí skal maður fara frá faðir sínum og móður síni, [og halda seg til konu sína,]

[8] og tey bæði skulu verða eitt hold. So eru tey ikki longur tvey, men eitt hold.

[9] Tað, sum Guð tí hevur saman komið, má maður ikki sundur skilja.»

[10] Og heima við hús spurdu lærusveinar hansara hann aftur um hetta.

[11] Og hann sigur við teir: «Tann, ið skilst við konu sína og giftist við eini aðrari, hann ger seg sekan í hori móti henni;

[12] og um hon skilst við mann sín og giftist við einum øðrum, tá drívur hon hor.

[13] Og tey bóru smá børn til hansara, at hann skuldi nema við tey; men lærusveinarnir høvdu at teimum, sum bóru tey.

[14] Men tá ið Jesus sá hetta, varð hann vreiður og segði við teir: «Latið smábørnini koma til mín, forðið teimum tað ikki, tí at Guðs ríki hoyrir slíkum til.

[15] Sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum ikki tekur við Guðs ríki eins og lítið barn, hann skal als ikki koma inn í tað.»

[16] Og hann tók tey í favn og legði hendurnar á tey og vælsignaði tey.

[17] Og tá ið hann var komin út á vegin, kom ein rennandi og fell á knæ fyri honum og spurdi hann: «Góði meistari, hvat eigi eg at gera, at eg kann arva ævigt lív?»

[18] Men Jesus segði við hann: «Hví kallar tú meg góðan? Eingin er góður, uttan ein, tað er Guð.

[19] Boðini veitst tú: Tú mást ikki dríva hor; tú mást ikki sláa í hel; tú mást ikki stjala; tú mást ikki siga rangan vitnisburð; tú mást ikki svíkja; æra faðir tín og móður tína.»

[20] Men hann segði við hann: «Meistari, alt hetta havi eg hildið frá barnaárum mínum.»

[21] Men Jesus hugdi upp á hann og fekk yndi til hansara og segði við hann: «Eitt vantar tær: Far og sel alla ogn tína og gev teimum fátæku, og tú skalt eiga dýran grip í himli; og kom so og fylg mær!»

[22] Men hann varð dapur í huga av hesum orði og fór syrgin burtur, tí at hann átti nógva ogn.

[23] Og Jesus leit seg íkring og sigur við lærusveinar sínar: «Hvør torført er tað hjá teimum, sum eiga ríkidømi, at koma inn í Guðs ríki!»

[24] Men ræðsla kom á lærusveinarnar av orðum hansara. Men Jesus tók aftur til orða og sigur við teir: «Børn míni, hvør torført er tað [hjá teimum, ið seta álit sítt á ríkidømi] at koma inn í Guðs ríki!

[25] Tað er lættari hjá einum kameli at sleppa ígjøgnum eitt nálareyga, enn hjá einum ríkum at koma inn í Guðs ríki!»

[26] Men teir vórðu ógvuliga óttafullir og søgdu hvør við annan: «Hvør kann tá verða frelstur?»

[27] Jesus hugdi upp á teir og sigur: «Hjá monnum er tað ógjørligt, men ikki hjá Guði; tí at alt er gjørligt hjá Guði.»

[28] Pætur tók til orða og segði við hann: «Sí, vit hava yvirgivið alt og fylgt tær.»

[29] Jesus segði: «Sanniliga sigi eg tykkum: Tann er eingin, sum er farin frá húsi ella brøðrum ella systrum ella móður ella faðir ella børnum ella jørðum fyri mína skuld og gleðiboðskaparins skuld,

[30] uttan at hann skal fáa tað hundraðfalt aftur, nú í hesi tíð bæði hús og brøður og systrar og møður og børn og jarðir, ásamt atsóknum, og í hinum komandi heimi ævigt lív.

[31] Men mangir, ið eru fyrstir, skulu verða síðstir, og síðstir fyrstir.»

[32] Men teir vóru á ferðini niðan til Jerúsalem, og Jesus gekk undan teimum, og teir vóru óttafullir; men tey, ið fylgdust við, vóru bangin. Og hann tók aftur til sín teir tólv og fór at siga teimum tað, sum skuldi verða honum fyri:

[33] «Sí, vit eru á gongd niðan til Jerúsalem; og menniskjusonurin skal verða givin upp til høvuðsprestarnar og hinar skriftlærdu, og teir skulu døma hann til deyða, og geva hann upp í heidna manna hendur;

[34] og teir skulu spotta hann og spýta á hann og húðfleingja hann og drepa hann, og tríggjar dagar aftaná skal hann rísa upp.»

[35] Og Jákup og Jóhannes, synir Sebedeusar, fara fram til hansara og siga við hann: «Meistari, vit ynskja, at tú vilt gera okkum ta bøn, sum vit biðja teg um.»

[36] Men hann segði við teir: «Hvat vilja tit, at eg skal gera tykkum?»

[37] Men teir søgdu við hann: «Veit okkum, at vit mega sleppa at sita, annar við høgru lið og annar við vinstru lið á tær í dýrd tíni!»

[38] Men Jesus segði við teir: «Tit vita ikki, hvat tit biðja um. Kunnu tit tøma ta skál, sum eg tømi, ella verða doyptir við tí dópi, sum eg verði doyptur við?»

[39] Men teir søgdu við hann: «Tað kunnu vit.» Men Jesus segði við teir: «Ta skál, sum eg tømi, skulu tit tøma, og tí dópi, sum eg verði doyptur við, skulu tit verða doyptir við;

[40] men at sita við høgru ella vinstru lið mína, tað er ikki í mínum valdi at veita nøkrum; men tað verður veitt teimum, sum tað er lagað.»

[41] Og tá ið teir tíggju hoyrdu hetta, tóku teir at ilskast inn á Jákup og Jóhannes.

[42] Og Jesus rópaði teir til sín og sigur við teir: «Tit vita, at teir, ið hildnir verða høvdingar yvir fólkaflokkum, eiga vald á teimum, og stórmenn teirra hava á teimum ráð.

[43] Men soleiðis er ikki hjá tykkum; men tann, ið vil verða stórur tykkara millum, hann skal vera tænari tykkara;

[44] og tann, ið vil verða fremstur av tykkum, hann skal vera trælur hjá øllum.

[45] Tí at menniskjusonurin er ikki heldur komin fyri at verða tænaður, men fyri at tæna og at geva lív sítt sum loysigjald fyri mong.»

[46] Og teir koma til Jeriko. Og tá ið hann fór út úr Jeriko og lærusveinar hansara og ein stór mannfjøld við, sat Bartimeus, sonur Timeusar, ein blindur biddari, har við vegin.

[47] Og tá ið hann hoyrdi, at tað var Jesus úr Nasaret, fór hann at rópa og siga: «Jesus, Dávids sonur, miskunna mær!»

[48] Og mong høvdu at honum, at hann skuldi tiga; men hann rópaði hvaðna harðari: «Dávids sonur, miskunna mær!»

[49] Og Jesus steðgaði og segði: «Rópið hann higar!» Og tey rópa hin blinda og siga við hann: «Hav gott treyst, reis teg upp, hann rópar teg!»

[50] Men hann kastaði kappan av sær, sprakk á føtur og kom til Jesus.

[51] Og Jesus tók til orða og segði við hann: «Hvat vilt tú, at eg skal gera tær?» Men hin blindi segði við hann: «Rabbuni, at eg má fáa sjón mína aftur!»

[52] Men Jesus segði við hann: «Far tú avstað, trúgv tín hevur frelst teg!» Og í stundini fekk hann sjónina aftur, og hann fylgdi honum á leið.

Evangeliið eftir Markus — Chapters