Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 7:46

[2] Og seks dagar aftaná tekur Jesus Pætur og Jákup og Jóhannes við sær og fer við teimum einsamøllum fyri seg sjálvan niðan á eitt høgt fjall; og hann umbroyttist fyri eygum teirra.

[3] Og klæði hansara vórðu skínandi bjørt, hvít sum fann, hvítari enn nakar maður á foldum, sum hevur klæði á bliki, kann fáa tey.

[4] Og Elia saman við Mósesi sýndi seg fyri teimum, og teir vóru í samtalu við Jesus.

[5] Og Pætur tók til orða og sigur við Jesus: «Meistari, tað er gott, at vit eru her! Lat okkum gera tríggjar búðir, tær eina og Mósesi eina og Elia eina.»

[6] Tí at hann visti ikki, hvat hann átti at siga, tí at teir vórðu heilt óttafullir.

[7] Og eitt skýggj kom og skuggaði yvir teimum, og ein rødd kom út úr skýnum: «Hesin er sonur mín, hin elskaði. Lýðið á hann!»

[8] Og í sama viðbragdi, tá ið teir litu um seg, sóu teir ongan meira uttan Jesus einsamallan hjá teimum.

[9] Og meðan teir gingu oman av fjallinum, álegði hann teimum ikki at siga nøkrum frá tí, sum teir høvdu sæð, fyrr enn menniskjusonurin var risin upp frá deyðum.

[10] Og teir løgdu sær hetta orðið í geyma, og teir spurdu hvør annan sín ámillum, hvat tað mundi vera at rísa upp frá deyðum.

[11] Og teir spurdu hann og søgdu: «Hvussu kann tað bera til, at Fariseararnir og hinir skriftlærdu siga, at Elia eigur at koma fyrst?»

[12] Men hann segði við teir: «Elia kemur fyrst og førir alt aftur í lag; og hvussu er skrivað um menniskjusonin? At hann skal líða mangt og verða vanvirdur.

[13] Men eg sigi tykkum, at bæði er Elia komin, og teir hava gjørt við hann alt, sum teir vildu, soleiðis sum skrivað stendur um hann.»

[14] Og tá ið teir koma til lærusveinarnar, sóu teir eina stóra mannamúgvu rundan um teir og nakrar skriftlærdar, som vóru í orðaskifti við teir.

[15] Og við tað sama mannamúgvan bar eyga við hann, hvukku tey øll við, og tey komu rennandi og heilsaðu honum.

[16] Og hann spurdi tey: «Hvat skifta tit orð við teir um?»

[17] Og ein úr fjøldini svaraði honum: «Meistari, eg kom higar til tín við syni mínum, sum hevur ein málleysan anda;

[18] og hvar hann so kemur á hann, syftir hann hann niður, og froðan veður um munnin á honum, og hann gríslar tenn, og hann kemur burtur í einki. Og eg segði við lærusveinar tínar, at teir skuldu reka hann út; men teir vóru ikki førir fyri tí.»

[19] Men hann svaraði teimum og segði: «O, tú vantrúna slekt! Hvussu leingi skal eg verða hjá tykkum? Hvussu leingi skal eg tola tykkum? Førið hann til mín!»

[20] Og teir førdu hann til hansara. Og við tað sama, hann sá hann, sleit andin í hann, og hann fell niður til jarðar og lá og veltist, og froðan vóð um munnin.

[21] Og hann spurdi faðir hansara: «Hvussu langt er tað síðan, hetta kom á hann?» Men hann segði: «Frá barnaárunum.

[22] Og ofta hevur hann kastað hann bæði í eld og í vatn fyri at forkoma honum; men um tú ert nakað mentur, tá miskunna okkum og hjálp okkum.»

[23] Men Jesus segði við hann: «Um tú ert mentur! Alt er møguligt fyri honum, sum trýr.»

[24] Í stundini skar barnsins faðir í róp og segði: «Eg trúgvi; hjálp tú vantrúgv míni!»

[25] Men tá ið Jesus sá, at mannamúgvan tyrptist saman um, hótti hann at hinum óreina andanum og segði við hann: «Tú málleysi andi og deyvi! Eg bjóði tær, far út úr honum og far ikki meira inn í hann!»

[26] Tá rópaði hann og sleit ógvuliga í hann og fór út; og hann varð sum eitt deytt, so at flest øll søgdu, at hann var deyður.

[27] Men Jesus tók í hondina á honum og reisti hann upp, og hann reis á føtur.

[28] Og tá ið hann var komin til húsa, spurdu lærusveinar hansara hann einsæris: «Hvussu bar tað til, at vit ikki vóru førir fyri at reka hann út?»

[29] Og hann segði við teir: «Hetta slagið fer ikki út við nøkrum, uttan við bøn [og føstu].»

[30] Og teir fóru burtur haðani og ferðaðust um Galileu; og hann vildi ikki, at nakar skuldi vita av tí;

[31] tí at hann lærdi lærusveinar sínar og segði við teir: «Menniskjusonurin verður givin upp í mannahendur; og tey skulu drepa hann, og tá ið hann er dripin, skal hann tríggjar dagar aftaná rísa upp.»

[32] Men teir fataðu ikki hesa talu, og teir tordu ikki at spyrja hann.

[33] Og teir komu til Kapernaum; og tá ið hann var komin heim til húsa, spurdi hann teir: «Hvat var tað, sum tit talaðu saman um á veginum?»

[34] Men teir tagdu; tí at teir høvdu talað sín ámillum á veginum um, hvør teirra var størstur.

[35] Og hann settist niður og kallaði teir tólv til sín og sigur við teir: «Um onkur vil vera fremstur, tá skal hann vera seinastur av øllum og tænari hjá øllum.»

[36] Og hann tók eitt lítið barn og setti tað inn ímillum teirra, og hann tók tað í føvningin og segði við teir:

[37] «Tann, ið tekur móti einum slíkum barni í mínum navni, hann tekur móti mær; og tann, ið tekur móti mær, hann tekur ikki móti mær, men honum, ið sendi meg.»

[38] Jóhannes segði við hann: «Meistari, vit sóu ein mann, sum ikki er í fylgi við okkum, reka út illar andar við navni tínum; og vit meinaðu honum tað, av tí at hann ikki fylgdi okkum.»

[39] Men Jesus segði: «Meinið honum tað ikki, tí at tann er eingin, sum ger kraftargerð við mínum navni og beint aftaná kann tala illa um meg.

[40] Tí at tann, sum ikki er ímóti okkum, hann er við okkum.

[41] Tí at tann, sum gevur tykkum eina skál av vatni at drekka í mínum navni, av tí at tit hoyra Kristi til, sanniliga sigi eg tykkum, hann skal ikki missa løn sína.

[42] Og tann, ið er ein meinbogi fyri einum av hesum smáu, sum trúgva, honum var tað nógv betri, um mylnusteinur hekk um hálsin á honum, og hann varð kastaður í havið.

[43] Og um hond tín freistar teg, tá høgg hana av; tí at betri er tær at ganga krypil inn til lívið enn at hava báðar hendur og fara í helviti, í hin ósløkkjandi eldin.

[44] Har sum ormur teirra ikki doyr, og eldurin ikki sloknar.

[45] Og um fótur tín freistar teg, tá høgg hann av; tí at betri er tær at ganga lamin inn til lívið enn at hava báðar føtur og verða kastaður í helviti.

[46] Har sum ormur teirra ikki doyr, og eldurin ikki sloknar.

[47] Og um eyga títt freistar teg, tá slít tað út; tí at betur er tær at ganga einoygdur inn í Guðs ríki enn at hava bæði eygu og verða kastaður í helviti?

[48] Har sum ormur teirra ikki doyr, og eldurin ikki sloknar.

[49] Tí at ein og hvør skal verða saltaður við eldi, [eins og eitt og hvørt offur skal verða saltað við salti.]

[50] Saltið er gott; men um saltið verður dovið, við hvørjum vilja tit tá geva tí kraft aftur? Havið salt í sjálvum tykkum og haldið frið tykkara millum!»

Evangeliið eftir Markus — Chapters